Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. juli 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 139 - 21. juli 2006 Bret Perkins er í Føroyum vegna Dansk Artistforbund, hann er komin í sambandi við G!Festivalin, men longu áðrenn festivalurin var byrjaður, hevði Perkins funnið tveir føroyskar solistar, ið hann hevur boðið við á konsertir uttanlands. G!Festivalurin Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo “Eg havi vilja sloppið til Føroyar, síðan fyrstu ferð eg hitti Teitur fyri seks árum síðan”, sigur Bret Perkins, sum í hesum døgum vitjar í Føroyum. “Tá eg so spældi á somu konsert sum Eivør fyri trimum mánaðum síðan, var eg aftur mintur á hetta. Eg setti meg í samband við Dansk Artist Forbund har eg eri limur, og sum eg javnan skipi fyri tónleikaverk- støðum í samstarvi við. Tey greiddu frá, at tey kundu hugsa sær ment samstarvið við føroyingar, og eg legði beinanvegin atgongumerki inn.”, sigur Bret Perkins, sum í hesum døgum er í Føroyum og kunnar seg um føroyska tónleikapallin. Hann hevur longu verið á tveimum sýnisgluggakonsertum í Kagganum, og nú vitjar hann G!Festivalin, har hann ætlar at síggja so nógvar føroyskar bólkar, sum til ber. “Eg fór inn á myspace profilin hjá Høgna Lisberg og frá honum, kom eg inn á profilin hjá G!Festivalinum, og tá eg læs um festivalin, hugsaði eg, at hetta var ein góður møguleiki at vitja hetta landið, ið eg hevði hoyrt so nógv um, so eg setti meg aftur í samband við Dansk Artistforbund, sum nú hevur sent meg hendan vegin, og longu nú havi eg sætt nógvar føroyskar bólkar, og havi longu tosað við Lenu og Høgna Lisberg um at luttaka á tiltøkum, ið eg skipi fyri í heyst.”, sigur Bret Perkins. T.d. er ætlanin, at Lena skal luttaka á nøk- rum sonevndum listening room konsertum, ið Perkins skipar fyri í Danmark og møguliga eisini í Svøríki, hesar vera møguliga saman við Tom Kimmel, ið áður hevur arbeitt saman við Johnny Cash og Joe Cocker. Dansk Artist Forbund hevur syrgt fyri, at Bret kom í samband við Elina Hentze úr Norðurlandahúsinum og Kaj Johannesen formann í F.U.T. Burtur úr hesum er ein tónleikaverkstaður komin í lag. Hesin verður hildin í oktober í ár. Talan er um sonevnda samskriving, ið Bret Perkins metir vera ein tann besta møguleikan fyri at skapa netverk innan tónleikaheimin. Her verður talan um verkstað, har eini 8 føroyskir sang- skrivarar skulu skriva løg saman við 8 donskum sangskrivarum, og eisini møguliga sangskrivarum úr øðrum londum. Hetta gevur tónleikarunum møguleika fyri at skapa sær netverk, og at fáa íblástur frá hvør øðrum. Hetta hevur Bret Perkins gjørt við nógvum tónleikarum, og hann hevur somuleiðis ført nógvar sangskrivarar saman, t.d. er lagið Josephine hjá Teituri Lassen eitt úrslit av samskriving, ið Bret Perkins hevur lagt til rættis. Tónleikaverkstaðurin endar við eini konsert leygarkvøld og við einum tiltakið sunnudag, har eisini tey, ið ikki sluppu við á verkstaðin verða boðin. Har verður m.a. høvið at fáa persónligar samrøður við Perkins, um hvat tey skulu gera fyri at menna sín tónleik. Elin Hentze og Bret Perkins vitjaðu í Miðlahúsinum í Vágsbotnið, áðrenn leiðin gekk til Syðrugøtu (mynd: Jens Kr. Vang.) Kannar føroyskan tónleik Framførslurnar hjá ávikavist SIC og Deja Vu náddu ongantíð tær hæddir, sum mong høvdu vónað og glett seg til. Hetta tí at ljóðgóðskan var ov vánalig, til at nakar kundi framføra haldgóðan tónleik. G!Festivalurin Rókur Jákupsson Jakobsen & Niels Uni Dam Meðan Deja Vu spældi fór streymurin tvær ferðir. Fyrru ferð gekk tað eitt korter áðrenn streymurin kom aftur, vit sum lýddu á ótolnaðust. Tá ið streymurin so var afturkomin, spældu teir víðari. Teir vóru noyddir at taka fleiri løg av teirra skrá, fyri at samlaða skráin hjá G! festivalinum ikki skuldi verða ov seinkað. Men í endanum á seinasta lagið fór streymurin aftur. Hjá SIC gjørdist støðan verri. Gaman í, streymurin fór ongantíð heilt hjá teimum, men streym- veitingin til lítla pallin á Spæliplássinum var ikki so støðug, sum ein kundi ynskt sær, og hetta ávirkaði ljóðið. Onkuntíð sløknaði tann eina síðan av hátalarunum, og onkuntíð sløknaði báðar síðurnar. Sum áhoyrari fekk ein ongantíð ordiliga fokusera uppá tónleikin, vegna hetta ófantaliga ljóðið. Spell. Eisini SIC vóru noyddir at taka løg av skránni Tummil niður Hetta er heilt einfalt ikki gott nokk, og fyriskipararnir mugu taka hetta á sín rygg. Deja Vu og SIC eru tveir stórir føroyskir bólkar, sum báðir eru framúr á hvør sínum øki. Tað vóru nógv, sum høvdu glett seg til hesar framførslur, og tískil er tað eitt satt vónbrot, tá ið tílíkt hendir. Áhoyrarar hava goldið nógvan pening, og tey hava krav uppá at karmarnir skulu vera í lagið til eitt tílíkt tiltak. Ikki skal eg gera meg klókan uppá júst hví hetta hendi. Tað var ikki so, at streymurin fór í bygdini, og álítandi keldur vilja verða við, at tað heldur ikki var orsaka av tí váta veðrinum. Hetta er eitt óhapp sum bara ikki skal koma fyri á einum so stórum og væl fyriskipaðum festivali. Tá tað er sagt, so er tað eyðsæð, at hetta eisini er eitt hendiligt óhapp. Eisini skal sigast, at tá ið streymveitingin endiliga kom í rættlag, gjørdist konsertirnar á Spæli- plássinum heilt góðar. Darvaðar framførslur Vátt hóskvøld á G! Hóast onkrar turrar løtur var fyrsti dagurin á G!Festival- inum merktur av vátum og gráum veðri. Tó var ongantíð veruliga kalt, og talan var mest um sirm, so tú gjørdist ikki at kroppi. Fólk tyktist at hava latið seg í til veðrið, og tí gjørdi veðrið, sum so, ikki festivalupplivingina nógv verri. Hóast rættiliga fitt av fólki var á sandinum, tá Kaizers Orchestra var á pallinum, so kundi hetta als ikki samanberast við fólkamongdina tá høvuðsnøvnini í fjør Nephew og Europe spældu, hetta er møguliga orsakað av veðrinum, men eisini tí, at hóskvøld er. nud Líggjas og Flóvin bíða eftir streyminum SIC royndi sum frægast at berjast við ljóðið