sunnudagur 23. juli 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 139 - 21. juli 2006
Tillukku til B36
Mikukvøldið skrivaði B36 ein flottan part
av føroyskari fótbóltssøgu, tá teir sum fyrsta
føroyska felag spældu seg víðari í Evropisku
meistarakappingini.
Grundarlagið undir sigrinum á maltesiska
Birkirkara varð skapt á Malta, har føroyska
liðið vann ein flottan 3-0 sigur, og tí var
javnleikurin á heimavølli mikukvøldið nóg
mikið at tryggja víðari luttøkuna.
Hóast maltesiska liðið kanska ikki telist
millum tey sterkastu, sum hava vitjað her á
landi, so er sigurin hjá B36 eitt greitt tekin
um, at føroyskur fótbóltur – eisini í felagshøpi
– hevur gjørt stór framstig, síðani altjóða
luttøkan varð veruleiki í 1992. Og at talan
eisini er um næsta ár á rað, at B36 spælir seg
víðari, eftir at teir í fjør bastu íslendska ÍBV
í UEFA-Cup, staðfestir eisini støðuna hjá
B36, sum í løtuni má sigast at vera ein av
fremstu flaggberum okkara í altjóða høpi.
Nú
bíðar
helst
størsta
avbjóðingin,
sum nakað føroyskt felag hevur havt, tá
føroyameistararnir komandi mikudag trína
inn á velduga heimavøllin hjá Fenerbache,
sum sigst hava nakrar av mest fanatisku
heimaáskoðarunum í Evropa. Ein uppgáva,
sum krevur bæði hegni og hepni – men ikki
minst dirvi og áræði. Og vilja vit nýta høvi til
at ynskja B36 bæði tillukku við bragdinum,
sum higartil er framt – og góða eydnu í
møtumiklu uppgávuni.
Og samstundis benda hini føroysku úrslitini
á, at stór framstig eru hend. Iðranin um, at
tað glapp á stokkinum hjá HB, gerst eisini
eyka stór, tá hugsað verður um, hvat hetta
kundi merkt fyri føroyskan fótbólt. Tí megna
fremstu lið okkara at koma á eitt støði, har tey
verða styrkismett soleiðis, at mótstøðuliðini
koma úr allar veikastu londunum, kann víðari
luttøka gerast mest sum gerandiskostur. Og
bæði ítróttarliga og fíggjarliga vil altjóða
luttøkan tá gerast eitt enn størri íkast til
føroyskan fótbólt. Eitt íkast, sum enn einaferð
undirstrikar tað rætta í avgerðini, sum á sinni
varð tikin, tá føroyingar lupu upp í altjóða
fótbóltsheimin.
Sosialurin
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Nýbrot hendi í gjár í orða-
skiftinum um tilfeingis-
rentu av fiskaríkidøminum
á føroykum sjóøki, sum
eftir lógini er ”ogn Føroya
fólks”. Í greinum í bæði
Sosialinum og Dimmu,
tekur Jógvan við Keldu, fyrr-
verandi landsstýrismaður
og núverandi løgtings-
maður fyri Fólkaflokkin,
nú undir við hugsanini um
tilfeingis-rentu.
Jógvan skrivar, eftir at
hava hugsa seg um og víst
á nøkur fyrivarni, soleiðis:
”Áhugavert kundi verið at
spurt bæði løgmann, Rolf
Guttesen og Kára Petersen,
um
nú
tilfeingisrentan
gjørdist veruleiki, um hon
kundi verið brúkt t.d. til
part av eftirlønargrunni
fyri arbeiðaran í Føroyum,
so hon veruliga kom á
eitt neyðugt stað, heldur
enn at farið beinleiðis í
landskassan”
Har er bert eitt lítið
fyrivarni í kósskiftinum, og
tað er, at tilfeingisrentan
ikki skal fara beinleiðis
í landskassan, men í ein
eftirlønargrunn, sum skal
gera aldurdómin eitt sindur
mildari
hjá
arbeiðandi
fólkinum. Og tað má sigast
at vera heilt rímuligt.
Eg haldi, at tað er fínt,
at Jógvan sær, at hatta við
einari góðari eftirløn, er
nakað: ”so hon (tilfeingis-
rentan) veruliga kom á
eitt neyðugt stað.”. Við
hesum er vunnið nakað á
tveimum týðandi økjum.
Fólkaflokkurin
skjýtur
upp ein eftirlønargrunn
fyri arbeiðaran í Føroyum,
og samstundis fær hann,
sum tann fyrsti, loyst
tað konkreta málið við
tilfeingisrentuni, at hon
skal innkrevjast og hvussu
hon kann brúkast. Hetta er
veruligt nýbrot!
Eg kann sjálvandi ikki
svara fyri, hvat ið løgmaður,
Jóannes Eidesgaard og Kári
Petersen, vilja svara. So væl
kenni eg teir ikki. Og hvønn
Kára Petersen, ið Jógvan
meinar við, er ikki klárt.
Har er bæði ein telvari, ein
sangari, ein róðrarmaður,
ein chaufførur, sum bera
hetta góða navn. Kanska
havi eg bara ikki lisið
bløðini nóg væl.
Men eg ivist onga løtu í,
at teir báðir, hvør Kári so er,
taka hetta nýbrot, og hetta
tilboð frá Fólkaflokkinum
um sum nakað sera posi-
tivt. Jógvan rættir fram
semjuhond, og eg skal vera
skjótur at siga takk fyri
Jógvan við Keldu og Rolf Guttesen avtala,
at tilfeingisrenta fer í eftirlønargrunn!
rolf
guttesen
viðmerkingar
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur @sosialurin.fo
tlf 341800
Góði Bill, tú hevur so ilt av, at
Føroya fólk fær møguleikan
at velja. Ein kundi næstan
fingið illgruna um, at um
tú fekk loyvi til tað, so
hevði tú sum ein annar
einaræðisharri lagt teg út í
hvørja einastu avgerð hjá
tí einstaka. Tú leggur lítið
í øl ella vín og tað góðtaka
øll Føroya Fólk, hví kanst
tú so ikki góðtaka tað, at
flest Føroya fólk fegnast
við møguleikan, at kunna
keypa sær eitt glas av víni
afturvið matinum? Eingin
noyður Bill at drekka vín,
sjálvt um hann skal ein túr
við Smyrli ella á festival,
har verður eisini í framtíðini
hópin alkaholfríum vørum
til keyps.
Øll góðtaka Bill, men Bill vil
ikki góðtaka meirilutan
heðin d.
poulsen