sunnudagur 23. juli 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 21. juli 2006
25
25
vikuskifti
SAMBAND
jan müller
jan@sosialurin.fo
tlf 341800
»Eg havi talað, har eg eri biðin, uttan at hava bindingar til
nakran og uttan at hugsa um, hvat onnur meina og siga.
Hetta hevur givið frælsi«
Hans Eiler Hammer, fráfarandi prestur í Klaksvík
SAMRØÐA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
David Phelps er eitt av høv
uðsnøvnunum á Summar
festivalinum í ár. Hann er ein
av kendastu kristiligu sangarum
í USA. Hann er eisini vorðin
kendur í Evropa gjøgnum
Gaither Vocal Band, sum hann
sang við í átta ár.
Summi kenna hann kanska
aftur frá sangløtunum hjá Bill
og Gloria Gaither, sum Sjónvarp
Føroya vísti fyri nøkrum árum
síðani.
Sosialurin hevur ringt til David
Phelps og spurt hann nakrar
spurningar um sangleiðina, Bill
Gaither, frítíðarítriv, trúgv og
Føroyaferðina.
David Phelps vaks upp í Texas,
USA, og tað hoyrist eisini á
málinum hjá honum. Hann tosar
eins og cowboy´arnir í filmunum.
Hann er blíður at tosa við.
Hann hevur sett ein hálva tíma av
sínari pakkaðu skrá av til at tosa
við meg.
Trúgvin sera týðandi
David vaks upp við at ganga í
kirkju, og hansara familja sang
nógv. Hann og systkini sungu við
ymiskum kirkjukórum.
– Sangur hevur altíð fylt ein
stóran part í mínum lívi. Vit vóru
ein syngjandi familja. Ein systir
hjá mær syngur sum stuðulsrødd
í mínum bólki, sigur David.
David syngur sangir við
kristiligum teksti. Hansara
trúgv er sera týdningarmikil fyri
hansara lív:
– Trúgvin drívur verkið hjá
mær. Eg tók persónliga ímóti
Jesusi sum barn, tá ið eg var í
kirkju. Eg havi altíð gingið í
sunnudagsskúla, men hendan
dagin talaði tað serliga til mín,
og tá ið vit komu heim, fóru eg
og pápi mín á knæ, har ið vit
bóðu Jesus um at koma inn í mítt
hjarta.
– Eg kenni ikki mína sangleið
einans sum arbeiði ella upplivilsi.
Fyri meg er tað eitt kall, og eg
vóni veruliga, at eg vitni um
Jesus gjøgnum mín sang.
– Trúgvin gevur mær vón um
okkurt størri enn hetta lívið.
Eg royni veruliga at taka Jesus
við í øllum pørtum av mínum
lívi, men tað er ikki altíð, at eg
livi upp til ímyndina. Vit eru
øll menniskju, og vit eru ikki
fullkomin, sigur David.
å
Elskar at undirhalda
David Phelps er vorðin sera
kendur fyri sína framúr vøkru
rødd. Hansara eyðkenda tenor-
rødd hevur vunnið hjørtuni
á nógvum fjepparum kring
heimin. Eitt, sum eyðkendi
framførslurnar hjá Gaither
Vocal Band, har ið David sang
við, var teirra lætta lyndi. Teir
vóru stuttligir og undirhildu
áhoyrarunum við skemti og fjasi.
– Eg eri tónleikari, og eg
elski at undirhalda. Tað er tað,
sum eg livi av, og tað er eisini
ein ótrúliga spennandi síða av
yrkisleiðini sum sangari. Eg vóni
veruliga, at føroyingum fara
at dáma framførsluna hjá mær.
Eg gleði meg í hvørt fall til at
undirhalda tykkum, sigur David.
– Tað var ótrúligt at syngja við
Gaither Vocal Band. Har eru
nóvir ótrúliga góðir sangarar við,
men eisini eru tey stór menniskju.
Bill og Gloria Gaither eru ótrúlig
menniskju, og tey eru góðir vinir
hjá mær.
– Eg veit, at Jessy Dixon og
Russ Taff, sum eg havi sungið
saman við hjá Gaither, eisini
hava verið í Føroyum. Teir
syngja ótrúliga væl, og tað
verður torført hjá mær at liva upp
til teir, sigur eyðmjúki David
Phelps.
David hevur úr at gera í USA,
men hann hevur funnið tíð til
at koma til Føroya. Annars skal
hann einans syngja í USA í
summar.
– Eg fái ofta brøv frá fjepparum
í Skandinavia, so tað sigur mær,
at fólk eisini kenna meg har
yviri. Eg eri sera spentur uppá
at koma yvir, og eg ætli mær at
nýta nógva tíð til at heilsa uppá
fólk. Eisini ætli eg mær á “Sight-
Seeing”.
Vónar at fiska í Føroyum
Hóast hann er sangari, og
meginparturin av hansara lívi
gongur út uppá sang, so hevur
David eisini frítíðarítriv sum øll
onnur:
– Fyrst og fremst føli eg mína
yrkisleið sum sangari sum eitt
frítíðarítriv. Tað er ótrúligt at
sleppa at gera tað, sum mær
dámar allarbest!
– Annars dámar mær væl at
hugna mær saman við konu
mínari og okkara fýra børnum.
Vit ríða oftani við okkara hestum.
Vit hava tveir hestar, sum vit eru
sera góð við. Børnini elska at
ríða við teimum.
– Tá ið eg veruliga skal kobla
av, fari eg at fiska. Tað er
deiliga avstressandi at vera úti
í náttúruni eina stund og fáa
samlað tankarnar. Eg vóni, at eg
sleppi at fiska í Føroyum. Tað
hevði verið ótrúligt, um eg slapp
at royna tað. Eg veit, at tað ikki
er frítíðarfisking á sama hátt sum
í USA, men tað hevði verið sera
áhugavert at upplivað tykkara
fiskihátt, sigur David.
Elskar fótbólt
Alt Føroya land hevur havt
fótbóltsfepur henda síðsta
mánaðin, ið HM hevur varað.
Eitt av liðnum, sum var við í
endaspælinum, var USA. David
dámar væl fótbólt, men hann
fylgir ikki so væl við. Hann
visti til dømis ikki, at HM var
yvirstaðið, tá ið undirritaði ringdi
til hann.
– Eg elski fótbólt. Eg spældi
sjálvur, tá ið eg gekk í High
School, men sangurin tekur alla
mína tíð nú. Eg má við ganga, at
eg ikki havi fylgt so væl við HM,
men eg fari kanska at hyggja eitt
sindur nú (Tá ið hann segði hetta,
var HM liðugt. Blaðm).
Hóast David kanska hevur
avmarkaða vitan um fótbólt, so
veit hann, hvussu hann skal nýta
røddina. Tað eru uttan iva nógvir
Gospel og Gaither fjepparar, sum
gleða seg til at hoyra hann á
Summarfestivalinum í ár.
David Phelps:
Eg kenni meg kallaðan av Gudi
David Phelps er eitt av høvuðsnøvnunum á Summarfestivalinum í ár.
Sosialurin hevur fingið eitt prát við hann.
David gleðir seg til konsertina í Føroyum. Hann ynskir at gera Jesus
kendan gjøgnum sín sang. Sangleiðin er eitt kall frá Gudi, sigur hann.
David veit ikki, hvussu røddin skal nýtast, men hann veit ikki nógv um
fótbólt, kann undirritaði staðfesta