sunnudagur 23. juli 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 139 - 21. juli 2006
tíðindi
– Vit eru heilt serstakliga
væl nøgdir.
Tað sigur Sonny Johan
nesen, skipari á Enniberg.
Og tað, sum hann er so
heilt serstakliga væl nøgd
ur við, eru teir nýggju trol
lemmarnar, sum teir hava
brúkt umborð á Enniberg
hendan túrin.
Tað forvitnisliga við
hesum lemmunum er, at
teir eru bæði mentir og
gjørdir á lemmavirkinum,
Rock, í Vági.
Talan er um eitt slag av
lemmum ið nevnast “Sea
Bat” og teir eru gjørdir til
flótitrol.
– Hesir nýggju lemmar
nir úr Vági eru teir bestu
lemmarnar, eg nakrantíð
havi verið við til at brúkt
øll árini, eg havi roynt við
flótitroli, sigur skiparin á
Enniberg.
Hetta er niðurstøðan hjá
skiparanum á Enniberg,
nú hesir nýggju trollem
marnir fyri fyrstu ferð eru
royndir ein heilan túr.
Og hann skuldi havt
nakað at havt sína meining
í, tí hann er ein av okkara
allar royndastu skiparum,
eisini við flótitroli.
Hann staðfestir stutt og
greitt, at hesir lemmarnir í
Vági er teir bestu lemmar
nir, sum eru á marknaði
num í dag yvirhøvur.
– Teir eru sera góðir og
lættir at arbeiða við. Ein
stórur fyrimunur við teim
um, er, at tá ið teir verða
loraðir frá borði, spíla teir
sera
væl
beinanvegin.
Lemmarnir gera at vit
beinanvegin fáa eitt sera
gott stórt gap í trolið og tí
verður tað fiski-effektivt
beinanvegin tað tað verður
skotið og tað hevur sera
stóran týdning fyri fiski
skapin.
– Samstundis eru teir
sera góðir at koma runt við,
tí tað gongur skjótt at koma
runt.
Tì heldur Sonny Johan
nesen at teir hava fiskað
betri við hesum nýggju
lemmunum úr Vági.
Spara nógva olju
Men ein annar stórur fyri
munur við hesum nýggju
lemmunum, er, at teir eru
nógv lættari at toga enn
aðrir lemmar.
Sostatt spara teir eisini
rættiliga nógva olju.
– Eg havi ongantíð fiskað
í Irmingarhavi, har vit hava
brúkt so lítla olju, sum vit
gjørdu hendan túrin, nú vit
hava brúkt lemmarnir úr
Vági, sigur Sonny Johanne
sen.
Hann sigur, at teir plagdu
at brúka 13 rúmmetrar av
olju um dagin, men tá ið
teir settu lemmarnar í Vági
undir, fór oljunýtslan niður
á 11,2 rúmmetrar um dag
in.
Talan er sostatt um eina
sparing upp á 1,8 rúmmet
rar um dagin við lemmun
um úr Vági.
Og tað hevur alstóran
týdning, nú oljan er so dýr.
Sonny Johansen sigur, at
teir fáa oljuna fyri 3,60
krónur fyri liturin.
Frá oljufeløgum hava vit
fingið upplýst, at ein rúm
metur av olju er 1.260 litrar
og sostatt kostar ein rúm
metur 4.536 krónur.
Tá ið oljunýtslan við
lemmununum úr Vági fer
úr 13 rúmmetrum, niður í
11,2, er sostatt talan um
eina sparing upp á 1,8
rúmmetur, ella 2.268 litrar
um dagin.
– Sostatt gera teir nýggju
lemmarnar í Vági, at vit
spara olju fyri 8.165 krónur
um dagin. Tað merkir so
eisini, at longu eftir einum
túri eru útreiðslurnar til
lemmarnar spardar inn
aftur.
– Men taka vit sparingina
yvir longri tíð, er talan um
heilt fitt av peningi.
– Er skipið 120 dagar í
sjónum, er talan um eina
sparing upp á næstan
980.000 krónur, sigur skip
arin á Enniberg.
Og so kann eisini við
merkjast, at í dag dýrkaði
oljan enn meiri.
Hann sigur, at hendan
túrin høvdu teir eisini aðrar
lemmar við enn teir úr
Vági.
Hetta vóru lemmar, sum
teir frammanundan hildu
vera teir bestu.
- Hetta vóru eisini góðir
lemmar, men lemmarnir úr
Vági eru nógv betri, so tað
er onki at ivast í, at vit
framhaldandi
koma
at
brúka vágslemmarnar, sig
ur skiparin á Enniberg.
Hann sigur, at fyri rætti
liga at hava nakað ítøkiligt
at samanbera við, brúktu
teir lemmarnar úr Vági og
hinar lemmarnar skiftivís.
– Vit brúktu fyrst lem
marnar úr Vági í 14 dagar
og so settu vit hinar lem
marnar undir í 14 dagar.
Og munurin varð týðiligur
bæði við tað, at vit brúktu
nógv minni olju lemmun
um úr Vági, samstundis
sum vit fiskaðu betri, so
talan varð um tvífaldan
vinning, sigur Sonny Jo
hannesen.
– Og tað er greitt, at tað
verða lemmarnar úr Vági,
sum koma at hanga á
hekkuni á Ennibergi, so so
leingi, sum vit koma at
dríva fiskarí, sigur Sonny
Johannesen at enda.
Uppfinnilsi úr Vági sparir 8.100
krónur í olju - um dagin
Teir nýggju trol
lemmarnir úr Vági
hava tríggjar veldigar
fyrimunir: Vit spara
nógva olju, sam
stundis sum vit fiska
betri og so eru teir
eisini sera lættir at
arbeiða við, sigur
skiparin á Ennibergi
Tøknilig menning
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Her liggur Enniberg á
Havnini týsdagin, klárur at
fara nýggjan túr. À hekkuni
hanga tvey sett av lemmum
og tey eru bæði úr Vági.
Niðara settið er eitt eldri
modell til botntroling. Men
ovara settið eru teir nýggju
“Sea Bat” lemmarnar, sum
verða brúktir til flótitrol.
Royndi skiparin, Sonny
Johannesen sigur, eru hetta
eru bestu lemmar, hann
nakrantíð hevur vitað um
Sandvíkingar gløddu við
og onkur helt seg ivaleyst
síggja yvir seg í gjár, tá ið
eitt hvítt skepilisi brádliga
fór at daga út úr tí tjúkka
mjórkanum á víkini.
Men spøkilsi var tað ikki.
Tvørturímóti var tað ferða
mannaskipið
Hanseatic,
sum um morgunin hevði
verið á Tvøroyri, sum nú
kastaði akker á Sandvík
ini.
Og skjótt fóru skjótt
gangandi gummibátar at
flyta ferðafólk í land og
skjótt
sóust
reyðklødd
fremmandafólk í hópatali
válandi um gøtur og stræti
í Sandvík.
Men sandvíkingar vóru
ikki ráðaleysir. Í skundi
fingu teir latið kirkjuna og
fornminnissavnið í bygdini
upp og har var nógv fólk
inni á gólvinum.
Ferðafólkið
var
sera
áhugað í frímerkjum og
postkortum og tað bar so
væl til, at ein handil hevði
verið í bygdini, sum var
nýliga afturlatin, men tey
høvdu so enn nøkur post
kort eftir, sum ferðafólkið
fekk. Og onkur beinasamur
sandvíkingur rendi seg á
posthúsið í Hvalba eftir
frímerkjum til ferðafólki.
Annars gingu tey um
bygdina og eygleiddi og
avmyndaðu
og
summi
hildu seg óivað verða kom
in til verðsins enda, tí tey
spurdu, hvat í víðu verð
sandvíkingar livdu av og
um mann hevði sjónvarp í
einum fjarskotnum staði,
sum hesum.
Annars vóru tey blíð og
fryntlig og positivt forvit
in.
Men sandvíkingar harm
ast um, at teir komu at
standa púra ófyrireikaðir
til eina vitjan sum hesa og
at teir ikki fingu boð fram
manundan, so at teir fingu
tikið betri ímóti gestun
um.....
Sandvíkingar tiknir á bóli
Seinnapartin í gjár
kom stórt ferða
mannaskip óvæntað
inn á víkina og nógv
ferðafólk kom í land
Ferðavinna
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hanseatic fyri akkeri á víkini
í Sandvík. Sandvíkingar vistu
av ongum, men vóru ikki heilt
ráðaleysir kortini