sunnudagur 23. juli 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 21. juli 2006
23
tíðindi
Fyritøkan JFT Con
nector er í gongd við
eina íbúðarverkætlan
í Ánunum. Tað eru
fleiri, sum longu
nú hava víst áhuga
fyri verkætlnini.
Jónbjartur Thomas
sen, byggiharri,
ætlar at fáa øll 16
húsini liðug áðrenn
Summarfestivalin
2007
ÍBÚÐARBYGGING
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Fyritøkan JFT Connector
er farið í holt við eina íbúð
arverkætlan norðuri í Ánun
um. Ánirnar liggja norðan
fyri Klaksvíkina omanfyri
nýggju góðshavnina.
Í verkætlanini, sum Arki
tektavirkið Magnus Hansen
hevur teknað, eru 16 sam
anbygd hús samansett í 4
bólkar. Tvey húsasnið eru.
Í vídd er minna sniðið 110
fermetrar í tveimum hædd
um, harav 164 fermetrar
eru búrúm. Størra sniðið
er 124 fermetrar í tveimum
hæddum. Búøkið er 194 fer
metrar. Húsini vera staðsett
í tveimum “býlingum”
kring tvey torg. Støddin
á grundøkinum, ið hoyrir
til hvørt húsið, er 413
fermetrar. Av hesum eru
umleið ein triðingur partur
í felagsøkinum. Til hvørt
húsið er eisini bilhús.
Talan er um stór og dygd
argóð hús. Í hvørjum húsi
eru 3 kømur, 2 tøk rúm
til ítriv ella arbeiðsrúm, 3
toilett/baðirúm
umframt
hjallur, vásakøkur, køkur/
spísistova, alrúm og stova.
Øll húsini hava harumframt
svala og terassu.. Húsini
verða gjørd fullkomiliga
liðug, áðrenn tey verða
latin keyparunum.
– Tá timburtilfarið kemur
úr
Danmark
komandi
vár, er púra klárt at reisa
húsini. Tí rokna vit ikki við
meira enn fýra mánaðum
at byggja húsini, eftir at
jørð og betongarbeiðið
er liðugt. Vit ætla at hava
øll 16 húsini liðug áðrenn
Summarfestivalin næsta ár,
sigur Jónbjartur.
Íbúðarneyð
Íbúðarneyðin í Klaksvík er
stór, og tí væntar Jónbjartur
ikki, at nakar trupulleiki
verður at selja húsini:
– Umleið 200 fólk eru
á bíðilista til grundstykki
hjá kommununi. Fleiri eru
eisini, sum longu hava vent
sær til mín og víst áhuga
fyri verkætlanini.
– Húsini verða seld,
áðrenn vit fara í holt við
at byggja tey. Á henda hátt
sleppur keyparin t.d. undan
MVG.
– Vit geva eigaranum
lyklarnar í hondina, tá klárt
er at flyta inn. Hevur onkur
hug at mála húsini sjálvur
ella gera okkurt annað, so
at tey fáa ein persónligan
dám, so er viðkomandi
sjálvandi vælkomin til tað,
sigur Jónbjartur.
Sum nevnt omanfyri er
gravgangur eftir íbúðum og
grundstykkjum í Klaksvík.
Tí ræður um at skunda sær,
um ein ætlar sær eini hús í
Ánunum.
Fleiri verkætlanir
í framtíðini
Tað er rættiliga óvanligt,
at ein íbúðarverkætlan av
hesum slag verður framd
uttan fyri Havnina. Fram
yvir
verður
hetta
ein
náttúrlig gongd heldur Jón
bjartur.
– Hesin byggiháttur verð
ur meira og meira vanligur.
Tað sparir keyparanum
pening og byggitíðin verður
stytt munandi. Um henda
verkætlanin gongur væl,
kann tað væl henda, at vit
fara í holt við eina aðra
líknandi verkætlan. Onkur
hevur longu vent sær til
mín um íbúðarbygging aðra
staðni, men eg vil ikki siga
nakað meira ítøkiligt um tað
í løtuni, sigur Jónbjartur.
– Virksemið hjá JFT Con
nector hevur verið nógv
størri, enn eg hevði torað
at vónað, tá vit byrjaðu
fyri góðum ári síðan. Tað
hevur gingið strúkandi, og
vit hava stórar ætlanir fyri
framtíðina. Tað var á eitt ára
degnum hjá felagnum, at vit
fingu prinsipielt byggiloyvi
frá Klaksvíkar kommunu
til verkætlanina, so tá var
rættiligur
hátíðardámur
í felagnum, sigur ágrýtni
byggiharrin.
Íbúðarbygging í Ánunum
Hetta er verkætlanin hjá JFT Connector. Arkitektavirkið Magnus Hansen hevur teknað íbúðirnar. Tað
verða tilsamans 16 hús, sum verða bygd í Ánunum. Økið liggur omanfyri góðshavnina norðanfyri
Klaksvík