Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. juli 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 21. juli 2006 31 vikuskifti 31 Vit høvdu framvegis nógv at læra sum tónleikarar, men tann góðskan, sum var í bólkinm longu tá, var framúr. – Sjálvt undir venjingunum áðrenn fyrstu konsertina, kendi meg sannførdan um, at vit fóru at koma langt. Vit fingu eisini okkara gjøgnumbrot seinni, og tað kom ikki óvart á meg. Eg havi upplivað nógv sum sangari, men størsta og týdningarmesta løtan hjá mær var, tá ið eg fyrstu ferð fór á pallin við Deep Purple, sigur Ian Gillan. Teir klára væl upp Deep Purple er nú farið undir eina drúgva konsertferð, sum næsta árið tekur teir til nógv lond í fleiri heimspørtum. – Ein tónleikabólkur er sum ein familja. Tú mást klára væl upp við hinar limirnar í bólkinum, tí vit eru so nógv saman. Serliga fyrstu árini hevði tað nógv at siga, tí tá koyrdu vit runt í einum lítlum bussi, og tað var trongt. – Nú er tað meira behagiligt at ferðast, tí vit hava ein góðan tour-buss, ella vit flúgva, og vit hava eitt hotellkamar í part. Annars er tað sera líkt at verða á konsertferð nú og fyri 30 árum síðani. Á pallinum er tað tú og áhoyr­ararnir. Har eru eingin promotarar, plátufeløg, pressa ella nakað at órógva teg. Tá er tað tú og fólkini, sum eru komin at lurta eftir tær. – Soleiðis var tað, og soleiðis er tað framvegis. Og tað er høvuðsorsøkin til, at vit tíma at spæla. Onkur fólk vilja helst siga, at tað eru aðrar orsøkir til, at vit framhaldandi spæla, men fyri okkum snýr tað seg um tónleik og at spæla fyri fólki, sum vilja lurta eftir okkum. Bólkurin er væl fyri Deep Purple hevur gjøgnum árini skift manning nakað, men fleiri av teimum upprunaligu limunum eru framvegis við í bólkinum. Gittarspælarin Richie Blackmore spælir ikki longur við, og fyri nøkrum árum síðani fór legendariski orgulspælarin Jon Lord úr bólkinum. Tá kom Don Airey upp í bólkin fyri hann. – Vit hava tað sera gott saman í bólkinum í løtuni. Síðani Don Airey kom upp í bólkinum, hevur tað gingið ótrúliga væl hjá okkum. Nú eru vit aftur fimm tónleikarar í bólkinum, sum veruliga vilja spæla og lata nakað til bólkin. Tú mást kenna teg væl í bólkinum og vilja verða við, tí annars verður tað bara til eitt vanligt arbeiði, og tað merkist aftur í tónleikinum, sigur Ian Gillan – Jon Lord var blivin troyttur, og tað merktist væl, at hann vildi sleppa burtur úr bólkinum. Tað ávirkaði eisini framførslurnar hjá okkum. Hann var ikki so spentur longur, hann vildi helst sleppa undan at fara á konsertferð, og hann gjørdist sera friðarligur. Jon er ein hetja, og vit halda ótrúliga nógv av honum, tí hann hevur havt so nógv at siga fyri Deep Purple, men hann var komin hartil í lívinum, at hann tímdi ikki at spæla meira, og hann hevði tað ikki stuttligt longur, so tað var eingin annar útvegur uttan at hann gavst at spæla. – Don Airey kom upp í bólkin fyri hann, og tá gjørdust vit aftur ein bólkur við fimm tónleikarum, og vit eru betur fyri nú enn seinastu 20 árini. Seinastu trý árini hava vit verið líka væl fyri tónleikaliga, sum tá vit vóru, tá ið vit vóru upp á tað besta fyrst í 70’unum og í 1984-85. Bólkur í stórformi Næsta árið fer Deep Purple at ferðast kring heimin, og teir hava úr at gera. Konsertirnar verða nógvar í tali, og upplivingarnar verða uttan iva eisini nógvar. Skal ummælarin hjá BT, Steffen Jungersen, takast fyri fult, so er Deep Purple í sínum lívs formi, nú teir meira enn 35 ár eftir fyrstu framførsluna við Ian Gillan spæla á konsertum kring Europa og aðrastaðni í heiminum. Ian Gillan takkar fyri vitjanina, og næstu løtuna skal hann fyrireika seg til einastu konsertina í Danmark í ár. Smílið er breitt, hárið styttri enn tað mangan hevur verið, men hann hann tykist vera væl fyri, og tað vísir hann eisini løtu seinni, tá ið hann og hinir í Deep Purple geva donsku áhoyrarunum eina ordans rockkonsert við øllum teimum kendu sangunum hjá bólkinum. Deep Purple hevur framvegis nakað at lata frá sær í ár 2006. – Føroyar vóru eitt fantastiskt land at sleppa at vitja. Eg gloymi ongantíð dagin, tá ið vit komu til Føroya, sigur Gillan