Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. juli 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 lýsingar Nr. 113 - 15. juni 2006 Feriuavloysari fyri ergoterapeut Ergoterapiin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir feriuavloysara fyri ergoterapeut 30 t. um vikuna á Somatisku deild. Starvið er leyst at søkja til setan 14. august 2006 til 30. september 2006. Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss í menning við fakligum og persónligum avbjóðingum, har tú fær møguleika fyri at luttaka í okkara ergoterapeutiska toymi og í einum tvørfakligum toymi. Ergoterapiin fevnir um tvær deildir ávíkavist Psykiatrisku og Somatisku deild og hava vit ein felags leiðara, sum í løtuni hevur sína dagligu gongd á Psykiatrisku deild. Á Psykiatrisku deild eru 4 ergoterapeutar. Á Somatisku deild eru 3 ergoterapeutar. Á Landssjúkrahúsinum verður í løtuni arbeitt við at broyta leiðslubygnaðin. Hetta inniber, at Ergoterapiin og Fysioterapiin eru løgd um til eina rehabiliteringseind undir leiðslu av medisinsku depilsleiðsluni. Arbeiðsuppgávur Í Ergoterapiini brúka vit eina kanadiska fyrimynd sum fatanargrundarlag. Ergoterapeuturin kemur at luttaka í viðgerðini av • innløgdum sjúklingum, (hemiplegi, RA og aðrar medisinskar sjúkur) • ambulantum brúkarum (hondkirurgiskir) • ráðgeva og vegleiða sjúklingum og avvarandi um broytingar í heiminum. Vit leggja dent á persónligar eginleikar, so sum greiða talu og gott arbeiðslag. Nærri fæst at vita um starvið og deildina á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum: www.lsh.fo undir »leys størv« ella við at venda sær til Súsannu Winther Poulsen, leiðandi ergoterapeut, tlf. 225291, ella Súnu Mørk tlf. 515589. Løn-og setanartreytir sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið. Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og øðrum upplýsingum skulu sendast til Landssjúkrahúsið Lønar- og Starvsfólkadeildin FO-100 Tórshavn Umsóknarfreistin er 7. august 2006 kl.12.00 Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Leiðari til barna- garðin á Gásamýri Leirvíkar kommuna søkir eftir dagstovnaleiðara til barnagarðin at byrja 1. september 2006. Umsøkjarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Talan er um fulltíðarstarv, men møguleiki er fyri niðursettari arbeiðstíð. Í barnagarðinum á Gásamýri eru 32 børn í aldrinum 3-6 ár og í frítíðaransingini eru 24 børn, sum ganga í 1. og 2. flokki. Vit ynskja at tú: • hevur hug og hegni at leiða, dugir at samskipa og ert fyrikomandi • hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum og teim vaksnu • hevur hug til at skapa og seta dám á okkara barnagarð • kanst arbeiða sjálvstøðugt. Lønin er sambært sáamála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara- felagið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 443006 ella til borgarstjóran tlf. 743006. Umsókn við avritum av prógvum og møguligum ummælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. august 2006. Leirvíkar Kommuna Postboks 42 520 Leirvík Húsavørður til P/F Fastogn P/F Fastogn P/F Fastogn varð stovnað í 2003 og endamálið við felagnum er at gera íløgur í fastognir. Leiguvirksemið í dag umfatar sølumiðstøðir, skrivstovuhølir og framleiðslubygningar. Eitt hálvtíðarstarv sum húsavørður hjá P/F Fastogn er leyst at søkja. Søkt verður eftir einum fólki, sum kann átaka sær uppgávuna at viðlíkahalda og gera minni umvælingararbeiði á bygningarnar hjá felagnum. Um teg: • Tú ert handverkari og/ella handaligur • Tú ert røkin • Tú ert álítandi • Tú hevur koyrikort Vit kunnu bjóða: • Eitt starv sum er áleið hálva tíð, sum møguliga kann gerast eitt fulltíðarstarv • Eitt sjálvstøðugt starv • Løn sambært avtalu. Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at ringja og fáa meiri upplýsingar um starvið við at venda tær til Gordon Rajani á tlf. 351519 og 551519. Skrivlig umsókn kann sendast til: P/F Fastogn Att.: Gordon Rajani Bókbindaragøta 8 Boks 3090 · FO-100 Tórshavn Summarferia Vit hava stongt vegna summarferiu frá 31. juli til og við 20. august. Harraklipping í Vágsbotni Summarfrí Kommunuskrivstovan er stongd vegna summarfrí í viku 30 og 31. Sjóvar kommuna