sunnudagur 23. juli 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 21. juli 2006
13
Í barnaárum lívið blómar
Og verðin smílir, lær og ljómar.
Í sjónarringi andin hómar
Í trúgv eitt himmalskt land, sum barnahjarta nam.
Himmalska lyftisland, teg barnatrúgvin fann,
Tú ungdómshjarta vann, - tí har býr Jesus
Ja, ungdómsár og síðan gráu hár
Meg minna um eitt ævigt himmalskt vár!
Í ungdómsárum birtast dreymar,
Í loyndum kvekjast kenslur eymar,
Og vónin, sum í brósti streymar,
So tráandi í trúgv móti himmalhæddum ber.
Í manndómsárum tíðin trýtur,
Og stúran stundum hjarta nítur,
Men gjøngum alt seg trúgvin brýtur
Og festir eyga aftur lyftislandið á.
Í ellisárum minkar megin,
Og mangt kann dimma trúðarvegin,
Tó altíð floymir himmalgleðin,
Í hjarta inn, tá trúgvin lyftislandið sær.
Ein heilsan til pápa mín, Pollaba,
ið fyllir 90 ár 23. juli 2006
Góði pápi. Nú tú fyllir níti
ár, vil eg senda tær henda
sálm sum eina heilsu til
tín. Tú hevur nú livað eitt
langt lív, og eg takki Guðdi,
fyri at Hann hevur givið
mær loyvi at átt ein pápa
sum teg í so mong ár.
Títt lív hevur verið á
sjónum, og kann eg minn
ast sum smágenta, at tá tú
vart heima um summarið,
plagdi tú at fara við okkum
við árabáti at dyrgja. Tað
var hugnaligt. Og hvørja
ferð tú vart á veg heim av
einum langum túri, sták
aðist mamma og gjørdi alt
so hugnaligt, tí nú kom
pápi heim.
Tíðin flýgur avstað, árini
eru nú mong, og ert tú nú á
Røktarheimi. Ofta sigur tú,
tá vit eru og vitja teg »forbi
er nu barndommes dage,
og jeg ejer kun minder
tilbage« Tað kunnu vit
sanniliga siga um teg. Vit
eiga bara góð minni um teg
og mammu við, sum ikki
er millum okkum meira.
Tín trúgv og títt lív hevur
verið fyrimyndarligt. Altíð
við tí góða og altíð takk
samur, og hvørja ferð tú
hevur fingið eina hjálpandi
hon av starvsfólkunum,
nevnir tú tey fyri »perlur«.
Góði pápi, tú og vit eru
ríkiliga vælsignað. Tú eig
ur fýra børn, 16 abbabørn
og 18 langabbabørn og
hava tey eisini nógv gott at
minnast um teirra abba
lang.
Vit gleða okkum at verða
saman við tær sunnudagin,
og ynskja at Harrin fram
vegis ríkiliga skal vælsigna
teg.
Tær bestu heilsur frá
dóttur tíni.
Elsa
Sveinbjørn Kvilt av Skála farin 83 ára gamal
Sveinbjørn var av Eiði, sonur Tho
minu, f. Andreassen, og Hans Jacob
Poulsen, sum var fyrsti løgtings
maður fyri Javnaðarflokkin í Eyst
uroynni.
Pápin, ið eisini var fiskimaður,
doyði, meðan børnini vóru smá,
bert 43 ára gamal, og mamman sat
eftir við 6 børnum. Tey eru: Mar
gretha Sigurðsson, Poul Engberg
Poulsen, Sveinbjørn Kvilt, Tórhallur
Kollsker,
Alfred
Poulsen
og
Ásmundur Poulsen. Av teimum eru
Alfred og Ásmundur eftir á lívi.
Sveinbjørn giftist við Katrin,
dóttir Kristionnu, f. Hansen, og
Johan Kallsoy, lærara og løgtings
mann, eisini av Eiði, og settu tey
búgv á Skála.
Sveinbjørn og Katrin eiga 4 børn,
Tórhild, sum býr í Havn, Elinborg
og Trúgvi, sum búgva í Danmark,
og Jórun, sum býr í Runavik.
Sum ungur fór Sveinbjørn til
skips, og sigldi hann eisini nógv
undir krígnum. Seinni sigldi hann
nógv ár við norðmonnum. Tey
síðstu mongu árini arbeiddi hann á
Skála Skipasmiðju á planloftinum.
Sveinbjørn var góður til hendurnar
og bygdi t.d. beiggjanum Poul
Engberg ein speedbát. Eisini høvdu
tey kafé á Skála, har konan hevur
frísørsalong.
Sveinbjørn var væl vitandi maður,
las nógv, og hevði sínar avgjørdu
meiningar um ymisk samfelags
viðurskifti.
Jarðarferðin verður úr Skála
kirkju leygardagin tann 22. juli
kl.13.00.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og
hjálpsemi, tá kæri bróður, svágur, pápabeiggi
og abbabeiggi okkara
Jákup Andreasen
Øravíkarlíð
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Heimarøktina og tykkum á
Landssjúkrahúsinum.
Tøkk til Sonju Klein og Jónsvein Bech, prestar,
fyri troystarrík orð.
Tøkk til sangarar, kirkjutænarar, berarar og gravara.
Tøkk fyri uppringingar, blómur, kransar, gávur og tit øll,
ið hjálptu til á annan hátt til jarðarferðina og ervið.
Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Kaj, Rhonda, Niels John, Bergur og Óli
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymsan hátt mintust til
mín á áttati ára degnum, takki eg so hjarta
liga.
Birgit Hestoy
Tvøroyri
Tøkk
Øllum tykkum, sum veittu hjálp og sýndu samkenslu,
tá okkara kæri pápi, verpápi, abbi, langabbi og beiggi
Malvinus Joensen
Klaksvík
andaðist og fór til gravar, takka vit hjartaliga.
Takk til Dupultkvartettina í Ebenezer fyri vakran sang,
takk fyri troystarrík orð í kapellinum og í Betesda,
og takk fyri gávur til Zarepta.
Familjunnar vegna
Marjun, Súsanna, Katrin, Bjarni og Davis
Tøkk
Eina hjartans tøkk senda vit tykkum øllum,
ið sýndu samkenslu og á annan hátt hjálptu til,
tá ið okkara elskaði pápi, verpápi, abbi og langabbi
Zacharias Müller
Porkeri
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til familju og vinir, ið hjálptu til við jarðarferðina.
Tøkk til Hilmar Bech, prestarnar Jónsvein Bech
og Ólavur Rasmussen fyri troystarrík orð
í kapellinum og kirkjuni.
Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og peningagávur
til Missiónshúsið.
Tøkk til sangarar og kirkjutænarar.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Harrin signi tykkum øll.
Familjunnar vegna
Sonja, Elna, Daniel Jacob og Signa
Leygardagin
Maria Magdalena. Verður nvnd sum ein av teimum
kvinnunum, sum vóru í fylgi við Jesusi og verður
sett í samband við ymiskar kvinnur, sum vit annars
hoyra um í evangelisku frásøgunum. Var ein av
kvinninum við Jesu grøv, tá ið hann var upprisin.
Magdalena merkir úr bygdini Magdala.
Sunnudagin
Appolonaris. Sigst at hava verið ferðafelagið hjá
ápostlinum Pæturi og varð av honum sendur til
Ravenna í Italiu sum trúboðari. Har gjørdist hann
fyrsti biskupurin, men varð fyribeindur umleiðs ár
75 av uppøstum heidningum.
Mánadagin
Kristin. Eftir halgisøguni er talan um eina ellivu
ára gamla gentu, sum verður tikin av døgum, av
tí at hon breyt nakrar skurðgudamyndir og gav
teimum fátøku gullið og tað dýra tilfarið, tær vóru
gjørdar av. Annars hava tvær halgar kvinnur 24.
juli sum minningardag. Sankta Kristina úr Týrus
og Sankta Kristina úr Bolsena.
Dagarnir
Lesið Sosialin - so eru tit við