Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-23, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. juli 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 21. juli 2006 34 vikuskifti SAMRØÐA Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Um miðjan august fer Allan Tungá til Kosovo við danska herinum. Í Kosovo skal Allan saman við yvir hundrað donsk­ um hermonnum royna at skapa frið, veita serbum og albanum útbúnað og hjálpa teimum at byggja landið uppaftur: – Eg skal verða í Kosovo í eitt hálvt ár. Í løtuni er tað nøkulunda friðarligt har yviri, men ein veit ongantíð, hvussu leingi friðurin valdar, tá mafiur hava valdið. Verjuovastin vónar, at vit verða tað næstseinasta herliðið, sum verður sent til Kosovo úr Danmark, greiðir Allan frá. Hættisligt arbeiði Spurdur, um hann ikki er bangin um at fara avstað, svarar Allan við einum heldur undarligum smíli, at ræddur er hann als ikki: – Í roynd og veru gleði eg meg til at fara avstað. Eg havi verið í upplæring í so langa tíð og gleði meg til at royna lívið í herinum at mínum egna kroppi. – At gera mína skyldu, hjálpa fólki í neyð og at síggja landið, sigur Allan, sum skal skriva testamenti, áðrenn hann fer avstað: – Tað taki eg ikki so hátíðarliga, sigur hann uttan himpr. Hvat siga vinir og familja til, at tú í næstum skalt til Kosovo at verja landið? – Mamma og babba hava roynt at práta meg frá at fara. At byrja við skuldi eg til Irak, men tá tað varð broytt til Kosovo, hildu tey, tað var eitt sindur frægari. Fleiri hava somuleiðis spurt: ‘Hví tímir tú at ofra teg sjálvan fyri nakrar serbar ella albanar?’ Men Um miðjan august fer Allan Tungá úr Klaksvík við danska herinum til Kosovo. Eftir hetta ætlar hann sær at fara til Afganistan ella í læru hjá hernaðarløgregluni. 20 ára gamli Allan Tungá: Til Kosovo at verja økið At skjóta við maskinbyrsu, bazooku og at kasta við hondgranatum er dagligur kostur hjá 20 ára gamla Allani Tungá úr Klaksvík. Í næstum fer hann til Kosovo at hjálpa serbum og albanum