Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-23, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. juli 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 21. juli 2006 29 vikuskifti 29 Páll Finnur Páll endaðu hóskvøldið á G! við eini G!nialari konsert, ið vísti, at føroyskir bólkar uttan trupulleika kunnu kappast við heims­ nøvnini á før­oysku festivalunum G!Festivalurin Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Steintór Rasmussen spurdi í grein fyri nøkrum árum síðan, hvar kassagittarin var vorðin av í føroyskum tónleiki? Well, Páll Finnur Páll hava tveir kassagittarar, og teirra framførsla á G!Festivalinum staðfesti, at hetta er arvtakarin hjá Frændum, tá tað snýr seg um, at savnað nógv hundrað fólk, til eitt bland av konsert og fólkaveitslu, har øll syngja og danda við. Tó so, á nógvar hættir kunnu Páll Finnur Páll ikki sammetast við Frændur. Tónleikurin minnur kanska mest um Oasis, og tekstirnir um kynslív, morð, heimleys, og kærleika eru bæði argandi og stuttligir, í mun til teir ofta eitt sindur sjálvhátíðarligu tekstirnir hjá Frændum, so rættari er kanska heldur at siga, at talan er um eitt slag av forherðaðari føroyskari útgávu av Shu-bi- dua. Páll Finnur Páll fór á pallin á spæliplássinum beint eftir, at Kaizers Orchestra hevði spælt á sandinum, men eftir lítlari løtu var tjúkt framman fyri lítla pallin. Bólkurin spældi væl, og røddirnar hjá Finni og Páll Odduri vóru góðar, meðan teir sungu síni nógvu frálíku løg. Tað eru serliga løgini, ið eru styrkin hjá Páll Finnur Páll, tí tey eru so fantastiska góð, at tú, longu nú bólkurin hevur givið tvær fløgur út, kanst tosa um ein lagaskatt. Her vóru løg sum Goa Land, Grannin, Eg, Bermenn, Gull Daman, Eg sovi hjá Kaj og størsta hittið í nýggjari tíð Forelskaður Sjónleikari – og øll sungu við. Bólkurin tyktist tendraður og eina løtu gjørdist G!Festivalurin til eina veruliga fólkaveitslu, myrkrið, mjørkin, regnið og promillan tyktist at geva fólki frælsið. Tey smæddust ikki at skrála við í Frændur kenda niðurlagnum “Lær at siga noy, tá menn vilja pula tær” ella øðrum og grovari brotum. Vit sluppu somuleiðis at hoyra fleiri løg av komandi fløguni hjá Páll Finnur Páll, og hesi ljóða lovandi og vísa at bólkurin enn hevur góð løg í skjáttuni. Konsertin var stórsligin, og stóra sangløtan fær trupult við at vera betur eydnað syngið við tiltak enn hetta. Fyrsti bólkurin á stóra pallinum niðri á sandinum í Syðrugøtu var norski Animal Alpha, bólkurin gav seg 100% og skapti eina frálíka konsert G!Festivalurin Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Veðrið var gott í Gøtu, turt, stilt og vakurt, sandurin lá inn­ ballaður í mjørkadýnu, sum skapti eina gandakenda kenslu, og tætt við fullkomnar karmar til konsertina við Animal Alpha, ið lyfti Gøtusand eitt vet. Villskapur og orka eyðkennir tónleikin hjá Animal Alpha, har serliga skríggini, sangurin og brølini hjá Agnetu Kjølsrud skræddu í áskoðarafjøldina, ið var vorðin rættiliga stór niðri á sandinum. Røddin er fantastisk og fevnir sera breitt. Garrvillu skríggini fóru yvir í bleytan og inniligan sang, og víðari yvir í orkufullan og flottan sang. Fitta og vakra songkvinnan, ið á tíðindafundinum fyrr í gjár var ein av mest friðarligu limunum í bólkinum, hevði nú sett hárið upp garrvilt, og var sminka sum eitt bland millum ein klovn og eitt spøkilsi, ella kanska bara sum ein sera ræðandi klovnur. Bólkurin spælir eitt slag av orkurokki, ið riggar ótrúliga væl til konsertir. Tað gjørdi eisini konsertina uppaftur betur, at allur bólkurin gav seg 100%. Tey spældu, sum um hetta var teirra síðsti tími, og tú kundi ikki annað enn gerast bergtikin av hesum orkumúri, tí kókaði tað framman fyri pallin. Serliga lagið Bundy fekk veruligt lív í fólkið. Hetta lagið er millum annað kent úr sjónvarpslýsingunum fyri G!Festivalin. Orkan var stór gjøgnum alla konsertina, og at her var talan um ein veruliga vælspælandi og tætt samanspældan bólk gjørdist serliga greitt í friðarligu pettunum, tá tú veruliga føldi gruvið. At songkvinnan Agnete Kjølsrud hevði lært seg nøkur føroysk orð, og dugdi at takka okkum fyri, at vit vóru komin, og lyftini hjá eina gittarleikaranum um, at Animal Alpha ætlar sær aftur til Føroyar gjørdi ikki løtuna verri, tí hesin ummælarin fer beina leið í handilin hjá Leikalund á festivaløkinum at ogna sær fløguna Pheromones. Høgni Lisberg fylti spæliplássið Høgni spældi fyri einum nærum fullum vølli av fólki frammanfyri tí minna pallinum við spæliplássi. Við eini væl smurdari rytmuboks í bólkinum afturat sær, slapp Høgni bara væl frá avrikinum Eftir at norski bólkurin, Animal Alpha, var liðugur á sandinum, fór tað allarmesta av fólkinum niðan á spæliplássið har leirvíkingurin, Høgni Lisberg, skuldi á pallin. Til fyrsta lagið komu allur bólkurin hjá Høgna heilt fram at kantinum við Brandi Jacobsen á elektroniskum trummum, og á ein heldur óvanligan hátt fangaðu áhoyrarnar. Fyrsta lagið var Desert, sum var eitt av lættara slagnum. Bólkurin, sum Høgni hevði afturat sær spældi framúr væl. Nakrir av sangunum hjá Høgna fella serliga væl í oyrini. Og tað merkist eisini á áhoyrarunum, tá ið “hittini” verða spæld. Dømi um hesi eru Just Dig, Morning Dew og Léla, sum allir vórðu spældir. JJ Fólkaveitsla við Páll Finnur Páll Animalskur villskapur í gandakendum kørmum Fitt lítil útgávukonsert Um 21-tíðina fóru ungu menninir í The Story Ends á pallin á spæliplássinum. Onkur hevði verið so fittur at læna teimum nakrar gittarar til høvið. Hví teir ikki høvdu gittarar við sjálvir søgdu teir onki um, men teir vóru blíðir og takkaðu fyri lánið. Og so spældu teir annars eina fitta lítla útgávukonsert. Fyrsta fløgan hjá bólkinum er komin út í dag og teir spældu sjálvandi nógv løg av henni. Stutt dansivinarlig rokkløg, sum fingu onkran at halda fyri, at hesir høvdu heilt sikkurt hoyrt The Strokes onkuntíð. Tvs. at hesin bólkurin týðuliga fegin vil vera partur av nýggja rokkrákinum við teimum strømmu buksunum, sum ikki er til at sleppa uttanum úti í heimi, og sostatt nú heldur ikki í Føroyum. Ikki tí at ein helst vil sleppa uttanum, men í kvøld hevði tað kanska ikki bilað um vit høvdu bíðað eitt sindur longri eftir tí, meðan The Story Ends mentu sína útlegging av rokkinum. Tað var nevniliga onki at ivast í, at hesir menninir vóru ungir og at ein tann størsta dygdin teir høvdu við sær á pallin var spæligleði. Og tað er ein stór dygd sum kann bera eina konsert sera langt. Men kanska ikki allan vegin heim. Sum heild var framførslan væleydnað, ikki minst oddamanninum/sangaranum fyri at takka, sum syrgdi fyri at øll høvdu eitt bros á varrunum alla tíðina. M.a. tá hann so glaður segði frá, at teir vóru spældir í útvarpi í morgun, og at tað var lag nr. 5 á fløguni, og at nú fóru teir at spæla nr. 3 osfr. Tað verður spennandi at hoyra fløguna – um hon er betri enn konsertin á G! er hon sera góð. bc