Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-23, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. juli 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 21. juli 2006 32 vikuskifti Kostur Jóhanna á Tjaldrafløtti E llisárini koma ikki einsamøll, siga vit, og sipa til teir veikleikar og tey brek, sum aldurdómurin ofta ber við sær. Tí kunnu vit kanska spyrja, um aldurdómurin yvirhøvur er nakað, vit sjálvi hava ávirkan á ella kunnu gera nakað við. Her skulu vit hava í huga, at okkara aldurdómur verður ávirkaður av ymsum faktorum. Summir eru genetiskir, meðan aðrir hava við okkara livihátt at gera, tað vil siga eitt samspæl millum kost, rørslu, strongd og umhvørvi. Eisini verða vit ávirkaði innanífrá av gøgnum og kyknum, meðan sjúka og ymisk sløg av heilivági eisini gera seg galdandi. Onkrar av hesum fakturum hava vit, sum vera man, als onga ávirkan á. Hinvegin, tá tað ræður um liviháttin, eitt nú kost og rørslu er tað ikki so lítið, vit sjálvi kunnu gera fyri at fáa ein so góðan aldurdóm, sum til ber. V ið aldrinum broytist stoffskiftið í kroppinum, eins og vekt, hædd, krop­saman­ setingin og sodningarlag broytast. Eisini hevur aldurin við sær, at vit hava minni tørv á orku, men sama tørv á vitaminum og mineralum, her verður serliga hugsað um D vitamin. Tað merkir, at meðan vit ikki hava tørv á líka stórari mongd av mati, tá vit gerast gomul, økjast krøvini til, hvussu maturin er samansettur, so at vit fáa øll tey neyðugu føðsluevnini, sum kroppurin hevur brúk fyri. Í Føroyum hevur ikki verið gjørt so nógv fyri at kunna um heilsugóðan mat, hvat vit skulu eta og hvussu. Tað hava tey hinvegin gjørt nógv av í londunum rundanum okkum. Í Danmark byrjaði hetta longu í 1970unum, tá Statens Husholdningsråd kom við teimum fimm kostráðunum. Í 1992 vórðu hesi broytt til tey sjey kostráðini, sum nú aftur eru endurnýggjað og eru vorðin til tey átta kostráðini. Broytingin er ikki so øgiliga stór, men tað, sum er umráðandi í gerandisdegnum, er, at vit eta frukt og grønmeti hvønn dag og allarhelst seks stykkir um dagin. H ví skulu vit so eta so nógv frukt og grønmeti, tá tað nú ikki hevur verið so vanligt her hjá okkum? Kanningar hava staðfest, at frukt og grønmeti virka fyribyrgjandi móti hjarta- æðrasjúkum og kunnu minka um vandan fyri at fáa vælferðarsjúkur sum krabbamein, yvirvekt og annað. Her skulu vit minnast til, at tað saktans ber til at nøkta hendan tørvin, hóast tú býrt á einum smáplássi, har úrvalið av eksotiskum grønmeti og frukt er avmarkað, tí gularøtur, hvíttkál og røtur er avgjørt eisini holl føðsla. Hinvegin kunnu vit spyrja, um tað er neyðugt at minna føroyingar á at eta fisk og fiskaviðskera. Gamaní er fiskur sera vanligur í Føroyum, men tað er nokk ikki allastaðni, at so nógvur fiskur verðin etin dagliga. Men sambært kostráðunum eiga vit eta ymisk sløg av fiski, helst eini 300 gramm um dagin. Síðani koma vit til eplir, rís, pasta og groft breyð. Hóast vit allatíðina verða bombarderað við ymsum upplýsingum um, hvørt tað nú til dømis er gott at eta epli ella ikki, so fari eg at minna á, at almennu heilsumynduleikarnir ongantíð hava sagt, at epli ikki skulu verða góður matur. So tað er bara at halda á at eta eplir, tað er holl føðsla og inniheldur nógv C vitamin, ið er gott fyri okkum. S um tey flestu nokk vita, skulu vit spara uppá sukur og feitt. Best er, um vit goyma køkur og góðgæti til serlig høvi og velja tey soltnu sløgini av mjólk, mjólkarúrdráttum, kjøti og viðskera. Eisini er umráðandi, at vit royna at halda eina hóskandi vekt. Tað er rætt, at tá man er komin upp í árini, ger tað onki, um man vigar eitt sindur ov nógv, men tað er ongantíð gott at viga alt ov nógv. Nýggja ráðið, sum er komið afturat gomlu kostráðunum, snýr seg um rørslu. Við árunum broytist kroppurin, so vit fáa færri vøddar og meir feitt. Tí er tað umráðandi at vit røra okkum – helst í minsta lagi 30 minuttir um dagin. Fyri tey eldru er tað ofta ein trupulleiki, at skjótt er at gloyma, at fáa nóg mikið av vætu, tað vil siga 1½ litur um dagin. Tí er vert at hava í huga, at øll væta telur við – kaffi, te, vatn, juice, men vatn er nokk tað besta. T ey eldru eru ein rættiliga ymisktháttaður bólkur. Tað eru tey, sum eru kropsliga væl fyri og so tey, sum ikki er so væl fyri. Til dømis kann tað, at ein er vorðin stakur ella kanska hevur fingið eina størri skurðviðgerð hava við sær, at man tapir í vekt. Tá er tað umráðandi at koma upp aftur í vekt. Gerst vektin í minna lagi, minkar virkisførið, og tískil vikna vøddarnir og orkan gerast minni. Verður orkan lítil, verður lívsdygdin eisini ofta verri og deyðiligheitin størri. Um matarlysturin er vorðin lítil, og tú varnast, at tú ert farin nógv niður í vekt, skulu tey átta kostráðini í ávísan mun vendast á høvdið. Tá skulu vit ikki eta ov nógv breyð og heldur ikki ov nógv grønmeti og frukt, tí hesin kostur inniheldur so fáar kaloriur. Í staðin skulu vit tá eta feitan mat, sum gevur nógva orku og eisini brúka margarin, smør og róma og minnast til at fáa eina vitamintablett hvønn dag. Við at eta sunnan mat, sum nøktar okkara tørv, minnast til at fáa nokk av vætu og røra okkum ½ tíma hvønn dag, kunnu vit sostatt sjálvi verða við til at betra um trivnaðin á ellisárum. Ábyrgd fyri egnari heilsu: Heilsugóður kostur á ellisárum Tey 8 kostráðini 1. Et frukt og grønmeti hvønn dag 2. Et ofta fisk og fiskaviðskera 3. Et eplir, rís ella pasta og groft breyð hvønn dag 4. Spar uppá sukur, góðgæti og køkur 5. Spar uppá feittið, vel tí soltna mjólk og mjólkarúrdrátt og soltið kjøt og viðskera 6. Et fjølbroytt og hald eina hóskandi vekt 7. Fá nokk av vætu, uml. 1½ ltr um dagin 8. Rør teg í minsta lagi 30 min. dagliga FAKTA Góð ellisár eru ikki minst tengd at møguleikanum at fáa góðan og væl­ smakk­andi mat, sum nøktar tørvin hjá tí einstaka hvønn dag, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslufrøðingur og kostráðgevi Greinarøðin, “Ábyrgd fyri egnari heilsu”, tekur støði í átta fyrilestrum, sum vórðu hildnir í Tilhaldinum í Tórsgøtu í fjør og fyrrárið. Út frá ymsum sjónarhornum viðgera fyrilestrarnir spurningin: “Hvat kanst tú sum eldri sjálvur gera fyri at varðveita eina góða heilsu so langt upp í árini, sum gjørligt?” GREINARØÐ Teir átta fyrilestrahaldararnir eru: ■ Eyðun Joensen, sálarfrøðingur ■ Leila á Lofti, fysioterapeutur ■ Jógvan Róin, lækni ■ Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur ■ Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslufrøðingur og kostráðgevi ■ Jógvan Fríðrikson, prestur ■ Elsa Zachariassen, sjúkrarøktarfrøðingur og ráðgevi ■ Anna Jacobina Ellingsgaard, mentanarberi á Eiði – Meðan tørvurin á mati minkar við árunum, setir hetta tess størri krøv til, hvussu maturin verður samansettur, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslufrøðingur og kostráðgevi