Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. juli 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 21. juli 2006 16 tíðindi Alternativa ólavsøkan á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn er fyrst og fremst fyri føroyingar, sum ikki sleppa á ólavsøku í Havn. Men hon er so eisini fyri at geva dønum og øðrum útlendingum møguleika at uppliva tað føroyska – at geva eina mynd av Føroyum, føroyskari mentan og virðum. Harvið er hon ein góður ambassadørur fyri Føroyar Hátíðarhald Jan Müller jan@sosialurin.fo Fyri triðju ferð verður skip­að fyri ólavsøku á Norðurbyggjuni í Keyp­ mannahavn. Og aftur í ár er gjørt eitt stórt kunn­ ingararbeiði millum før­ oyingar heima og í Dan­ mark. Hóast ólavsøkan hoyrir til í Havn, so er tað ein sannroynd, at ikki allir hava umstøður at vera heima um hetta mundið, og tí hava góð fólk í Danmark nú í fleiri ár skipað fyri eini alternativari ólavsøku úti á sermerktu Norðurbyggjuni í Keypmannahavn. Herfyri vóru tveir av før­oysku høvdingunum í Keypmannahavn, Martin Fjallstein og Heine David­ sen á sjarmuoffensivi í Før­ oyum fyri at finna spon­ sorar og fyri at kunna um tiltakið. Teir stukku sum vera man eisini inn á gólvið í Miðlahúsið í Vágsbotni og greiddu frá spennandi ætlanunum. Fyrr var tað siður at halda ólavsøkuna við kirkjugongd ólavsøkudag, og tað var so tað. So vóru tað góð fólk, sum hildu tað vera eitt hugskot at halda eina veruliga ólavsøku, um ikki heilt at kopiera veruligu ólavsøkuna, so kortini at tríva í fleiri ymsar tættir av henni so sum setan og skrúð”sigling”, kapp róður, føroyskan dans, sjónleik, midnáttarsang og fýrverk. –Vit vóna, at ólavsøkan her er komin fyri at verða, og at vit kunnu savna so nógvar herbúgvandi føroyingar og eisini ferðandi føroyingar sum til ber sigur Heini Davidsen, ið er ein av tungvektarunum aftanfyri hetta frálíka tiltak. Men roynt verður eisini at gera okkurt øðrvísi, og her kemur m.a. sekkjapíputónleikur inn í myndina. – Vit síggja eisini fegin, at danir og aðrir útlendingar við koma á ólavsøku á Norðurbryggjuni, soleiðis at teir tann vegin eisini fáa eina kenslu av, hvørji vit eru og hvørji virði og mentan vit standa fyri sigur Martin Fjallstein, sum held­ ur, at ólavsøkan har kann eisini verða brúkt sum ambassadørur fyri Føroyar. Tað var tann tíð, tá danir m.a. orsakað av negativu umtaluni av Føroyum í krepp uárunum í 90-unum, ikki høvdu so nógv til yvirs fyri føroyingum. Nú er nógv broytt, og nógvir danir síggja Føroyar sum eitt spennandi ferðamál. Kunnu vit við slíkari ólavsøku vera kveikjarar fyri donskum áhuga fyri Føroyum og føroyskum virðum, tá er eisini nakað vunnið við at skipa fyri slíkari høgtíð her sigur Martin Fjallstein, sum nú í nógv ár hevur gjørt eitt slóðbrótandi arbeiði fyri føroyingum í Danmark og eisini teimum dønum, sum hava víst Føroyum áhuga. Tað er sjálvandi eitt stórt fíggjarlig tak at skula skipa fyri slíkum tiltaki á hvørjum ári. Hóast tað hevur eydnast at fáa sponsorar so taka fyriskipararnir framvegis við opnum ørmum ímóti teimum, sum kundu hugsað sær at stuðla tiltakinum onkursvegna. Tað er bara at venda sær til fyrireikararnar í Føroyahúsinum. Sí heima­ síðuna www.faroehouse. dk. Teldupostadressan er postur@faroehouse.dk. Vit fara at ynskja stig- og luttakarum góða eydnu. Sí skrá fyri tiltakið aðrastaðni í blaðnum. Eisini Sosialurin og Portalurin fara at fylgja við ólavsøkuni á Norð­ur­ bryggjuni. Ólavsøka á Norðurbryggjuni: Góður ambassadørur fyri Føroyar Tveir av føroysku ambassdørunum í Keypmannahavn, her í Føroyum fyri at gera lobbyarbeiði til frama fyri ólavsøkutiltakinum á Norðurbryggjuni, Martin Fjallstein og Heini Davidsen Mynd Jan Müller Róð verður um kapp Nógv fólk samankomið á Bryggjuni Frá ólavsøkuni á Norðurbryggjuni í fjør