sunnudagur 23. juli 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 21. juli 2006
tíðindi
Skotska songkvinnan
Maggie Reilly ætlar
at syngja síni stóru
hitt á Summar
Festivalinum, men
við sær hevur hon
eisini spildurnýggja
fløgu, sum føroyingar
sleppa at hoyra,
áðrenn hon verður
givin út aðrastaðni í
Europa
Summar
Festivalur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Moonlight
Shadow
er
størsta hittið, sum Maggie
Reilly
nakrantíð
hevur
sungið.
Sangurin,
sum
Mike Oldfield skrivaði til
hennara rødd, var eitt mega-
hitt fyrst í 80’unum, og
her í Føroyum var sangurin
eisini tráðspældur.
Hendan sangin ætlar
Maggie Reilly sjálvsagt at
spæla fyri føroyingum, tá
hon fer á pallin á Summar
Festivalinum. Og hon ætlar
sær eisini at tríva í aðrar
kendar sangir hjá sær sum
To France og Everytime We
Touch.
Men við sær hevur
Maggie Reilly eisini eina
spildurnýggja fløgu, sum
hon júst hevur spælt inn.
- Almenni útgávudagurin
fyri fløguna er 15. sep-
tember, men vit ætla okkum
at taka nakrar fløgur við
til Føroya, so at føroyingar
kunnu verða teir fyrstu at
hoyra sangirnar á útgávuni,
sigur hon.
Sonurin fylgir væl við
Maggie Reilly skal í heyst
ferðast við hesum tónleiki
í Onglandi og aðrastaðni
í Europa, men eisini her
standa føroyingar fremst í
køini, tí konsertferðin byrjar
á Summar Festivalinum í
Klaksvík.
- Eg gleði meg sera
nógv at koma til Føroya at
spæla. Sonur mín er sera
áhugaður í norðurlondum
og norðurlendskum rock-
tónleiki, og hann sigur, at
nógvur góður rocktónleikur
er í Føroyum, sigur Maggie
Reilly, sum er fødd í skotska
býnum Glasgow, har hon
eisini er búsitandi.
Maggie Reilly hevur heimspremieru í Føroyum
- Eg gleði meg sera nógv at koma til Føroya at spæla.
Sonur mín er sera áhugaður í norðurlondum og
norðurlendskum rocktónleiki, og hann sigur, at
nógvur góður rocktónleikur er í Føroyum, sigur
Maggie Reilly, sum gevur nýggja fløgu út í september
- Tá eg standi á
pallinum og spæli og
syngi, merki eg, um
tað tilfarið, ið eg havi
gjørt, veruliga heldur
ella ei, sigur Martin
Joensen, ið spælir á
Summar Festivalinum
í ár
Summar
Festivalur
Solby A. Eliasen
Ein av bestu føroysku
sangskrivarunum í nýggj-
ari tíð fer at framføra
allar sínar kendu sangir
á Summar Festivalinum.
Vestmenningurin Martin
Joensen hevur skrivað eina
øgrynnu av góðum san-
gum, sum føroyingar kenna
og hava tikið til sín.Tann
gamli Svarti Ravnur er bara
tann fyrsti í eini langari
røð av hittum, sum Martin
Joensen hevur gjørt, sungið
og spælt.
Útgávurnar hjá Vest-
monnum í 80’unum vóru
tiltiknar, og har hevði
Martin ein týðandi fingur
við í spælinum. Seinni
hevur hann givið tónleik
út á solofløgum, og har
hevur eyðkendi stílurin hjá
Martini livað víðari.
Samband við
áhoyrarar
Sangir sum Morgun, Ró,
Pengar, 60’ini, Eg havi
tað gott og nógvir, nógvir
aðrir eru komnir burtur úr
sangskrivingini hjá Martini,
og tað er ein perlurøð av
fólksligum poppsangum,
sum Martin trívur í, tá ið
hann fer á pallin saman við
sínum bólki.
Og
sambært
Martini
Joensen sleppa sangirnir
veruliga at standa sína
roynd, tá ið hann hevur
framførslur.
- Tá eg standi á pallinum
og spæli og syngi, merki eg,
um tað tilfarið, ið eg havi
gjørt, veruliga heldur ella
ei, sigur Martin Joensen
og leggur afturat, at tær
ferðirnar, hann merkir, at
bólkur og áhoyrarar eru
eitt undir framførsluni, er
uppgávan røkt til fulnar.
- Og tað skal ikki bara
vera, meðan vit spæla hitt-
ini, men helst undir allari
framførsluni, sigur hann.
Martin Joensen fer at
spæla leygarkvøldið á Sum-
mar Festivalinum.
Sangirnir hjá Martini sleppa at royna seg
Fyrsta tiltakið á
Summar Festivalinum
2006 verður í
Virkishúsinum fyri
ung í Klaksvík. Tríggir
tónleikabólkar fara
at hava framførslur
í Virkishúsinum
longu hóskvøldið á
festivalinum
Summar
Festivalur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóskvøldið 3. august kl.
18.00 verður fyrsta tónleika-
framførslan
á
Summar
Festivalinum 2006. Tá fer
bólkurin The Story Ends
á pallin í Virkishúsinum
fyri ung í Klaksvík, og
seinni á kvøldinum fara
tveir aðrir bólkar eisini
at
hava
framførslur
í
Virkishúsinum.
Stóru útikosertirnar á
Summar Festivalinum byrja
fríggjakvøldið, men longu
hóskvøldið ber til at hoyra
bólkar spæla live í Virkis-
húsinum.
Umframt The Story Ends
fara eisini Isadora & The
Rebels og Budam at spæla.
Søgan byrjar
við endanum
The Story Ends er ein
progressivur rokkbólkur,
sum við sínum lívligum
framførslu veruliga kann
fáa áhoyrararnar við sær.
The Story Ends vendir sær
serliga til tað yngra ættar-
liðið, og tí er tað upplagt, at
teir verða við á tiltakinum,
sum setir Summar Festivalin
í gongd í Virkishúsinum
hóskvøldið.
Í vetur var The Story
Ends við tónleikakappingini
Global Battle of the Bands,
og har endaði bólkurin í
finaluni í kappingini. Teir
vístu enn einaferð í hesari
kapping, at teir duga at fáa
fólkið við sær, og at tá teir
spæla, ja, so er rættiligt
lív í.
Sangirnir hjá The Story
Ends eru ikki so beint fram,
sum rocktónleikur ofta
kann vera. Teir duga væl
at arbeiða við orðum og
løgum, og tá ið talan er um
djarvar ungar menn, verður
heildin eisini serstøk og
spennandi.
Uppreistur við
Isadoru
Isadora & The Rebels er
eitt rímiliga nýtt navn í
føroyskum tónleiki, men
tey hava longu gjørt vart
við seg til ymisk tiltøk.
Bólkurin spældi eitt nú í
Kagganum nýliga, og har
fingu tey góða ummæli fyri
framførsluna. Sangarin í
bólkinum Guðrið Hansen
hevur eisini spælt nógv
sum einstaklingur – serliga
í høvuðsstaðnum. Hon var
við í singer/songwriter
kappingini
hjá
Hafnia
Lounge, og hon var eisini
við í bólkinum PH5,5 í Prix
Føroyum. Guðrið var fyrr í
ár í uppskoti til ein av Planet-
virðislønunum. Áður hevur
Guðrið eisini roynt seg sum
sangara í Íslandi, har hon
var við í teirra útgávu av
sjónvarpskappingini Idols.
Har stóð hon seg rættiliga
væl. Guðrið og bólkur
hennara, Isadora & The
Rebels, verða at hoyra í
Virkihúsinum hóskvøldið.
Budam við
spennandi tónum
Hann hevur verið kendur
sum framúr góður gittar-
spælari, men nú er Búi
Dam eisini farin at syngja,
og hann skapar spennandi
tónleik við sínum sanghátti.
Búi byrjaði sum ein rock-
tónleikur, men hann hevur
flutt seg líka so nógv yvir í
jazz og fólkatónleik seinnu
árini.
Tónleikurin, sum Búi nú
spælir, verður lýstur sum
eitt bland av country og
fólkatónleiki, men ikki
minst yrkingarnar standa
sentralar í tónleikinum. Búi
finnur íblástur í mytologi,
og honum dámar væl at
siga frá søgum í sínum san-
gum. Búi skrivar sjálvur
bæði orð og løg.
Búi hevur nakrar góðar
tónleikarar afturat sær.
Mikael Blak spælir bass,
Rógvi á Rógvu trummur
og Magnus Johannesen
trummur.
Virkishúsið tjóvstartar Summar Festivalin
Budam, Isadora & The Rebels og The Story Ends fara at spæla
á Virkishúsinum fyri ung í Klaksvík hóskvøldið á Summar
Festivalinum