hósdagur 20. juli 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 138 - 20. juli 2006 ]
Íslendski Hafsteinn
Ægiur Geirsson var
nógv skjótastur, tá
Statoil Kring Føroyar
í gjár byrjaði við
einkulstarti
Súkkling
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Stóra súkklukappingin – Stat
oil kring Føroyar – byrjaði
í gjár, tá einkultstartur var á
skránni í Klaksvík. Og ikki
heilt óvæntað var íslendski
Hafsteinn Ægir Geirsson
skjótastur á hesum.
Á stutta teininum vann
íslendingurin sær ein fyri
mun upp á 28 sekund í mun
til næsta súkklaran, sum
var føroyski Gunnar Dahl
Olsen.
Hjá unglingum var Torkil
Veyhe fremsti súkklarin.
Hann hevði heili 32 sekund
niður til næsta súkklaran,
sum var liðfelagin í Tórs
havnar Súkklufelag, Sig
mund Olsson.
Upp í 400 metrar
Í dag verður næsta etapan
í
kappingnini
súkklað,
og hesa ferð eru tað 105
kilometrar,
sum
skulu
súkklast í Eysturoynni.
Byrjað verður á Oyri,
og síðai veðrur súkklað
umvegis Norðskála, Ljós
áir, Eiðisskarð, Funning,
Funningsbotn,
Oyndar
fjørð, Skálabotn, undir
Gøtueiði, Gøtur, Leirvík,
Runavík, Toftir og runt
agnið, áðrenn kósin verður
sett móti málinum, sum
er á Statoilstøðini við
Saltangará.
Á hesi ferðini er talan um
fleiri tungar brekkur, og tað
er væl hugsandi, at feltið
skrædnar rættiliga tíðliga
á ferðini. Um Eiðisskarð
skulu súkklararnir nevnliga
upp í 400 metra hædd,
og tað líkist eini brekku,
sum veruliga kann skapa
sjógv millum fremstu súkkl
ararnar og restina.
Símun átti uppleggið
Týskvøldið fór íslendska landskappingin í heilt stuttan
summarsteðg. 11. umfar varð spælt liðugt týskvøldið,
tá ið tríggir dystir vóru á skránn1.
Við føroyskum eygum hevði tað serligan áhuga,
at Keflavík við Símuni Samuelsen á miðvøllinum í
vinstru var í Reykjavík, har teir spældu móti Víkingi.
Keflavík hevði mesta partin av spælinum og bestu
møguleikarnar. Men teir megnaðu bara 1-1, og tað
vóru teir í Keflavík ikki frítt vónbrotnir av.
Keflavík legði seg á odda tveir minuttir undan
steðginum. Guðmundur Steinarsson setti bóltin í
málið, eftri at Símun Samuelsen hevði staðið fyri
upplegginum. Símun var allar 90 minuttirnar á ytsta
miðvallar plássinum í vinstru hjá Keflavík.
Teir í Keflavík hildu eftir 1. hálvleik, at teir áttu
at havt verið frammanfyri 3-0. Men teir høvdu bara
fingið eitt mál, og tí kostaði tað tvey stig, tá ið
Víkingur javnaði til 1-1, tá ið 2. hálvleikur var tíggju
minuttir gamal.
Síðstu tíggju minuttirnar trýsti Keflavík nógv fyri at
fáa sigursmálið, men tað eydnaðist teimum ikki.
Sjálvt um tað er steðgur í landskappingini fram til
27. juli, so skal Keflavík aftur í eldin nú sunnudagin.
Tá skulu teir í steypakappingini spæla á útivølli í
Akranesi.
Í landskappingini er FH oddalið eftir ellivu umfør.
Liðið á Hafnafirði hevur 26 stig. Keflavík og Víkingur
eru 4. og 5. plássi við 15 stigum.
-mørk
Byrjaðu uttan føroyingar
Eingin føroyingur var á vøllinum, tá danska superligan
varð sparkað ígongd í gjárkvøldi. Og hon varð
sparkað ígongd uttan tær heilt stóru sensatiónirnar,
kann leggjast afturat.
Við einum máli frá Alvaro Santos vunnu meistararnir
úr FCK 1-0 á útivølli móti AC Horsens, meðan
Brøndby á heimavølli vann 2-1 á Vejle. Vejle legið seg
tíðliga í dystinum á odda, men við málum frá Martin
Ericsson og Morten Duncan Rasmussen fekk Brøndby
vent gongdini seinasta hálva tíman.
Oddalið eftir fyrsta umfarið er FC Nordsjælland,
sum vann ikki minni enn 5-0 á Randers FC. AaB
– uttan Súna Olsen og Jón Róa Jacobsen í hópinum
– vann 3-1 á heimavølli móti Viborg. Esbjerg vann
2-1 á Silkeborg, og OB og FC Midtjyllan spældu
einasta javnleikin, tá dysturin í Odense endaði við 1-1
javnleiki.
Teir báðir føroyingarnir í AaB royna báðir at
koma seg eftir skaða, og tí taldust teir millum
áskoðararnar, tá Viborg vitjaði. Her helt Viborg leingi
fast um 1-1, men teir tríggjar seinastu minuttirnar
skoraði heimaliðið tvær ferðir, og tað hóvaði ivaleyst
stigasvongu heimaáskoðarunum.
-mørk
Brasil skiftur venjara
Carlos Alberto Parreira er ikki longur venjari hjá
heimsstjørnunum úr Brasil.
Í tíðindaskrivi staðfestir brasilska fótbóltssambandið,
at talan var um eina felags avgerð, har bæði sambandið
og venjarin hildu tað vera best, at partarnir skiltust.
Parreira var venjari hjá Brasil í HM-endaspælinum,
men hann var fyri hørðum atfinningum í heimlandinum.
Brasil tapti móti Fraklandi í 1/8 finaluni, og í teimum
fimm dystunum, sum liðið spældi, megnaðu teir ongan
tíð av álvara at sveiggja seg upp á ætlaðu hæddirnar.
-mørk
U15 vann triðja stórsigurin
Føroyska U15 landsliðið vann mikukvøldið enn ein stórsigur í Aberdeen
International Football Festival
Seinasti dysturin í bólkaspælinum hjá U15 landsliðnum var ímóti russiska
liðnum Gomel, og aftur í kvøld vunnu Føroyar stórt.
Tað var greitt frá byrjan, at stórur munur var á liðunum, og tá ið dómarin
bríkslaði seinastu ferð, høvdu Føroyar skorað 11 ferðir.
Gilli Sørensen úr TB (myndin) skoraði 4 mál, Helgi Samson úr KÍ 3, Jógvan
Skeel úr HB 2, og Heini Vatnsdal úr VB/TB/S og Sørmund Kalsø úr KÍ hvør sítt.
Føroyar vunnu sín innleiðandi bólk við fullum stigatali og spæla fríggjadagin
hálvfinalu í kappingini.
-ek
Hafsteinn vann prologin
Gunnar Dahl Olsen var
besti føroyski súkklarin,
tá Statoil kring Føroyar
byrjaði við einkulstarti
mikudagin
Mynd: www.tsf.fo
Tey fremstu
Vaksin
Nr Navn
Tíð
1
Hafsteinn Ægir Geirsson
10,57
2
Gunnar Dahl-Olsen
11,25
3
Kári Brynjólfssson
11,32
Kvinnur
1
Jenny Wright
12,41
2
Christine McLean
13,05
3
Caroline Jane Simpson
14,00
Unglingar
1
Torkil Veyhe
11,56
2
Sigmund Olsson
12,28
3
André Tolstoj
12,32
Talan er um fleiri tungar brekkur, tá súkklararnir í dag súkkla í eysturoynni
Mynd: www.tsf.fo