Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. juli 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 21. juli 2006 11 tíðindi Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Vaktarskifti í leiðsluni á Psykiatrisku deild Eftir í mong ár at hava havt høvuðsábyrgdina fyri rakstr­arligu, fyrisiting­ar­ ligu og fíggjarligu leiðsl­ uni av Psykiatriska depli­ num á Landssjúkrahúsinum varð Sofus Joensen, yvir­ lækni, eftir egnum ynski loystur frá hesi ábyrgd, og tók samstundis Tormóður Stórá yvir. Og síðst í farna mánaði fór so Sofus vegna aldur eisini frá við eftirløn sum yvirlækni, hóast hann fyri tað kundi verið verandi nakað enn. Men ivaleyst hevur Sofus verið lúgvaður av síni drúgvu og ábyrgd­ arfullu vakt í mong ár. Hann kom framat sum leiðandi yvirlækni um tað mundið í nítiárunum, tá Árni Olsen var givin við evsta aldursmark, Heri Berg doyði av svárari sjúku, og August Gabriel Wang flutti niður at gróð­ urseta eitt nýtt sálarsjúkra­ hús í Keypmannahavn. Teir plagdu at skiftast um leiðsluábyrgdina. Avbjóðingin hjá Sofusi at skula lyfta fyrisiting­ar­ liga arvin eftir bæði Árna Olsen, Hera Berg og Au­ gust Wang í stórt sæð ein­ um hevur sanniliga kravt sín mann, men Sofus hevur so skulað gjørt tað í mong ár á rað, eisini undir kørg­ um og truplum um­­støðum. Virkisárini á psykiat­ri­ sku deild, tá staturin slepti, og landið tók við, vóru jú á mangan hátt ótrygg og trupul. Tá landið átti og ráddi, vórðu virk­iskorini nógv ávirkað av, hvussu tað gekst lands­búskap­ar­ liga, og sum kunnugt vóru nítiárini trupul at koma ígjøgnum, eisini á psyki­ atrisku deild. Starvsfólkauppsagnir og/ella hóttanir um slíkar vóru ein afturvendandi veruleiki, og afturat øðrum skerd­um tilfeingi, niður­ slitnum starvsfólkum, órøktum bygningum og tólum freistaði tað ikki júst yngri kreftir til at taka við tómum sessum. Frá at vera fýra yvir­ læknar at býta gerandis­ arbeiðið, leiðsluábyrgdina og ikki minst bakvaktina ímillum sín hava yvir­ læknarnir í fleiri ár bert verið tveir, Lise Nolsøe og Sofus, sum so hvør sær hava verið bundin stórt sæð hvørt samdøgur á tamb alt árið. Gamaní hava tað í styttri tíðarskeið verið útnevndir útlandskir avloysarar, men tað gerst so ongantíð tað sama sum við støðugari manning. Sofus er dugnaligur sál­ arlækni; ikki júst maðurin við teimum mongu og stóru orðunum, tíansheldur arm­ sveiggjunum, men hin vegin spakførur, umhugsin og avgjørdur, tá á stendur. Í øllum førum er tað í Sofusa stjórnartíð, at tann almenni hugburðurin mót­ vegis psykiatriskum yrki er vendur betra og rætta vegin. Hesi seinnu árini hava politisku og umsitingarligu myndugleikarnir sýnt nógv frægari vælvild yvir fyri Psykiatriska deplinum, og kanska royna teir eisini at bøta um farna misrøkt og aðrar syndir. Samstundis er góð og tiltrongd menning byrjað og farin fram á psykiatrisku deild. Psykiatriska sjúkra­ røktin er nógv ment og fjøltáttað, sosialráð­gev­ing­ in er tvífaldað, psyko­ logiski dugnin fleir­fald­ aður, starvsfólk innan ymisk fakøki hava nomið sær eftir- og fram­halds­ útbúgving eins og yngri starvsfólk eru komin til. Starvsfólk yvirhøvur tykj­ ast nú at hava orkuyvirskot til visjónir. Økispsykiatriin verður endurstovnað innan nógv tryggari karmar, enn tá August Wang stríddist einsamallur, og hon tá á sinni fall fyri bakka. Sosialpsykiatriin er eitt heilt nýtt og spennandi tiltak, og tað tykist, sum psykiatriin aftur dregur ung, framsíggin og virkis­ fús starvsfólk til sín, júst sum tá alt var so nýtt, for­ kunnugt og spennandi fyrst í sjeytiárunum. Avgjørt ikki Sofusi ein­ samallum fyri at takka, tí hann hevur fingið sær yngri, áhugað fólk afturat sær, eisini í leiðsluni, men framgongdin er so byrjað í Sofusa tíð. Nú Sofus valdi at leggja frá sær eitt sindur áðrenn evsta aldursmark, hevur hann helst verið troyttur av síni drúgvu vakt, men hann kann so óskammaður leggja frá sær og líta aftur á vala verk, har hann saman við sínum mongu sam­ starvsfelagum í hvussu er hevur munað rætta vegin. Sofus er væl lisin og fakliga dagførdur maður, og saman við sínum lív­ longu klinisku royndum innan sálarsjúkur átti hann onkursvegna at latið nakað av síni vitan frá sær í skrift og talu, var hann bara ikki so beista beskeðin maður, og gita vit rætt, so fer hann sum eftirløntur heldur at leita aftur til sínar røtur í bónda- og fiskimannaætt, nevniliga at flóta bát og sovorðið umframt at hugna sær í Leirvík, tí heimkærur er hann sum fáur og hevur ongantíð latið iva verið um, at leirvíkingur er og verður hann um allar ævir og tað við stórum "L"! Takk fyri, góði Sofus, við ynski um alt gott fram­ yvir. Samverkafólk á psyki­at­ risku læknagongini Nógv fólk var komið saman, nú Sofus Joensen mynstraði av skútuni á Psykiatrisku deild Okkurt skulu leysu løturnar nú nýtast til. Saman við hesum stilvunum fekk Sofus eisini snøri, so nú er lag á manni Føðingar 13. juli fingu Tina Nielsen og Jonn Arne Haraldsen, Mið­ vágur, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3500 gr. 14. juli fingu Cathrine Christensen og Jose Miguel Fernan­ dez Requena, Malaga, Spanien, eina dóttur. Hon var 48 cm. long og vigaði 3290 gr. 15. juli fingu Ata Reinert, Kaldbak og Kærleif Danielsen, Vágur, eina dóttur. Hon var 57 cm. long og vigaði 4130 gr. 15. juli fingu Louisa M. Eliasen og John Simonsen, Klaks­ vík, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2580 gr. 17. juli fingu Sigrun Davidsen og Hákun Steingrímsson, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3200 gr. 17. juli fingu Jóna Petersen og Jan Berg, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4610 gr. 17. juli fingu Elsebeth Djurhuus og Wenzel Olsen, Salt­ angará, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3800 gr. 18. juli fingu Rúna Egholm, Kvívík og Temel Yildiz, Hor­ sens, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2900 gr. 18. juli fingu Mai Halla E. Prior og Alexandre da Silva Braga, Miðvágur, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3100 gr. 19. juli fingu Kristina Joensen og Kurt Fossaberg, Sørvágur, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3450 gr. 90 ár Sunnudagin 23. juli fyllir Poul Poulsen (Pollaba), Klaksvík 90 ár. Drekkamuður ver›ur í ítrivstovuni á Norðoya Røktar­ heimi frá kl. 15.00 til 17.00. Brúdleyp Týsdagin 18. juli giftust í prestagarðinum í Kvívík Beinta Johannesen og Jóannes Mørkøre, Kollafirði. 22. juli giftast í Havnar kirkju Beinta Bendix Sørensen, Tórshavn og Jan Mølvad Laursen, Esbjerg. Veitsla verður fyri innboðin í HB-húsinum. Leygardagin 22. juli kl. 15.00 giftast í Vestmanna kirkju Durita Patti, Vestmanna og Pauli Dahl, Fuglafjørður. Veitslan verður fyri innboðin í Høllini í Vestmanna kl. 19.00. Leygardagin 22. juli kl. 16.00 giftast í Christianskirkjuni Heidi Simonsen, Sandavágur og Jan Gardar, Klaksvík. Veitslan verður í Skálanum fyri inn-bodnum. Leygardagin 22. juli kl. 16.00 giftast í Miðvágs kirkju Turid Marjun Gaardlykke, Miðvágur og Jóhannes Davidsen, Sandavágur. Veitslan verður fyri innbodnum í Bygdar­húsi­ num í Miðvági kl. 19.00. Leygardagin 22. juli kl. 15.00 giftast í Christianskirkjuni Davina á Lava Sundskarð, Klaksvík og Árni Skorðastein, Leirvík. Veitslan verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík. Leygardagin 22. juli kl. 15.30 giftast í Gjáar kirkju Eyðvør Huusgaard á Fløtti, Argir og René Thomsen, Odense. Veitslan fyri innbodnum verður í Gjáargarði kl. 18.30. Leygardagin 22. juli kl. 12.00 giftast í Listaskálanum, Elin Maria Jóannesardóttir Hansen, Runavík og Jóhan av Reyni, Tórshavn. Veitslan verður fyri innbodnum á Svangaskarði kl. 18.00. Leygardagin 22. juli kl. 12.00 giftast í Grøndalslund kirkju, Tårnvej 350, Rødovre, Helena Gaard, Klaksvík og Leif Bjar- ning, Rødovre. Brúdleypasadr.: Strøbyholm 40, DK 2650, Hvidovre. Leygardagin 22. juli kl. 15.00 giftast í Havnar kirkju, Dorthe Pedersen og Súni Christiansen, bæði úr Tórshavn. Veitslan verður fyri innbodnum í samkomuhøllini í Føroya Studenta- skúla í Hoydølum kl. 19.00. Leygardagin 22. juli kl. 13.00 giftast í Betesda í Klaksvík, Dánjal Johannesen og Jóhanna Reyðberg, bæði úr Klaks- vík. Veitslan verður fyri innbodnum á Sjómansheiminum kl. 18.00. Høgni Erling Bech og Mary-Ann Andreasen skulu giftast tann 22. juli í Kelduni í Skálafirði kl. 14.00. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 18.00. Leygardagin 22. juli giftast í Klosterkyrkan í Lund í Svøríki, Anker Hansen, Leirvík og Ann-Kristin Nilsson, Tórshavn. Prógv Hin 30. juni fekk Durita Reynheim, Tórshavn, prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur á Center for Videregående Sundheds Uddannelser i Odense. Jørgen Meitilberg hevur 3. juli 2006 lokið prógv á Syd­ danske og á Universitetinum í Keypmannahavn, sum cand. mag í søgu og stjórnmálafrøði, við serritgerð í føroyskum tjóðarsamleika. Paulina Poulsen av Eiði, vanliga nevnd Lina, andaðist á Eysuroyarrøktar- og ellisheimi mikudagin 19. juli. 90 ára gomul. Kistan fer av røktarheiminum í Runavík sunnudagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Eiðis kirkju mánadagin kl. 13. Sálmabókin verður nýtt. Jon Gulak Jacobsen fer til gravar úr Hvalbiar kirkju leygardagin klokkan 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Jon Gulak kunnu lata Amnesty eina gávu. Kistan við Sveinbjørni Kvilt fer úr Lands­sjúkra­hús­ kapellinum hósdagin klokkan 18 í Skála kirkju. Jarðar­ ferðin verður leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Sveinbjørn kunnu lata Skála kirkju eina gávu. Anna Ljósstein, ættað úr Skopun, búsitandi í Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mikumorgunin 19. juli, 96 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi heim í Christianskirkjuna leygarkvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni sunnudagin kl. 14.00. Sungið verður úr Sálmabókini. Andlát og jarðarferðir