Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. juli 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 139 - 21. juli 2006 tíðindi Tjóðveldisflokkurin arbeiðir í løtuni við at smíða eitt uppskot um nýggjan fiskiveiðipolitikk, sum helst verður lagt fyri tingið á ólavsøku.- Tað er neyðugt at fáa hetta uppskotið fram, so Bjørn Kalsø vaknar, sigur Tór­bjørn Jacobsen, fram­søgu­ fólk Tjóð­veldis­ floksins POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo ”Politikkurin verður rikin allar aðrar staðir enn í politisku skipanini og lítil munur man í longdini fara at vera á íslendsku kvotabarónunum og før­ oysku loyvisjallunum. Sleppur neyðtøkan at halda fram, og offurið viljað leggur kroppin til, gera vit enn einaferð eitt rend aftur í miðøldina, og ein nýggj feudalstætt hevur matrikulerað sær sjálvum havleiðirnar, firðirnar og sundini.” Soleiðis tók Tórbjørn Ja­cobsen til herfyri í grei­ nini ”Kvotabarónar ella loyvisjallar”, og nú tykist tað, sum Tjóðveldisflokkurin ætlar at leggja uppskot á fram á Løgtingi um eina nýggja fiskiloyvisskipan, tá tingið kemur saman á ólavsøku. Framsøgufólkini hjá Tjóð­ veldisflokkinum í vinnu­ málum, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, hittust fyrrapartin á fundi saman við floksformanninum, Høgna Hoydal, har tey fóru at viðgera eitt lógaruppskot frá flokkinum, um hvussu umsitingin av føroyskum fiskitilfeingi skal umsitast. Tórbjørn Jacobsen sig­ur við Sosialin, at tey hava arbeitt við hesum upp­ skotinum seinastu 9 mán­ aðirnar, og at tey miðja ímóti at leggja uppskotið fram fyri Løgtingið á ólav­ søku. Hinvegin krevur eitt slíkt uppskot so mikið drúgva fyrireiking, at Tórbjørn Ja­cobsen fyrrapartin ikki dugdi at siga, um uppskotið varð liðugt fyri ólavsøku. Havið sum kongsjørðin – Vit meta hetta vera neyð­ ugt. So sum gongdin er í løtuni, má tann tann politiska skipanin gera okkurt. Tað er ófatiligt, at ein so sterk samgonga einki ger við tað, sigur Tórbjørn Jacobsen. Hann vísir á, at sum støðan er nú, er fiskivinnan fastløgd í eina skipan merkt av kapitalstrukturi, og tí hava eingi sokallað vanlig fólk møguleika at keypa fiskiloyvi. – Landgrunnurin er lagdur út til loyvisjallar eins og kongsjørðin, sigur Tórbjørn Jacobsen og heldur at havið er blivið matrikulerað eins og náttúrutilfeingi á landi. Tórbjørn Jacobsen sigur seg væl skilja, at Gerhard Lognberg er frustreraður, sum hann málber seg, um leiklutirnar hjá Jóhan Páll Joensen í nevndini Før­ oya banka og sum vinnu­ lívsformaður. Men Tórbjørn Jacobsen vísir á, at hann metir tað vera ein nógv størri trupulleika, at skipini eru yvirkapitaliserað og møgu­ liga hava eitt virði, sum er tíggju ferðir so stórt, sum tað átti at verið. – Útjaðarin hevur ong­ an kjans, sigur Tór­bjørn Jacobsen, og sam­an­ber møguleikarnar hjá vinnu­ lívsfólki í útjaðaran­um og t.d. persónar, ið hava betri sambond enn onnur við peningastovnar o.l. Liberal skipan – Hetta hugsaði man ikki um, tá lógin um vinnuligan fiskiskap varð smíðað, sigur framsøgumaður Tjóð­ veldisfloksins, og heldur at fremsta endamálið tá var, at fáa skipini út aftur at fiska. Tórbjørn Jacobsen metir tí, at ein meira liberal skipan hevði verið ein betri loysn, har har fólk sluppu at bjóða upp á fiskiloyvi á uppboðssølu. – Vit sóu í ’92, at plan­øko­ nomi ikki var loysnin, sigur tjóðveldistingmaðurin. Spurdur, um hann tekur undir við uppskotinum hjá Jógvani við Keldu um at lata part av tilfeingisrentu í eftirlønargrunn hjá ar­ beiðarum, sigur Tórbjørn Jacobsen, at tað altíð er orsøk at hava ein illgruna, tá Fólkaflokkurin vísir seg at vera so góður við arbeiðaran, sum hann tekur til. – Hetta er ikki tilfeingis­ gjald, tí tað hevði bara legali­ serað núverandi skipan, sigur Tórbjørn Jacobsen. Hann metir harafturímóti, at tað ætlaða uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum hevði skapt eitt betri samband millum tey, sum brúka fiskiloyvini og fólkið, og endamálið sigur hann vera at fáa so nógvar inntøkur til landið sum gjørligt. – Tað er neyðugt at fáa hetta uppskotið fram, so fiskimálaráðharrin Bjørn Kalsø vaknar, sig­ur Tórbjørn Jacobsen. Hann sigur seg tó vera iva­saman, um tað verður gjør­ligt hjá samgonguni at við­gera uppskotið nóg væl, eftir at tað hevur verið ígjøgnum ”maskinaríið” hjá Fólka­ flokkinum, sum Tórbjørn Jacobsen tekur til. Fundurin í Tjóðveldis­ flokkinum skuldi væntandi verða liðugur seinnapartin í dag, so ikki var greitt áðrenn evstamark hjá Sosialinum, um uppskotið verður klárt at leggja fram á ólavsøku. Edmund Joensen, ting­ formaður, sigur seg tó hava frætt, at eitt uppskot er á veg frá Tjóðveldisflokkinum, og metir, at hetta kann verða eitt av málunum, ið verður umrøtt, eftir at tingfólk hava viðgjørt løgmansrøðuna. Tjóðveldisflokkurin uppskot um uppboðssølu av fiskiloyvum – Hetta er ikki tilfeingisgjald, tí tað hevði bara legaliserað núverandi skipan, sigur Tórbjørn Jacobsen