sunnudagur 23. juli 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 139 - 21. juli 2006
Símin Højgaard
f. 24. juli 1936 d. 26. mars 2006
Eg sigla man
yvir lívsins hav,
meg ber hin
skiftandi bylgja
Símin Højgaard livdi við
blóðkrabbameini í seks
ár. Sum lívskraftin vikn
aði, komu hjáárin, ið
voldu honum sjúku og
pínu. Hann andaðist 69
ára gamal á Landssjúkra
húsinum
Næst yngstur av fýra
systkjum vaks hann um í
Brekkunum á Toftum.
Sum smádrongur baldist
hann á sjónum saman við
pápanum, beiggjum o.ø.
Tokkin til siglandi skúr
ur heldur enn spákan á
landi førdu til, at hann øll
síni virknu ár sigldi sum
dekkari, bestimaður og
skipari. Sína fyrstu sigl
ingarløn fekk hann sum 12
ára gamal fyri at føra ferða
fólk turrskødd av Toftum
til Strendur við opnum
báti. Soleiðis var tað tá.
Í 1964 búsettis Símin í
Runavík við konu síni
Hjørdis. Familjulívið mynd
aðist av fimm børnum,
teirra makum og níggju
abbabørnum.
Heima lá honum fram
maliga at verea virkin.
Handalig avrik avgreidd
ust hegnisliga bæði við
huga og sál, men einamest
treivst hann í práti við
familju, vinum og kenn
ingum. Opin fyri tíðarinnar
veruleikum.
Hann
var
góðsligur
maður, sum vísti nærum
óendaligt hjartalag og
tolsemi. Sum familja ken
du vit okkum trygg í nær
veru hansara, hvussu lívið
so annars leikaði. Í honum
sóu vit stúran og stríð
ganga hond í hond við vón
og gleði.
At enda untist honum
ikki at luttaka fult og heilt
í lívinum. Hann slapp
undan at liggja sjúkur
leingi, men livdi seinasta
skeiðið í iva og vón um,
hvussu nógvir dagar hon
um vóru tillutaðir. Treyð
ugt segði hann farvæl við
síni kæru.
Símun hevði verið 70 ár
tann 24. juli, um lagnan
ikki vildi honum tað øðr
vísi.
Góði pápi og maður
Hjá okkum kendist óenda
liga svárt at missa teg,
hóst vit leingi í stillum
stúrdu. Tú livdi tínar sein
astu seks dgar á intensivu
deild í respirator, og vit
væntaðu, óttafull og undr
andi, at tú enn eina ferð
fór at hóra undan; von við
at tú ikki legði frá tær.
Á 70 ára føðingardegi
tínum hátíðarhildu vit dag
in við minninum um teg,
sum fylgir okkum. Í sakni
føla vit takksemi fyri alt, tú
hevur verið fyri okkum.
Uggan í at tú nú ikki følir
sárka og pínum, og at vit
einaferð síggjast aftur.
Lat akker falla!
Eg náddi havn,
farvæl, tú ótrygga bylgja!
Eg leggi meg
í hans kærleiksfavn,
sum trúgvur
mær vildi fylgja.
Hoyr, kendar røddir
meg blíðar kalla,
nú stilt mítt akker
man niður falla
í tryggu,
sælu hvíldarhavn!
Hvíl í fríði
Hjørdis og børnini
Jona Eidesgaard farin
Mánadagin 17. juli andaðist
Jona Eidesgaard, Tvøroyri,
á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Hon fór til gravar í dag úr
Tvøroyrar kirkju og varð
grivin undir liðini á manni
sínum, Erlingi Eidesgaard.
Jona og Erling vóru for
eldur Jóannes Eidesgaard,
løgmann.
Jona var fødd 27. juli
1917 og sostatt knappliga
89 ára gomul, nú hon legði
árarnar inn. Hon var ættað
úr Trongisvági. Foreldrini
vóru Jóhanna, sum var
ættað av Økrum, og Dani
al Jacob Magnussen, sum
bar kelinavnið Bóndin,
hóast hann ongantíð sat
við nøkrum festi. Jóhanna
og Danial Jacob fingu átta
børn, sum vórðu nevnd hjá
Bóndanum.
Tey
vóru
Thomasia Holm í Hvalba,
Thomas Pauli Magnussen
í
Trongisvági,
Petur
Magnussen, sum doyði av
tuberklum, tá ið hann var
19 ára gamal, Gerda
Magnussen, sum var ógift
og búði á Tvøroyri, Jona,
Gunnar
Magnussen
í
Trongisvági,
Georg
Magnsussen í Trongisvági
og Hjalgrím Magnussen í
Havn.
Nú Jona andaðist, eru øll
átta børnini hjá Jóhonnu
og Danial Jacobi farin.
Sum ung genta hjálpti
Jona til hjá einari mostur,
sum var hárfríðkanar
kvinna á Tvøroyri.
18. september 1946 gift
ist Jona Erlingi Eidesgaard
úr Oyndarfirði. Hann var
hetta sama summarið lið
ugur at læra til lærara, og
tey bæði búsettust á Tvør
oyri, har Erling var lærari
og frá 1971 varaskúlastjóri.
Erling fór úr starvi 1. mars
1987, og hann doyði 21.
mai 1987.
Jona og Erling búðu á
Tippinum á Tvøroyri, og
luturin hjá Jonu var, sum
hann var tað hjá flestu
føroysku kvinnunum tá í
tíðini, at halda hús og at
vera kona og mamma. Hon
var miðdepulin í heimi
num, og inntil tað síðsta
fylgdi hon væl við í øllum
tí, sum fór fram kring hana
og víða um. Ikki minst
hvussu tað gekk hjá yngsta
soninum í løgmansembæti
num. Jona var nøgd við sín
leiklut, gekk høgt upp í
familjuna, og hon hevði
evnini at duga at gleðast
saman við øðrum, tá ið tað
gekk teimum væl.
Eftir at Erling var deyð
ur, búði Jona í næstan
fimtan ár saman við systr
ini Gerdu, sum andaðist í
2002.
Jona og Erling fingu
fýra børn: Martin (1947)
er skúlastjóri á Tvøroyri,
Magni (1948) er tannlækni
í Vági, Jóannes (1951) er
løgmaður,
og
Eyðdis
(1958) er skúlastjóri í
Eysturskúlanum í Havn.
Ommubørnini hjá Jonu
eru níggju, og nú hon flutti
foldum frá, vóru tíggju
langommubørn komin.
Red.
Pápa mínum til minnis
Símun Rasmussen
f.10/4-33 d. 17/7-05
Ár er umliðið.
So brádliga og óvæntað,
vart tú ikki meir
Hóast heilsuni bilti
og lívid tyktist torført,
so kendist tað hugstoytt
– á ein hátt órættvíst
at eisini tú vart farin
– so tómt á Heyggi
Tú kendi eisini tómleikan,
sorgina og saknin.
Mamma fylti so nógv
– var so nógv fyri okkum.
At beiggi gjørdist sjúkur
og eisini var tikin frá okkum,
var ikki minni smeiturin.
Tær untist 7 abbabørn
– sást tey vaksa til
– ein barnavinur burturav
– vart nógv um tey.
Nógvir haga- og Tangatúrar,
sum tey minnast við takksemi.
Tókst hond um faðirleysu abbabørnini
og borðreiddi mangan døgurðabitan
– rós fái tú fyri tað.
3 langabbabørn
– so lívsjáttandi.
Tú lívgaðist upp
– Vildi ynskt tú upplivdi tað fjórða og..
Arbeiðslívið gjørdist fjølbroytt
spennandi og mennandi.
Strandingur gjørdist 3. barnið títt
– í samfull 42 ár.
Áhugi og umsorgan
fyri skipi og manning
var undrunarverd.
Babba, eg síggi teg fyri mær
– eftir bygdavegnum
– tínir dagligu túrar.
Hyggi inn á gólvið
– tú leggur kabal
– fæst við at matgera
– ella var tað rokniskapurin.
Kvæða- ella Kingobókin lá har stundum
– ein slíkan tokka tú hevði
til hesa gomlu mentan.
At hoyra tína reinu rødd
var ein fragd fyri oyra
– babba, tú var ein hugnaligur maður
og inniblíður, sum mamma, var tú.
Nú eru tit øll farin
– komi altíð at sakna tykkum
– havi lært at liva við sakninum!
Babba, takk fyri tað, tú vart
og fyri alt, tú lærdi meg
Dóttir tín
Minningarorð