sunnudagur 23. juli 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 21. juli 2006
30 vikuskifti
Interview
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað er Spider, sum stýrir show
inum. Hann lítur rundan um
seg við einum steinrunnum
og sólbrúnkaðum andliti.
Sólbrillurnar fjala eyguni, og
tann ljósareyða polotroyggjan
skyggir í donsku sólini. Hann
er líkist onkrum meira, enn tað
hann er – tourmanager hjá Deep
Purple.
Spider gongur undan og leiðir
føroysku fjølmiðlamennirnar
inn í tónleikagarðin, sum
liggur aftanfyri pallin til stóra
tónleikatiltakið Rock Under
Broen í Middelfart.
Í einum av húsvognunum, sum
eru parkeraðir til heiðurs fyri tey,
sum skulu framføra á konsertini,
bíðar Ian Gillan, sangari í tiltikna
rockbólkinum Deep Purple.
Hann er komin til avtalaðu
tíðina, er fyrireikaður til at práta
og letur ikki fjølmiðlamennirnar
bíða óneyðuga leingi. Við borði,
har vit sessast í húsvogninum,
eru fimm pør av nývaskum,
myrkum hosum løgd fram.
Nøkur handklæði liggja eisini og
sløðast á borðinum. Jú, krøvini
frá teimum stóru tónleikarunum
eru ymisk, og her snýr tað seg í
øllum førum um at hava hosur til
at taka.
Ian Gillan veit væl, hvaðani
gestirnir hjá honum eru, og hann
letur ikki føroyingarnar spyrja
um ferðina hjá honum í Føroyum
í 1992, tá ið hann hevði tvær
konsertir við sínum egna bólki.
Hann fer sjálvur at tosa um
Føroyar beinanvegin.
– Føroyar vóru eitt fantastiskt
land at sleppa at vitja. Eg gloymi
ongantíð dagin, tá ið vit komu
til Føroya. Eg havi ongantíð áður
ella síðani lent á einum flogvølli
sum í Føroyum. Vit flugu fram
við fjøllunum, sóu fuglarnar, og
flogfarið sigldi frá síðu til síðu,
áðrenn tað setti seg. Tað var
nakað heilt serstakt, greiðir Ian
Gillan frá.
Verkfall og bátur
um sundið
Ian Gillan minnist serliga væl
fyrstu tímarnar av ferðini í
Føroyum, tí einki var, sum tað
plagdi at verða aðrastaðni í
heiminum, har hann hevði verið
á ferð.
– Tað var verkfall í Føroyum,
og vit máttu umborð á fiskibát
fyri at sleppa av oynni, har
flogvøllurin er. Tað oysregnaði,
og tað var bara eitt lítið stýrhús
umborð á bátinum. Skiparin var
inni í stýrhúsinum, og tað var
ikki pláss fyri fleiri folkum inni
har. Trummuspælarin hjá mær
kappaðist við eina eldru kvinnu
um at sleppa inn í stýrhúsið at
kroka, sigur Ian Gillan.
– Vit høvdu alla okkara útgerð
umborð á bátinum, og vit royndu
sum frægast at halda hana turra
yvirum. Tað var ein fantasktisk
kvøld, og vit høvdu tað sera gott
í Føroyum.
Fyri Ian Gillan hevur tað altíð
verið nakað serligt at vitja lond,
har hann ikki hevur verið áður.
– Tá ið vit vóru yngri,
plagdu vit at spæla á føstum
støðum týskvøld, hóskvøld og
leygarkvøld, men vansin við
hesum er, at fólkini hoyra sama
bólk allatíðina, og tað verða tey
troytt av. Tað er eisini troyttandi
hjá einum bólki bara at spæla
á somu støðum, og tí er tað
umráðandi at koma víðari og fara
at ferðast við tónleikinum.
– Vit hava roynt at koma so
víða í heiminum sum gjørligt,
og tað er spennandi at kunna
uppliva nýggj støðu. Tað er altíð
eitt stórt upplivilsi at fara til eitt
land sum Føroyar ella Bolivia
ella Kina at spæla, sigur Ian
Gillan.
Hvílir seg áðrenn
framførslur
Tað er hálvur annar tími, til
framførslan hjá Deep Purple
á Rock Under Broen skal
vera, og nú skulu seinastu
fyrireikingarnar til konsertina
gerast hjá Ian Gillan og hinum í
bólkinum.
– Eg blívi altíð spentur, áðrenn
eg skal á pallin, og vanliga má
eg taka tað róligt áðrenn eina
framførslu. Eg plagi at fara
ígjøgnum eina rutinu áðrenn
eina konsert, og eg eri ikki
sum nógvir aðrir tónleikarar,
at teir vilja øsa seg upp og fáa
adrenalinið at pumpa, áðrenn teir
fara á pallin. Eg royni at slappa
av, eg mediteri eitt sindur, og so
eksploderi eg á pallinum, sigur
Ian Gillan.
– Hetta er ikki nakað, sum
er komið við árunum. Eg fann
tíðliga út av, at eg skuldi ikki
gera ov nógv av áðrenn eina
konsert, tí so kom eg at mangla
orku undir framførsluni. So eg
havi altíð slappa av, áðrenn eg
skal á pallin, so at eg veruliga
kann geva meg fult undir
konsertini, sigur hann.
Fyrstu ferð, Ian Gillan stóð á
odda fyri bólkin Deep Purple,
var 10. juli 1969, tá ið teir
spældu á Speakeasy í London.
– Eg minnist sera væl hesa
fyrstu konsertina. Tað vóru
eini 40 fólk til konsertina, og
meginparturin av teimum vóru
hjálparfólk hjá okkum og full
fólk. Eg hevði longu tá eina
avgjørda vissu um, at hetta var
ein heilt serligur bólkur, so tað
var nakað serligt fyri meg at fara
á pallin fyrstu ferð.
– Eg hevði spælt í fleiri øðrum
bólkum frammanundan, men
Deep Purple var nakað serligt.
Eg visti tað beinanvegin, tí
tónleikarar vóru so framúr góðir.
Gillan hevur
Føroyar við
í sínum viðføri
Ian Gillan stórtrívist sum sangari í tiltikna bretska
rockbólkinum Deep Purple, og hann heldur, at
bólkurin sjáldan hevur verið so væl fyri, sum hann er
júst nú. Gillan hevur ferðast víða við Deep Purple, men
fáar upplivingar kunnu samanberast við ferðina hjá
honum í Føroyum í 90’unum. Hann minnist verkfall,
ferð um Vestmannasund í lítlum báti, regn og og eina
heilt serliga flogferð. Sosialurin hitti Ian Gillan áðrenn
konsert í Danmark
– Vit hava roynt at koma so víða í heiminum
sum gjørligt, og tað er spennandi at kunna
uppliva nýggj støðu. Tað er altíð eitt stórt
upplivilsi at fara til eitt land sum Føroyar ella
Bolivia ella Kina at spæla, sigur Ian Gillan,
sangari í rockbólkinum Deep Purple
Myndir: Jonhard Hammer