Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. juli 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 21. juli 2006 28 vikuskifti G!Festivalurin Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Við øllum hittunum, sum hava verið tráspæld í Rás2 í seinastuni, bergtóku ungu menninir í bólkinum teir uml. 4000 áhoyrararnar, sum vóru staddir á Gøtusandi. Longu tá ið karismatiski urguleikarin trein á pallin ílatin sínari eyðkendu gassmasku, geylaði fjøldin so nógv, at tað enn rungar í mínum oyrum. Og hetta er líkasum tað, sum eyðkennir Kaizers Orchestra. Teir eru annað enn tónleikur. Teir eru ein heild sum er størri enn tónleikur. Teirra tónleikur er samansettur við alskyns ljóðførum, sum annars ikki ofta verða nýtt sum ljóðføri. Tunnur, felgur, kúbein, gassar og ruskíløt eru ein partur av teirra tónleiki. Hesi ljóðføri verða nýtt sum slagverk, og hetta gevur tónleikinum eina eyka orkumikla dimensjón. Hvøkkur í gleðiróminum Júst sum Kaiziers vóru byrjaðir, fingu vit ein ordans hvøkk. Gittarleikarin, Terje Killmaster Kaizer, stillaði seg uppá eini tunnuna, og har stóð hann og rokkaði eina løtu. Veðrið var nakað vátt hesa løtuna, og eisini regnaði inn á pallin. Hetta førdi við sær, at tunnan sum Terje stóð á, gjørdist nakað hál. Og so hendi tað sum ikki mátti henda. Eina løtu sá út sum um hann skinklaði við vilja, men so small hann í gólvið. Hann datt skerflatur niður við gittaranum fremst á pallin. Hetta sá heilt ógvisligt út, og tað var eyðsæð, at hann hevði ilt. Hann lá eina løtu og gramdi seg, meðan hinir í bólkinum royndu at spæla víðari sum frægast. Hann reistist so spakuliga, og tað var ongin ivi um, at hann var í ørviti. Hann kom á beinini, og tá sást blóð rundan um munnin og á hálsinum. Har komu fólk til og turkaðu blóðið av honum, og hann byrjaði so spakuliga at klimpra uppá gittaran aftur. Tað sást týðiliga at hann var kløkkur um hesa hending, men so við og við gjørdist hann klárur aftur, og spældi sum um onki var hent. Tó fór hann ikki aftur uppá tunnuna hetta kvøldið... Egin genra Tónleikurin sum Kazers spæla er nakað fyri seg. Hetta er ikki rokk­tónleikur, ikki er tað popp­tónleikur og hetta er ikki fólkatónleikurin. Men tónleik­ urin inniheldur allar hesar genrur allíkavæl. Sjálvir kalla teir sín tónleik fyri sigoynaratónleik. Tú hoyrir nógv eyðkenni frá fólkatónleiki og valstónleiki, men teir hava eitt heilt egið útrykk. Tónleikurin er ógvisligur og sterkur. Og so er hann eisini rættiliga teatralskur. Tá ið tónleikararnir nýta alt slagverkið, fer alt uppí eina hægri eind. Ljóðið verður so stórt, at tú næstan ikki kann skilja tað, og tú kanst ikki annað enn at hoppa við teirra tungu rútmum. Við løgum sum “Resistansen”, “Maestro” og ikki minst “Ompa til du dør”, fingu teir okkum at flippa út og “ompa” við teimum. Føroyskt íkast Móti endanum bað sangarin seks føroyskar gentur um at koma á pallin. Hann peikaði nakrar út, og eftirlitsfólkið hjálpti teimum uppá pallin. Júst hvør teirra leiklutur var, veit eg ikki. Tær stóðu bara og sveiggjaðu við tónleikinum. Ein teirra var so mikið framlig, at hon fór at syngja við í einum lagi. Hetta var eitt stuttligt ískoyti til konsertina, sum føroyingum dámdi sera væl. Samanumtikið skal sigast, at Kazers Orchestra stóðu fyri eini framúrskarandi konsert. Hetta var ein stór løta í stoltu G! søguni. Sannførandi Búi Budam við Búa Dam á odda opnaðu ballið á G!festivalinum 2006. Og hetta slapp bólkurin væl frá. Við einføldum tónleiki sum amboð, segði Búi frá søgum um kærleika, ástarleik og lívið sum heild. Veðrið er rættiliga vátt í løtuni, og hetta merkti eisini áhoyrarafjøldina, sum tíanverri ikki var so stór til hesa annars fínu framførslu. Budam er mannað av góðum og royndum tónleikarum, og hesir vísti eisini síni kynstur á ein øðrvísi hátt. Tónleikarirnir tóktist samdir um, at tekstirnir eru tað týdningarmesta í Budam, og tískil spældu teir eftir klóka prinsippinum “less is more”. Ein bersøgin Búi er ein frálíkur oddamaður. Hann dugur sera væl at fáa fólkið í sín part. Hann er opin og sigandi, og tónleikurin upplagdur “singalong” tónleikur. Tú hómaði eitt sindur av Leonard Cohen íblástri í tónleikinum, men Búi dugur væl at kryddað tónleikin við sínum egna hugflogið. Hetta var ein góð byrjan uppá G!festivalin. RJJ Jackmann osaði av orku Nakað yvir kl. 19.00 fór Jackman á pallin. Teir tríggir í Stavanger- bólkinum osaðu av orku, men teir fingu ikki rættiliga fólkið við sær á ta 45 min. longu tónleikaferðina. Frontmaðurin, Pål Jackman, gav alt hann átti á lítla pallinum við Spæliplássi í Syðrugøtu. Bókstaviliga traðkaði hann eisini yvir pallkantin og stóð millum áhoyrararnar á tí grøna graslíkinum, meðan hann slegði á gittaran. Men tónleikaliga upplivilsið og úttrykkið av pallinum var ikki nakað framúrskarandi og ikki serliga sannførandi. Hóast vóru nakrar góðar løtur. Tónleikurin av pallinum hesa løtuna var torførur at seta í bás – har var norðurlendskur fólkatónleikur og sigoynaratónleikur, standard rock og eisini eitt slag av balkan rock. Pål Jackman er annars góður vinur av Kaizers Orchestra, sum um nakrar tímar standa á stóra pallin á sandinum seinni í kvøld. Fólk eru nú so smátt byrjaði at koma oman í Syðrugøtu har gongd av álvara er komin tónleikin. JJ Teir komu, sóu & ompaðu Høvuðsnavnið á G! 2006 gjørdi sína skyldu. Ongin ivi er um, at Kaizers Orchestra eru stak væl umtóktir millum føroyingar. Tey, sum frammanundan settu spurnartekin við Kaizers, mugu bara ásanna, at bólkurin telist millum bestu bólkar, sum nakrantíð hava spælt í Føroyum