Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. juli 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 21. juli 2006 26 vikuskifti Ummæli Maud Næs Fyrst og fremst, stutt sagt: Fram­ sýningin Kvirra Oyggin var sera sjáldsom og áhugaverd, eitt satt listarligt sansaupplivilsi á einhvønn hátt. Lítla Dímun gav íblástur. Í tveir dagar búleikaðist hópurin á óbygdu oynni uttan nútíðar tøknuligar hentleikar. Losjan Glotti varð karmur um sjáldsama friðar-framsýning í Gøtu mánakvøldið 16. juli kl. 18 og kl. 19. 21 ungdómar úr Føroyum, Noregi og Íslandi vóru upp­ havsfólk og leikarar. Verkætlanin Kvirra Oyggin varð skapt í 2002 av ungari norskari kvinnu, tá 25 ára gomlu, Katrinu Mariu Eponine Strøm úr Andøya í Noregi. Listarliga framleiðslan, hesuferð í Føroyum, varð fyriskipað saman við íslendska Olafur Gudmundsson, ið eins og Katrina er útbúgvin innan sjónleikarheimin. Gøtu­ maðurin, Áslakur Nesá, fyrr­ verandi luttakari og leikari í verkætlanini, skipaði fyri tí praktiska í Føroyum. Kvirra oyggin – kenslan og sansan av Lítlu Dímun – framførslan Felags fyri allir luttakarar í verkætlanini er, at tey eru oyggjabúgvar og koma frá smáum plássum. Í 2002 byrjaði verkætlanin og norðurlendska samskiftið millum Andøya og Vestmannaoyggjar, og í 2004 vóru Føroyar við. Orsøkin til at tað eru Gøtu ungdómar, ið eru tey útvaldu úr Føroyum, er tí at Gøta og Vestmannaoyggjar eru vinabýir. Ætlanin er at víðka samskiftið og at fáa fleiri Norðurlond uppí verkætlanina og at tað skal vera ein afturvendandi mennandi siðvenja. Orðini tey spunnu – á atgongu­ merkinum – avmynda hug­burðin og útgangsstøðið hjá smá­oyggja­ búgvum og eru sum ein reyður tráður gjøgnum leikin tey framførdu: “Oyggjafólk kunnu ikki goyma seg. Náttúran finnur teg. Tú býrt í miðjuni har, ið sjógvar og land møtast. Við heimsins enda. Tú kann ikki sleppa undan at verða ávirkaður av litum og mótsetningum. Man verður lokkaður til byrjanina og endan. Miðjan gevur tryggleika, men tað eru teir vandamiklu útjaðararnir, sum draga okkum”. Lívsins mótsetningar vóru avmyndaðir úr teimum ímyndum, ungu ævintýrararnir høvdu fest á blað í bókling sín: Kvirra – larmur, ljós – myrkur, dagur – nátt, friður – órógv, lív - deyði, kærleiki - einsemi. Hesi evnir vóru lýst við rørslum, ljóðum, ljósi, ljómi. Framleiðararnir høvdu bygt pall og leik upp snildisliga. Ómøguligt var at vita ella gita, hvat ein kundi vænta sær. Framsýningin byrjaði við, at Áslakur Nesá úr Gøtu bjóðaði vælkomin uttanfyri Losjuna Glotti. Í stuttum var søgan aftanfyri verkætlanina og sjálv verkætlanin lýst. Ungdómarnir høvdu verið saman í eina viku, har Losjan Glotti var karmur um arbeiðið við leikinum og sjálvari sjónleikaframførsluni. 3 dagar í Lítlu Dímun, ið blivu til 2 dagar, orsakað av veðurlíkindunum, var økið fyri friðargranskingini – Kvirra Oyggin. Fremmandafólkið hevði fingið innivist privat í Gøtu, og alt hevði gingið væl. Síðani vóru vit boðin framvið Losjuni og inn í sjónleikarahøllina. Har byrjaði leikurin – uttan­ dura. Leikurin – Lítla Dímun, kvirran, náttúran og menniskjan Ungu gestirnir, ið vitjaðu Lítlu Dímun, standa pinna still, sum standmyndir, uttandura. Øll við rygginum móti okkum, berføtt í grasinum frá Losjuni og oman móti sjóvarmálanum. Í hondunum høvdu tey bóklingin “sansasøgan”, ið rúmar nýggju skapanarsøgu teirra yvir 7 dagar, nógvar avbjóðingar og mørk. Tey eru uppstillað sum ein­ staklingar og sum ein menn­ iskjafelagsskapur. Har standa tey so lýsandi í vøkru grønbláu náttúruni í Gøtu. Beinanvegin verða vit sum áskoðarar drigin inn í kosmisku mótsetningarnar, tá vit trína inn um dyrnar í Losjuni, inn í ein hulduheyggj. Inni er myrkt og huldusligt, mjørki – gráur roykur leggur seg um okkum og skapar tann frumstemning ætlanin helst er. Leikpallurin er uppsettur mitt gjøgnum salin og fram til vanliga leikpallin. Alt er í myrkum litum og trølsligt. Tá øll hava sætað sær og friður valdar, byrjar tónleikurin – stórsligin, tykist heilagur og fyllir rúmið við onkrum líknandi orgul- ella kirkjutónleiki. Síðan trína Dímunarunglingarnir inn úr ljósinum í myrkri, ein fyri og annar eftir. Øll eru berføtt eins og grógva tey og búnast av nýggjum, sum einstaklingur og felagsskapur. Sterkar kreftir – skapanarkreftir manast fram og leikurin avmyndar tað yvir­ gangsritualið hesi hava upplivað. Lítla Dímun manast fram úr moldini hjá GøtuTrónda: Í meldrinum av kvirru, larmi, rørslum, ljóði, myrkri og ljósi – bera tey fram hugleiðingar, ið avmynda Lítlu Dímun og tey, sum einstaklingar og felagsskap. Áskoðarin fer gjøgnum ein kenslumeldur av undran, gleði, ótta, sorg osv. Vit hoyra, tí tey spæla – vind, hav, fuglaljóð, Lítla Dímun… Kvirra Oyggin… ein Glotti… huldulig og hamskiftandi… í Losjuni í Gøtu Eitt rørsluhav av undirjørðiskum skepilsum, gandaðar av kønum hondum, úr Lítlu Dímun til GøtuTrónd, rúnarbundu hesu áskoðarnir - í meldrinum av kvirru Mynd: Tina Johannesen