sunnudagur 23. juli 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 21. juli 2006
5
tíðindi
Tað gongur væl hjá
Faroe Jet í løtuni,
váttar stjórin, Jóhan
E. Simonsen. - Í løtuni
eru flogførini hjá
okkum eitt sindur
skiftandi. – Summi
eru full, meðan
onnur eru hálvfull,
men vit hava væl
fleiri bíleggingar
nú enn fyri nøkrum
vikum síðani, sigur
Jóhan E. Simonsen.
Í næstum fer felagið
somuleiðis at hækka
eginpeningin við
at tekna nýggjan
partapening.
Vinnulív
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
- Fleiri og fleiri ferðast við
okkum – ung sum gomul. Í
mai mánaði høvdu vit nógv
ferðandi, tí vit byrjaðu við
sera bíligum ferðaseðlum.
Men í juni og fyrst í juli
vóru flogførini hjá okkum
ikki líka full. Hetta komst
av, at flest øll høvdu keypt
sær flogferðaseðlar, áðrenn
vit komu á marknaðin. Men
nú er summarsølan við at
hæsa av, og bíleggingarnar
eru hækkaðar munandi,
staðfestir Jóhan E. Simon-
sen.
Leysasøgur vilja vera
við, at tit ætla at hækka
eginpeningin við at tekna
nýggjan partapening. Er
tað satt?
- Ja, men tað er ikki tí,
at tað hevur gingið illa
hjá okkum – tvørturímóti.
Vit hava ætlað okkum frá
fyrsta degi av at leiga enn
eitt flogfar, og tað er í
hesum sambandi, at vit ætla
at hækka eginpeningin og
tekna nýggjan partapening.
Í løtuni arbeiða vit ítøkiliga
við tí, og í næstum fáa vit
at síggja, um tað fer at
eydnast okkum.
Spurdur, um hann metir,
at tað er tørvur á enn einum
flogfarið í Føroyum, svarar
Jóhan E. Simonsen uttan
himpr, at tað er tað avgjørt:
- Vit ætla ikki, at nýggja
flogfarið
skal
flúgva
rutuflúgvingina
millum
Føroyar og Danmark. Vit
ætla at víðka um virksemið
hjá okkum við at skipa fyri
leiguflúgving. Ætlanin er,
at vit í seinasta lagi fyrst í
2007 hava nýggja flogfarið
og fara tá at bjóða okkum út
at flúgva fyri onnur feløg,
sigur Jóhan E. Simonsen
at enda.
»Vit fara at leiga eitt flogfar afturat.«
- Jóhan E. Simonsen, stjóri hjá Faroe Jet
tíðindi
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
Faroe Jet hækkar
partapeningin
Í sambandi við at G!
Festivalurin er í hesum
døgum,
fer
løgreglan
kring landið at kanna, um
fólk koyra sámiliga. Við
rundkoyringina á Hvítanes-
vegnum tók løgreglan í
Havn heili 85 bilar í nátt, tá
Kaizers Orchestra og Páll
Finnur Páll høvdu spælt í
Gøtu í nátt:
- Eingin varð tikin fyri
rúsdrekkakoyring. Í síni
heild haldi eg, at fólk í dag
eru meira tilvitað um, at tey
ikki skulu koyra, tá tey hava
drukkið. Í dag fara flest øll
í býin við tí fyri eygað at
koyra við hýruvogni heim
aftur. Somuleiðis er tað
framúr, at náttarbussar eru
komnir, sigur vakthavandi
á løgreglustøðini í stuttari
viðmerking.
- horsdal
Flest øll koyra sámiliga á G!
Næstu dagarnar verður
summarveður kring alt
landið, sigur Petur Skeel
Jacobsen, veðurfrøðingur:
- Um vikuskiftið verður
gott
veður.
Í
morgin
verður
lítil
og
eingin
vindur, kanska nakrir fáir
mjørkaflókar, men annars
sól. Sunnudagin klárnar í
luftini, so tá verða eingir
mjørkaflókar. Tey, ið ætla
sær ella eru á G! Festivali
í Gøtu, skulu ikki stúra.
Hitin fer at liggja millum
15-20 stig um dagin, og
um næturnar verða 10 stig,
sigur Petur Skeel Jacobsen
og leggur afturat, at góða
veðrið heldur fram fyrst í
næstu viku.
- horsdal
Petur Skeel
Jacobsen,
veðurfrøðingur:
Fríggjadagin í síðstu viku
skrivaðu vit um Heidi
Vinther, sum býr í ísraelska
býnum, Maalot, saman við
familjuni. Tá var økið júst
rakt av rakettálopum frá
Hizbollah og familjan helt
til í einum bumbuskýli og
livdi av dósamati. Seinastu
vikuna eru fleiri rakettir
skotnar niður í býin, og
Heidi hevur tískil valt at
flýggja saman við familjuni
til Tel Aviv:
- Tey eru farin at vitja
nøkur vinfólk fyri at finna
tryggleika. Tey koyrdu
sjálvi við bili úr Maalot
og til Tel Aviv, og tað gekk
væl. Nú hava tey verið
har í tveir dagar og hava
tað gott. Meðan tey hava
verið burturi, eru enn fleiri
smáar rakettir skotnar niður
í Maalot, men sum skilst, er
einki hent við húsunum hjá
teimum, sigur pápi Heidi,
Súni Vinther, sum situr
heima í Føroyum og fylgir
við støðuni hjá dóttrini.
-horsdal
Føroyingar í Ísrael:
Dóttir Súna og Titu Vinther,
Heidi Vinther, er nú í Tel
Aviv saman við familjuni. Tey
hava tað gott.
Summarveður
á G!
Flýggja undan rakettálopum
Faroe Jet fer í næstum at
hækka eginpeningin vi› at
tekna nýggjan
partapening.