sunnudagur 23. juli 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 21. juli 2006
7
tíðindi
100 metrar av góðum fyridømi
Jón Kragesteen
heldur, at foreldrini í
Miðvági gjørdu tað
rætta, tá ið tey
samlaðu seg saman og
settu fram nøkur krøv
um, hvussu vega
strekkið skal síggja út.
- Foreldur eru ser
frøðingar í vegnum,
sum er beint uttan
fyri teirra húsi, sigur
hann. Jón heldur, at
fleiri vegir skuldu
verið gjørdir eins og
vegurin omanfyri
SMS í Havn.
– Tað eru 100 metrar
av góðum fyridømi,
sigur Jón
Ferðslutrygd
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Kjakið um vandamikil
vegastrekki er veruliga
kyknað aftur, eftir at ein
genta varð yvirkoyrd í
Miðvági týsdagin. Gentan
hevur tað tíbetur gott nú,
men avleiðingarnar kundu
verið álvarsligari. Í grein í
Sosialinum
mikudagin
greiddu foreldrini frá, at
tey ikki bara vilja sita og
bíða inntil ein vanlukka
hendir.
Fyri foreldrini í Miðvági
er tað óúthaldiligt, at tey
skulu vera bangin fyri
teirra børnum hvønn dag.
Trupulleikin er, at lands
vegur gongur ígjøgnum
bygdina.
Jón Kragesteen frá Ráð
num Fyri Ferðslutrygd
viðurkennir trupulleikan.
– Tað eru summir vegir í
Føroyum, sum eru sera
vandamiklir. Vegurin í
Miðvági er ein av teimum,
og vit hava fleiri ferðir
gjørt vart við hetta. Tað er
keðiligt, at einki verður
gjørt við tað, fyrr enn ein
vanlukka hendir, sigur Jón
Kragesteen.
Ósamdur við
Oyvindi Brimnes
Á
foreldrafundinum
í
Miðvági hevði Oyvind
Brimnes frá Landsverk
sagt, at foreldrini ikki
skulu blanda seg uppí
ferðslupolitikkin. Hesum
er Jón Kragesteen ósamd
ur í:
– Eg haldi, at foreldrini í
Miðvági gera akkurát tað
rætta. Sjálvandi skulu tey
sleppa at føra lobbyarbeiði
um ferðslupolitikkin. Tey
eru jú serfrøðingar á tí
vegastrekkinum, sum ligg
ur beint við teirra hús.
– Vit fáa ofta fráboðanir
um vandamikil vegastrekki
ymsastaðni í Føroyum. Tað
er gott, tí at tað er ógjørligt
hjá okkum at hava yvirlit
yvir øll vegastrekki í landi
num. Tá ið vit fáa eina
fráboðan, verður tað tikið
upp á fundi.
– Um onkur hevur okkurt
at klaga um, so vil eg heita
á tykkum um at gera eins
og foreldrini í Miðvági.
Tey settu seg niður og
skrivaðu nøkur krøv niður.
So kunnu teir við fakligu
vitanini viðgera hesi krøv
ini, og vit finna í samstarvi
eina loysn, sigur Jón.
Onnur vegastrekki, sum
eru serliga útsett, eru mill
um annað Skipanes, Sanda
vágur og Kollafjørður. Men
spurningurin er so, hvat
skal gerast fyri at betra um
trygdina.
– Okkara fremsta mál er
at fáa allar landsvegir út
um bygt øki. Tað er altíð
vandamikið, tá ið ein
landsvegur førir gjøgnum
bygt øki. Men tá ið tað ikki
verður veruleiki í nærm
astu framtíð, mugu vit
finna aðrar loysnir.
– Fyri tað fyrsta átti
ferðin á nógvum strekkjum
at verði sett niður til 30
km/t. Tá hevur førarin
nógv betri reaktiónstíð, og
um óhappið kortini hendir,
er kjansurin hjá tí rakta
fyri at yvirliva nógv størri,
enn um koyrt var 50 km/t.
– Annars mugu ymsar
fysiskar forðingar setast
fyri bilunum. Tað kunnu
vera
bungur,
upplyftir
gonguteigar og oyggjar.
Ferðgáarnir rigga væl hjá
teimum, sum ikki ynskja at
koyra ov skjótt men kortini
gera tað av óansni. Men
ferðgáin ávirkar ikki før
aran, sum skal náa eitt
flogfar uppá fáar minuttir.
Tá kann ferðgái vera
ferðgái. Tí mugu vit nýta
fysiskar forðingar eisini.
Børn eru børn
Summi vilja leggja skyldina
hjá børnunum, tí at tey eru
ikki nóg ansin í ferðsluni.
Onnur leggja skyldina hjá
foreldrunum, tí at tey ikki
ansa nóg væl eftir børn
unum.
– Børn eru børn, og tey
skilja ikki ferðsluna. Tí
kunnu vit ikki geva teimum
skyldina. Foreldrini mugu
sjálvandi laga seg eftir um
støðunum, men í longdini
verður tað ótolandi at skula
halda børnunum inni alla
tíðina. Børn hava orku,
sum tey mugu sleppa av
við, og tað er sunt hjá
teimum at spæla úti.
– Vit hugsa ov nógv um
tíðina, tá ið vit koyra. Alt
skal bara ganga so skjótt
sum
gjørligt.
Trygdin
kemur ofta í aðru røð. Tað
sæst eisini aftur í, at
kommunurnar ikki skulu
spyrja RFF um ráð, tá ið
tær gera vegir. Vit hava
nógvar
meiningar
um
ferðslutrygd, men eingin
spyr okkum eftir. Tað eru
vit, sum mugu stríðast fyri
at koma til orðanna, og tað
er ikki rætt, sigur Jón.
Í Føroyum førir RFF
lobbyarbeiði, meðan í hin
um norðanlondunum eru
ferðsluráðini ein partur av
korporativa arbeiðinum.
Tað vil siga, at tá ið eitt
uppskot verður beint í
nevnd, verður tað eisini
beint til ferðsluráðið til
viðgerðar.
– Vit royna at stríðast til
frama fyri ferðslutrygdini.
Millum annað hava vit fyri
nøkrum árum síðani vunn
ið okkum pláss í lands
ferðslunevndini, men hon
er tíverri ikki serliga virk
in. Hon hevur ikki havt
fund í eitt ár, sigur Jón.
RFF tekur einans atlit til
ferðslutrygdina. Jón ásann
ar, at teirra útmeldingar
onkuntíð kunnu tykjast eitt
sindur ógvusligar, men tað
er fyri at teirra mál skal
vinna frama. Tað eru altíð
nógvir partar í einum máli,
og tað skal takast atlit til
nógvar síðir. Úrslitið verður
altíð eitt kompromis mill
um partarnar.
Eitt gott fyridømi
– Vegurin oman fyri SMS
er eitt gott fyridømi um,
hvussu vegirnir í Miðvági,
Kollafirði, Runavík og
nógva aðrastaðni áttu at
verið gjørdir.
– Tíverri skuldu eisini
fleiri vanlukkur til, áðrenn
hesin vegurin varð gjørdur.
Men nú er hann sera
tryggur. Har eru oyggjar,
og ferðslan er skild sundur
í tvey. Tað ger, at fót
gangarin einans nýtist at
hugsa um ferðsluna frá
einari síðu, tá ið hann fer
yvirum. Tá ið hann so er
komin á miðjuna, stendur
hann har væl vardur av
betongveggjum.
Síðani
skal
hann
hyggja
at
ferðsluni frá hinari síðuni
av vegnum, áðrenn hann
fer yvirum.
– Upplyfti gonguteigur
in ger, at førararnir leggja
betri merki til hann. Rund
koyringin beint uttan fyri
SMS noyðir førararnar at
seinkað ferðina. Her hava
vit fysiskar forðingar og
verjur fyri fótgangaran.
Soleiðis áttu nógv onnur
vegastrekki at verið í Før
oyum.
Jón Kragesteen frá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd hevur nógvar meiningar um, hvussu trygdin kann betrast á tætt fólkaðum støðum. Tey verða bara ikki spurd eftir. Vegurin
omanfyri SMS er eitt gott fyridømi við oyggjum, uppbýtum banum, upplyftum gonguteigi og rundkoyring.
(mynd: Jens Kr. Vang)