sunnudagur 23. juli 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 21. juli 2006
35
vikuskifti 35
”
Fleiri hava spurt: ‘Hví tímir tú at
ofra teg sjálvan fyri nakrar serbar og
albanar?’ Men sjálvandi tími eg tað. Í
herinum geri eg mun og heimin til eitt
betri stað at vera í. Tað er upp á tíðina,
at ófriðurin í Kosovo steðgar.
- Allan
”
Eg eri als ikki bangin um at fara til
Kosovo. Í roynd og veru gleði eg meg at
royna lívið í herinum at mínum egna
kroppi. Tað, at eg skal skriva testamenti,
áðrenn eg fari avstað, taki eg ikki so
hátíðarliga.
- Allan
sjálvandi tími eg tað. Hóast eg
bert eri ein ungur drongur, føli
eg, at eg geri mun og heimin til
eitt betri stað at vera í. Ófriðurin,
sum hevur verið í so nógv ár í
Kosovo, ávirkar eisini okkum, og
tað er upp á tíðina, at tað verður
friðartíð, heldur Allan.
– Tað er sjálvandi vandi á ferð,
tá ein velur eitt sovorðið arbeiði,
men dagliga hugsi eg als ikki um
vandan ella deyðan, sigur Allan
og leggur dent á, at tað skal altíð
verða futtur í tí, hann ger:
– Eg hevði eitt nú ongantíð
klárað at arbeitt í einum
klædnahandli ella staðið á
Stongum í Klaksvík og egnt
allan dagin. Tað hevði verið alt
ov einsháttað.
– Eg føli tað ikki sum eitt kall
at fara til Kosovo. – Eg havi bara
hug til at arbeiða í herinum.
Vápnini well til eitt vist
Higartil hevur Allan bert roynt
at nýta vápn í upplæringartíðini –
millum annað í venjingarskógum
og á skotskivum – men nú skal
hann út í heim við bazooku í
hondunum:
– Til nú hevur tað verið well
at standa við einari bazooku í
hondini. Men í Kosovo skal eg
fyri fyrstu ferð royna at nýta
vápn »í tí veruliga lívinum«. Eg
veit ikki, hvussu well tað verður,
um eg onkuntíð skal meiðsla ella
drepa onkran. Men vit sleppa tó
ikki at brúka vápnini, fyrr enn vit
sjálvir eru í vanda, sigur Allan
avgjørdur, tekur nakrar myndir
upp úr taskuni og heldur fram at
fortelja:
– Tá onkur doyr í danska
herinum, fáa vit, sum eru í læru,
tað altíð fyrst at vita. Og bara teir
ellivu mánaðirnar, eg havi verið
har, eru tríggir hermenn deyðir.
– Vit syrgja og práta øll um
tað í fleiri dagar, og ein sálar
frøðingur er altíð til staðar í
herinum. Men slíkar hendingar
fær tó ongan at seta seg aftur.
Ella í øllum førum ikki meg
– tvørturímóti, sigur Allan greiður
at enda.
Miðnámsskúlin ov keðiligur
Tað hevur ikki altíð verið ein dreymur hjá Allani at fara í herin.
Hann hevur nevniliga somuleiðis ætlað at fingið sær eina
útbúgving. Men tá hann hevði gingið á handilsskúla í eitt hálvt ár,
varð tað ov einsháttað, og Allan vildi royna okkurt nýtt:
– Tá fekk eg hugskotið at melda meg í herin, sigur hann og leggur
afturat, at allir danskarar verða kallaðir inn til hertænastu, men at
hann noyddist at melda seg sjálvbodnan, tí hann er føroyingur:
– Eftir at eg hevði meldað meg í herin, skuldi eg fyrst og fremst
fáa eina heilsuváttan frá læknanum og síðan til eina skrivliga roynd
fyri at sleppa inn. Eg slapp tíbetur inn uttan hóvasták, greiðir Allan
frá og skoytir uppí, at fyrst var hann millum annað í fýra mánaðir
á Kongaskipinum og fekk eina grundútbúgving, har hann eitt nú
lærdi at nýta vápn, gassmasku, at yvirliva í skóginum og at veita
bráðfeingishjálp.
Eftir hetta skrivaði Allan sáttmála við herin, og tað er í hesum
høpi, at Allan skal til Kosovo miðjan august.
- horsdal
Navn: Allan G. Tungá
Aldur: 20 ár
Starv: Í danska herinum
Bakgrund: Uppvaksin í
Klaksvík og á Sandoynni saman
við trimum systkjum.
Hjúnastøða: Stakur
FAKTA