Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. juli 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 139 - 21. juli 2006 ] Nógvir eru úr Formula deildini Í vikuni eftir ólavsøku verð­ ur NM kapping fyri U-17 landslið í Føroyum. Før­ oyar skulu luttaka bæði við U-17 og U-19 lands­liði. U-17 landsliðið er í hesi vikuni í Aberdeen og luttekur í kapping. Í dag hava venjararnir hjá U-19 liðnum, Bill Ja­cobsen og Heðin Ask­ ham, boðað frá, hvørjar spælarar teir vilja hava at luttaka í NM kappingini. Tólv av teimum átjan spælarunum spæla í For­ muladeildini, og fleiri av hinum spæla í 1. deild. Uttan iva størsti trumfurin á føroyska lið­num er Christian R. Mouritsen, sum spælir við Manchester City. Føroysku spælararnir eru hesir: Rógvi Rygs­hamar, LÍF, Pætur T. Jørg­ensen, Ólavur í Ólavs­stovu og Nikl­ as Eysturoy, HB, Einar Han­ sen og Bogi Løkin, NSÍ, Sam Jacobsen, GÍ, Jóhan T. Davidsen og Levi Hanssen, Skála, Kristoffur Jakobsen og Mathias Samuelsen, KÍ, Jón Krosslág og Henn­ ing Joensen, VB, Johan Ellingsgaard og John Han­ sen, B36, Frank Poul­sen, ÍF, Rasmus F. Niel­sen, B71 og Christian R. Mouritsen Manchester City. Føroyska U-19 lands­ liðið er í bólki saman við Noregi, Onglandi og Svøríki. Fyrsti dyst­urin hjá liðnum verður mánadagin 31. juli klokk­an 14.30, tá ið Før­oyar á niðara vølli í Gundadali skulu spæla móti Noregi. -mørk Leikbann og bót til Zidane FIFA hevur nú tikið støðu til mest umtalaðu hendingina í HM-final­uni millum Italia og Frak­land. Hetta tá Zinedine Zidane stútaði Marco Materazzi í bringuna. Zidane fær fyri hetta leikbann í tríggjar dagar, men nú hann er givin at spæla, hevur hann játtað at arbeiða hetta av sær. Samstundis hevur Zidane, sum helst eig­ur nakrar milliónir á bók, eina bót á einar 35 tkr. fyri hendingina. Materazzi fekk tveir daga leikbann fyri at hava provokerað Zidane. Hartil fekk hann eina bót á knappar 25 tkr. -mørk ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 »At hittast á stadion er at rokna sum eitt slag av familju­ sameining, og tí er altíð fullsett, líkamikið hvør mótstøðan er« Yesim Barlas, Fenerbache Tað eydnaðist ikki at fáa skift um heima- og útidyst, og í morgin fer B36 til Bakgarðin í Helviti, sum Sükrü Saraçoglu ofta verður nevnt Fótbóltur Jákup Mørk Tað eydnaðist ikki B36 at fáa flutt fyrra dystin móti Fenerbache til at verða spældan á Tórsvølli. Á fundi millum B36 og turkiska felagið í gjár, royndi B36 annars nógv fyri at fáa býtt um uppá dystirnar. Serstakliga tí hetta gav betri fíggjarlig útlit fyri føroyameistarnar. Men royndirnar vóru til fánýtis. Turkisku umboðini hildu staðiliga fast um, at dystarskráin verður tann sama, sum lutakastið lagaði tað til, og longu nú eru leiðarar og spælarar í ferð við at fyrireika seg til ferðina til Bakgarðin í Helviti, sum heimavøllurin hjá Fenerbache, Sükrü Sara­ çoglu, ofta verður nevndur. Dysturin her verður spæld­ur mikudagin, 26. juli klokkan 21 lokala tíð, og retur­dysturin verður so á Tórs­vølli tann 1. august klokkan 19. Útlendsku spælararnir hjá B36 fóru av landinum longu fríggjamorgunin, tí teir skulu á vitjan hjá donsku ambassaduni fyrst, og restin av hópinum fer so avstað leygardagin. Leygarkvøldið verður rokn­ að við, at spælarar, venjarar og leiðarar eru í Turkalandi, og so eru fýra dagar at fyrireika seg til størstu avbjóðingina, ið flestu av spælarunum nakran tíð hava havt. 42.000 áskoðarar Og roknast kann við, at B36 kemur at spæla fyri so nógv tí størstu fjøldini, sum nakað føroyskt felag hevur spælt fyri. Vanliga er fullsett á heimavøllinum hjá Fener­ bache, sum tekur 42.928 áskoðarar, og sambært turk­isku umboðunum, so verður hetta eisini støðan tann 26. juli. – Hjá okkum er áskoð­ ara­mentanin sera sterk. At hittast á stadion er at rokna sum eitt slag av familjusameining, og tí er altíð fullsett, líkamikið hvør mótstøðan er, segði Yesim Barlas, sum tekur sær av flestu praktisku viðurskiftunum í samband við dystirnar móti B36. Og tað verða neyvan 42.000 tigandi áskoðarar, sum taka ímóti B36 í Istan­­bul. Gjøgnum árini hava fleiri av evropisku stór­­feløgunum ásannað, at talan er um alt annað enn hugnaligar og gesta­ blíðar umstøður á Sukru Saracoglu, og tað er alt­ so ikki av ongum, at leik­ vøllurin hevur fingið sítt eyknevni. B68 hevur sett 31 ára gamla Bill McLeod Jacobsen sum ungdómsvenjara Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 31 ára gamli klaksvíkingur­ in hevur í fleiri ár verið partur av venjaraliðnum kring yngru landsliðini hjá FSF, og fyrr í ár hevur hann eisini vant dreingjalið í B36. Á Toftum verður hann maðurin, sum skal samskipa venjingina kring yngru lið felagsins, og hartil skal hann eisini venja næsta besta liðið hjá B68, sum í ár spælir í 2. deild. B68-formaðurin Niclas Davidsen sigur, at felagið fegnast um at hava gjørt avtalu við klaksvíkingin. – Tað er umráðandi fyri felagið at hava ein væl skikk­aðan persón, sum hev­ur høvuðsábyrgdina av all­ari ungdómsvenjingini í felagnum. – Vit hava nógvar góð­ ar venjarar, men tað er sera umráðandi at hava ein, sum bæði hevur høv­ uðs­ábyrgdina og er førur fyri at geva hinum venj­ arunum íblástur. Tað hevur sjálvsagt stóran týdning, at umstøðurnar hjá venjar­ unum eru so góðar sum yvirhøvur gjørligt,” sig­ur Niclas Davidsen á heima­ síðuni hjá B68. Til Helvitis fyrst Bill skal venja ungdómin á Toftum Nýggi ungdómsvenjarin hjá B68 er her avmyndaður í nýggja búna sínum Mynd: www.b68.fo Talan er neyvan um nakra hugnaliga uppliving, sum bíðar B36 á Sükrü Saraçoglu í Istanbul Mynd: Scanpix