sunnudagur 23. juli 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 21. juli 2006
15
»Ger Ísrael innrás, fer libanski stjórnarherurin
at verja landið«
libanski verjumálaráðharrin
útlond
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
tlf 341800
Í India hevur løgreglan
tikið
tríggjar
menn,
sum sambært løgregluni
høvdu
samband
við
bumbuatsóknina
at
jarnbreytarkervinum
í
stórbýnum Mumbai tann
11. juli, har meiri enn
200 fólk lótu lív. Tveir av
monnunum vórðu tiknir
í landspartinum Bihar
har norðuri í landinum í
gjárkvøldið, og tann triði
varð tikin í Mumbai tíðliga
í morgun.
Fleiri hundrað onnur
eru tikin í sambandi við
atsóknina, men tey flestu
eru latin leys aftan á av-
hoyringar, skrivar Reuters.
Teir tríggir menninir eru tí
tey einastu, sum formliga
eru handtikin, sigur løg-
reglan.
207 fólk doyðu, og meiri
enn 800 fingu skaða, tá
sjey bumbur brustu í
fleiri fullsettum tokum í
Mumbai.
Bush fríggjar
til tey svørtu
Fyri fyrstu ferð hevur ame-
rikanski forsetin, George W.
Bush, vitjað ein av teimum
svørtu borgararættinda-
felagsskapunum í USA.
AP skrivar, at tað var
týðiligt, at endamálið við
vitjanini var ein roynd
at fáa betri samband við
teir svørtu veljararnar,
sum vanliga velja demo-
kratarnar. Bush helt, at
republikanski flokkurin
hevur lagt ov lítlan dent
á teir svørtu veljararnar
- ikki bara nú, men í mong
ár.
-Í mínum eygum er tað
ein vanlukka, at tann gamli
flokkurin hjá Abraham
Lincoln kvetti sambandið
við tað afroamerikanska
fólkið, segði Bush, sum
bleiv dúgliga fagnaður fyri
orðini.
Ísrael ger ov nógv av
Fyrrverandi norski fo-
rsætisráðharrin Kjell Mag-
ne Bondevik sigur seg vera
ein av vinum Ísraels, men
hann kann kortini ikki taka
undir við tí, sum Ísrael nú
ger í Libanon, sigur hann.
-Mínir bestu vinir eru
teir, sum tora at gera vart
við seg, tá teir halda, at
eg geri eitt mistak. Tað
haldi eg, at Ísrael ger
nú, sigur Bondevik við
Aftenposten. Hann leggur
afturat, at tað, sum hendir
í Libanon nú, fer at seta
støðuna í økinum fleiri ár
aftur í tíðina.
-Tað er harmiligt, og
eg haldi, at Ísrael ger
ov nógv av, sigur Kjell
Magne Bondevik, sum
sigur seg taka undir við
stjórnini í Oslo, sum eisini
hevur funnist at ísraelsku
framferðini í Libanon
og kravt, at partarnmir
semjast um at binda frið.
George W. Bush.
Trý tikin fyri
bumbuatsókn
Kjell Magne Bondevik.
Stutt sagt
Etiopia hevur sent
hermenn inn í
Somalia, og tað
kann enda við kríggi
millum londini.
Krígsvandi
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Teir seinastu mánaðarnar
hava víðgongdir islamistar
tikið valdið í meginpart-
inum av Somalia. Soma-
liska stjórnin, sum fær
stuðul frá ST, hevur nú bara
ræði í býnum Baidoa, og í
gjár sendi Etiopia hermenn
inn um somaliska markið at
forða fyri, at islamistarnir
taka býin. Sambært AP
stóðu islamistiskir hermenn
beint uttan fyri býin, men
valdu at taka seg aftur, tá
teir etiopisku hermenninir
komu hagar.
Islamistarnir hava kravt,
at teir etiopisku hermenn-
inir fara úr Somalia alt fyri
eitt. Gera teir ikki tað, hótta
islamistarnir við heilagum
kríggi við Etiopia. Men
tað ræðir ikki stjórnina í
Etiopia. Kunningarmála-
ráðharri segði í gjár, at
tann etiopiski herurin fer
at jarðleggja islamistarnar,
sum sambært USA hava
tætt tilknýti til al-Qaeda og
Taliban.
Næstovastin hjá islamist-
unum í Somalia, Sharif
Sheik Ahmed, segði í
morgun,
at
etiopiska
uppíleggingin kann enda
við kríggi. Eygleiðarar
siga, at eitt kríggj í Somalia
fer at líkjast tí, sum er hent
í Irak og Afghanistan tey
seinastu árini.
Vandi fyri kríggi á
Afrikanska Horninum
Ísrael hóttir við
at víðka álopini á
Libanon, og libanski
herurin hóttir við
at hjálpa Hizbollah
ímóti ísraelsmonnum.
Miðeystur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Síðani Ísrael sendi hermenn
inn í Libanon, hava harðir
bardagar verið millum ís-
raelska herin og Hizbollah,
og báðir partar hava verið
fyri mannfalli. Arabiskar
sjónvarpsstøðir siga, at fýra
ísraelskir hermenn fullu
í gjár. Samstundis heldur
ísraelska flogvápnið fram
við at bumba mál í syðra
parti av landinum og í
Beirut, og í nátt skutu støðir
hjá Hizbollah 32 rakettir
inn í Ísrael.
Ein ísraelskur generalur
sigur við blaði Maariv í dag,
at herleiðslan umhugsar at
víðka álopini á Libanon.
Hann sigur, at tað fer at
krevja, at herurin sendir
boð eftir meiri fólki, og tað
tulka summir eygleiðarar,
sum at Ísrael umhugsar
at gera veruliga innrás í
Libanon og at herseta syðra
part av landinum eina
ferð enn. Sambært Maariv
hevur Ísrael longu savnað
fleiri túsund hermenn við
libanska markið.
Avgerðin
hjá
Ísrael
at senda hermenn inn í
Libanon kann hava við sær,
at libanski stjórnar-herurin
kemur upp í bardagarnar. Li-
banski verjumálaráðharrin
segði í gjárkvøldið, at ger
Ísrael innrás í Libanon, fer
stjórnarherurin at berjast
saman við Hizbollah fyri at
verja landið.
ST-aðalskrivarin,
Kofi
Annan, heitti aftur í nátt á
Ísrael og Hizbollah og bað
teir semjast um vápnahvíld,
men ísraelskir talsmenn
hava sagt, at Ísrael fer
ikki at helma í, fyrr enn
Hizbollah letur teir báðar
burturfluttu hermenninar
aftur. Harafturat skal Hiz-
bollah lata øll vápn frá sær.
Ísraelsku loftálopini hava gjørt sera stóran skaða í Libanon.
Hendan myndin er úr syðra parti av høvuðsstaðnum Beirut, har
Hizbollah hevur nógvar viðhaldsmenn.
Hótta við at víðka álopið