sunnudagur 23. juli 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 139 - 21. juli 2006 ]
Statoil kring Føroyar, støðan
Vaksin
Nr.
Navn
Tíð
1
Hafsteinn Ægir Geirsson
3.21,32
2
Gunnar Dahl Olsen
3.23,10
3
Kári Brynjólfsson
3.24,34
Kvinnur
1
Christine McLean
2.31,08
2
Jenny Wright
2.31,44
3
Caroline Jane Simpson
2.44,10
Unglingar
1
Torkil Veyhe
2.13,04
2
André Tolstoj
2.15,41
3
Sigmund Olsson
2.21,36
Níggju av tíggju donskum spælarum vilja ikki, at tað skal
verða loyvt at spæla altjóða dystir og graslíki. Hetta vísir ein
spurnarkanning, sum danska spælarafelagið hevur gjørt.
Donsku spælararnir halda, at spælið verður betri á veruligum
grasi. Hartil bera nógvir spælarar eisini ótta fyri, at
gummikúlurnar á graslíki innihalda eiturevni, soleiðis sum
svensk kanning í fjør bendi á.
Samstundis meta spælararnir tó, at grasundirlagið á donsku
vøllunum eigur at betrast munandi,.
-mørk
vilja heldur hava gras
Longu nú hava føroyameistararnir longt um sponsor-sáttmálan við Føroya Tele, sum annars var galdandi til 31.
desember í ár
Hesum hava partarnir boðað frá í tíðindaskrivi til føroysku miðlarnar. Føroya Tele hevur í tvey ár verið
høvuðssponsor hjá besta mansliðnum hjá B36, og til 2009 verður felagið nú eisini sponsor hjá kvinnuliði
felagsins.
Richard Mortensen, stjóri í FT-Samskifti sigur, at jaliga samstarvið partanna millum, saman við góðu úrslitunum
hjá felagnum, hevur gjørt, at Føroya Tele og B36 longu nú eru samdir um víðari samstarv fram til 2009.
Somuleiðis fegnast vit um, at sáttmáli nú eisini er gjørdur við 1. deild kvinnur.
Eisini Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn er fegin um nýggju avtalurnar og samstarvið við Føroya Tele.
Hann sigur, at tað ein stór viðurkenning av avrikunum hjá B36, nú stuðulsavtalurnar longu eru komnar upp á
pláss fyri komandi árini.
-mørk
Føroya Tele heldur fram í B36
Anelka vil úr Fenerbache
Eitt av stóru nøvnunum,
sum eru á liðnum hjá
Fenerbache, ið B36 skal
spæla móti mikukvøldið,
er fraklendingurin, Nic-
olas Anelka.
Anelka hevur gjøgnum
ár og dag skapt hópin
av rumbli í enskum,
sponskum og fronskum
fótbolti, og nú er líkt til,
at sama søgan endurtekur
seg í Turkalandi.
Enskir fjølmiðlar vita
at siga, at Anelka hevur
tosað við Harry Red-
knapp og Portsmouth,
sum sigst vera til reiðar at
rinda Fenerbache 90 mió
kr. fyri spælaran. Verður
skiftið veruleiki, verður
Portsmouth fjórða enska
felagið hjá spælaranum,
ið áður hevur spælt fyri
Arsenal, Liverpool og
Manchester City.
Á heimsíðuni, www.
fenerbache.org, verður tó
avsannað, at Anelka skal
nakran veg, og venjarin
hjá
felagnum,
Zico,
staðfestir, at hann ikki
hevur nakrar sum helst
trupulleikar av Anelka.
Føroyska U17 landsliðið í
fótbólti spældi seg í kvøld
í finaluna í Aberdeen
International
Football
Festival
Føroyar spældu ímóti
felagnum
Keith
í
hálvfinaluni í kvøld, og
Føroyar vunnu dystin 3-
1.
Páll Klettskarð úr KÍ
(myndin) skoraði tvey
mál, og Erling Jacobsen
úr GÍ gjørdi tað triðja.
Finalan
hjá
U17
landsliðnum verður ley-
gardagin kl. 14.30.
-mørk
U17 landsliðið eisini
komið í finaluna
Hósdagin spældi føroyska
U15 landsliðið hálvfinalu
í Aberdeen International
Football Festival. Føroyar
vunnu dystin ímóti Het-
landi og spæla finalu
leygardagin
U15 landsliðið vann
4-1 á Hetland, eftir at
støðan hevði verið 2- 0 í
hálvleikinum. Málskjúttar
vóru Gilli Sørensen úr
TB, sum gjørdi tvey
mál, Remi Langgaard úr
NSÍ(myndin) og Heini
Vatnsdal úr TB/VB/S.
Úrslitið hevur við sær,
at Føroyar skulu spæla
finalu ímóti Ross County
leygardagin kl. 12.00.
-mørk
U15 í finaluni í Aberdeen
Íslendski Hafsteinn
Ægir Geirsson
skræddi seg leysan av
hinum súkklarunum,
tá drúgvi teinurin
í Eysturoynni varð
súkklaður í dag
Súkkling
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hafsteinn kom á mál góðan
minutt undan Gunnari Dahl
Olsen, sum eisini er næst
fremsti súkklarin í kap-
pingini.
Hóast talan bara var um
fyrstu veruligu etapuna
í kappingini, so líkist
sigurin í dag einum av-
gerandi fyrimuni hjá sterka
íslendinginum, sum í sam-
laðu støðuni er 1 minutt
og 38 sekund framman
fyri Gunnar Dahl Olsen.
Ein tíðarmunur, sum er
hampuliga stórur, og sum
ber við sær, at íslendingurin
nú í nógv størri mun kann
hugsa taktiskt á teinunum,
sum eftir eru.
Fríggjadagin er tíðarkoyring
á Sandi, og har verður
Hafsteinn eisini roknaður
sum favorittur, og kann
hann tí helst leggja nøkur
sekund afturat leiðsluni hjá
sær.
Leygardagin verður súkklað
á Suðuroy, har talan er um
77 strævnar kilometrar,
og sunnudagin er tað so
Streymoyggin, sum leggur
asfalt til kappingina.
Hesturin avgerandi
Fremsti
føroyingurin
í
kappingini
er
Gunnar
Dahl-Olsen, sum er á øð-
rum plássi. Og skal hann
gera nakað við íslendska
oddafiskin, skal hetta helst
gerast í Suðuroynni. Her
gongur leiðin av Tvøroyri
suður til Sumbiar, áðrenn
leiðin aftur gongur til Vág.
Serstakliga verður tað her
returferðin um Hestin á
Sumbiarleiðini, sum verður
avgerandi. Tá verður í
tveimum umførum súkklað
upp í góðar 400 metrar,
og tað er ein brekka, sum
veruliga kann skapa mun í
feltinum.
Hinvegin, so var Hafsteinn
Ægir sterkasti súkklarin,
tá farið var um Eiðisskarð
hósdagin, og tí eru útlitini
hjá Gunnari kanska ikki tey
allar bestu.
Hafsteinn økti um leiðsluna
Í løtuni liggur íslendski Hafsteinn Ægir sera væl fyri í Statoil
Kring Føroyar. Leygardagin verður væntandi avgerandi
teinurin, tá súkklararnir í tveimum umrøum skulu um Hestin
við Sumba.
mynd: www.tsf.fo
Anderson er nú aftur
á Toftum, og við sær
hevur hann eisini
eldra beiggjan, Alex
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Á Toftum vilja tey ikki lata
standa til, nú felagið aftur
er í vanda fyri at missa
nýafturvunna sessin í bestu
mansdeildini.
Seinasta
vikuskiftið stóð greitt, at
Hendrik Rubeksen verður
leigaður úr HB restina av
kappingarárinum, og nú
leggjast so tveir brasiliu-
menn afturat hópinum.
Annar av hesum – Anderson
– er ikki ókunnugur á
Toftum. Hann kom til
felagið fyri tveimum árum
síðani, og tá var sera nær við,
at hann gjørdist maðurin,
sum bjargaði tilveruni hjá
B68 í fremstu røð.
Og vandamikli áleyparin
hevur eisini eldra beiggja
sín við sær. Hesin eitur
Alex,
og
ger
vanliga
um seg á framrættaða
miðvøllinum, so á Toftum
vóna tey, at tey við nýggja
styrkinum hava fingið eina
framrættaða trio, sum kann
skjóta felagið longur upp á
formula-talvuni.
Tveir nýggjur brasiliumenn á Toftum
Tey trý nýggju trumfkortini,
sum B68 fer at spæla út eftir
summarsteðgin. Anderson,
Hendrik Rubeksen og Alex
Mynd: www.b68.fo