sunnudagur 23. juli 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 21. juli 2006
27
vikuskifti 27
mannaljóð, ja alskyns ljóð úr
Dímunarkvirruni.
Tað er sterkt og bergtakandi
– til tíðir hárreisandi, samstundis
sum djúpar hugleiðingar
hábærsliga verða frambornar
á føroyskum, íslendskum og
norskum.
Tey skiftast um at hava stuttar
munnligar hugleiðingar, t.d. um
kvirru, lívsmeining, lívsleti,
dreymar, sakn, frið.
Ein sigur um Lítlu Dímun:
“Har búgva trøll og álvar, tí tey
dáma at búgva har, tí tað er so
friðarligt”
Beinleiðis endurtikið úr
Dímunarbóklinginum:
“Av og á var tað so friðarligt, at
eg hoyrdi hjartað hjá mær banka.
Tað er langt síðan.”
“ Eg havi hug at nerta við
sjógvin, ið umringar meg, men
eg røkki ikki.”
“Vitjanin í Lítlu Dímun er
nakað, ið eg aldrin fari at gloyma
og ein dag fari eg at fortelja hetta
fyri mínum ommubørnum.”
Tá myrkrið og náttin sígur
seg um Dímunar, kvirra hug
sjónarhóp, fyllist myrkrið
og brádliga hoyrist, sum ein
trilvandi troyst, vælkendi
kvøldsangurin:
“Góða mamma eg vil sova
eygu míni møðast brátt
Jesu pápi hevur lovað
meg at verja væl í nátt”
Fyrst syngja tey við føroyska
tungumálinum.
Næstu og triðju ferð eru øll við
– við føroyskari tungu. Spakuliga,
inniliga trygg, balla tey seg inn í
myrkrið og kvirruna við alskyns
ljóðum og náttina, meðan nynnað
verður lagið, góða mamma ...
Úr náttarmyrkrinum
trínur fram ein sterkur mann
fólkahamur, gongur varisliga
millum teir sovandi kroppar.
Steðgar, tá hann kemur til eina
yndisliga fagra kvinnu, lyftur
hana upp og ber henda sovandi
kroppin yvir til ein stiga, mótsatt
pallinum, fær hana at klatra
upp. Seinni síggja vit ljós
og skuggamyndir gjøgnum
gluggarnar í galvinum í Losjuni.
Vit síggja eitt rørsluspæl, tey tosa
saman og kærleikin sprettir.
Súmbolst/ímyndarligt sera
vakurt, tí klatranin upp, úr
dvala til tilvitsku, einsemi og
felagsskapurin, lítla smáttan
undir galvinum, líktist so sera
nógv hesa løtuna Jákupsstovu
í Lítlu Dímun, har tey høvdu
búleikast.
Úrslit
Indianarar søgdu umleið
soleiðis um viðurskiftini millum
menniskju og náttúruna: Tá
menniskjað missir sambandið
við náttúruna og djórini, so
missir tað eisini sambandið við
seg sjálvan og onnur menniskju.
Kvirra Oyggin – verkætlanin
setur fokus á náttúruna,
menniskju og okkara sansaevnir
heldur enn materiel virðir og
hurra... fyri tí. Vit hava brúk fyri
ungdómi, ið hava hesar royndir.
Slíkar verkætlanir kunna, sum
ringar í vatninum, spreiða seg á
øllum samfelagsøkjum, og vit
áttu at havt nógv fleiri slíkar
verkætlanir millum ungdómin.
Verkætlanir, ið eru avbjóðandi
fyri alt menniskja. Ein vika
og somikið komið burturúr.
Slík tiltøk skapa menniskju,
ið verða íblást og møguligar
framtíðar eldsálir á mongum
samfelagsøkjum.
Sterkir mannaarmar lyfta sovandi kvinnukroppin, fáa hana at vakna, rísa upp úr dvala til tilvitan, úr einsemi inn í
felagsskap
Mynd: Tina Johannesen
Leikarar og luttakarar í menningarverk
ætlanini, Kvirra Oyggin. Glað og væl nøgd
eftir leikin, væl uppiborðin gleði
Mynd: Maud Næs
Katrine Marie Eponine
Strøm, ið fann uppá
menningarverkætlanina
Kvirra Oyggin. Saman
við henni sæst Olafur
Gudmundsson. Bæði
eru útbúgvin innan
sjónleikarheimin. Tey
hava staðið aftanfyri
framleiðsluna saman við
Áslaki Nesá úr Gøtu
Mynd: Tina Johannesen
“Lítla Dímun – ótrúligt...
fantastist upplivilsi”, segði
ein strálandi glaður ungur
maður umborð á Smyrli,
meðan hann royndi at
seta orð á upplivilsið. Eftir
leikin segði Arnfinnur
Nesá seg vera væl nøgdan
við alla verkætlanina
sum heild. Fyriskipanin
vera sera dugnaliga, tá
hugsað var um alt, tey
høvdu fingið ungdómin
til. Øll vóru glað, at
leikurin eydnaðist so væl,
framleiðarar, leikarar og
áskoðarar
Mynd: Maud Næs
”
Slík tiltøk skapa menniskju,
ið verða íblást og møguligar
framtíðar eldsálir á mongum
samfelagsøkjum.