Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-23, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. juli 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 21. juli 2006 36 vikuskifti SAMRØÐA Theodor E. D. Olsen Myndir: Dávur Winther – Jú, hatta málið kostaði okkum nógv. Men tað er ikki barnaverndarmálið, sum ger, at vit flyta! Hans Eiler Hammer er av­gjørdur, nú hann kann líta aftur um bak sum prestur í Norð­ oyggjum. Seinasta sunnudag helt hann sína seinastu prædiku í Christianskirkjuni í hesum umfari, og í morgin sigur hann endaliga farvæl á Húsum, áðrenn leiðin gongur til Berlevåg kommunu í Norðurnoregi út móti Íshavinum, har hann hevur fingið nýtt embæti. Um tíðina í Klaksvík sigur hann: – Hon hevur verið lærurík! Hann heldur, at tíðin sum prestur í Klaksvík hevur givið honum nógv. Bæði av jaligum og neiligum. Sjálvur búð hann nógv av sínum barnaárum í býnum, av tí at pápi hansara var trúboðari har. Spurdur, um hetta hevur verið ein fyrimunur, sigur Hans Eiler: – Tað er ringt at vera profetur í egnum heimlandi. Fólk vænta nógv av tær, sigur hann, og leggur afturat, at hetta kann vera torført at liva upp til. – Tað eru fleiri veingir í kirkju­ ni í Klaksvík. Vit hava kirkju­ veingin, og vit hava missións­ veingin, sum er í trimum, sigur Hans Eiler og sipar til KFUM & K, Emmaus og Soli Deo Gloria, ið hann kallar ein karismatiskan vong í Fólkakirkjuni. – Øll hava væntanir, og tú merkir væl, at fólk leggja merki til, hvussu tú prædikar, og hvønn tú umgongst. Eg vildi vera prestur fyri øll, og hetta haldi eg, eg havi livað upp til. Hans Eiler viðgongur tó í dag, at hetta kundi vera trupult. – Eg var kanska nógv í tí einu samkomuni ta fyrstu tíðina, Soli Deo Gloria, men tað var tí, at tey bóðu meg um tað. Tað gjørdi, at viðurskiftini við indremissión, KFUM & K, har eg eri upp­ vaksin, blivu ávirkað, sigur Hans Eiler. Fyri trimum árum síðani tók hann eitt val, tí hann merkti, at hetta eisini gekk út yvir familjuna. Hann vildi vera prestur fyri alla kirkjuna og fór tí úr øllum nevndum, og sigur, at viðurskiftini ongantíð hava verið so góð sum nú. – Eg havi talað, har eg eri biðin, uttan at hava bindingar til nakran og uttan at hugsa um, hvat onnur meina og siga. Hetta hevur givið frælsið, sigur Hans Eiler um ta nýggju støðuna. Var ov nógv í Soli Deo Gloria Spurdur, um tað er neyðugt hjá einum presti, sum hevur kirkjuna at prædika í hvønn sunnudag, eisini at tala í øðrum samkomum, sigur Hans Eiler: – Tað er ikki neyðugt. Men mítt høvuðsmál er, at menniskju skulu verða frelst, so eg brúki hvørt høvi, eg fái. Og eg vænti eisini, at flestu prestar Í Føroyum siga ja til aðrar uppgávur. Vit mugu ikki gloyma, at missiónin og Soli Deo Gloria eru partar av kirkjuni og hava týdning, so tí er tað mín skylda sum prestur, eisini at koma har. Brøðrasamkoman er virkin í Klaksvík, men prestur heldur seg ikki hava merkt nakra kapping haðani. Hann heldur seg hinvegin hava havt eitt tætt samstarv við fólk í Brøðrasamkomuni. Spurdur, hvat ”tætt samstarv” merkir, nevnir hann sum dømi, at ein av elstunum í Betesda regluliga kom og tosaði við hann um andalig viðurskifti ta einu tíðina. Hans Eiler sigur eisini, at brøður hava loyvi til at tala í kirkjuni til t.d. jarðarferðir, og seinastu árini hava eisini fleiri tónleikatiltøk verið í Christianskirkjuni, har brøður hava tikið lut. – Hetta hevur kanska forargað onkran, men í tí stóra og heila hevur hetta gingið væl. Truplar tíðir Tá Hans Eiler lítur aftur um bak, má hann viðganga, at tað eisini hava verið truplar tíðir, meðan hann hevur sitið í embætinum. Hann er heldur ikki bangin fyri at fortelja um málið, tá tey sum hjún vórðu meldað til barnaverndina í Klaksvík. – Vit vóru burturstødd í 60 ára føðingardegi hjá verfaðir í Norra, tá hetta hendi. Tá vit vóru afturkomin, fingu vit eitt ákærurit frá barnaverndini, sigur Hans Eiler, leggur afturat, at kjarnan í málinum er, at einki kanningararbeiði var gjørt frammanundan av teimum, áðrenn ákæran var gjørd og lisin upp. – Tað málið hevur kostað okkum nógv, men vit hava altíð vitað, hvat var sannleiki og lygn. Tó vil eg takka serliga tveimum monnum fyri hollan stuðul og ráðgeving hesa truplu tíðina, og tað er skyldmaðurin á Toftum, Andreas Andreassen og Ólavur Petersen, sum nú býr í Danmark. Uttan teir er trupult at siga, um vit høvdu komið ígjøgnum alt hetta, leggur prestur eina við. Prestahjúnini fingu ikki at vita frá Klaksvíkar býráði, hvør hevði meldað tey. Almannastovan gav teimum tilsøgn um alment innlit, men býráðið bað rættin forða hesum. Rætturin gav býráðnum viðhald. Men herfyri kom vend í málið. – Nú hava vit lagt hatta aftur um okkum. Fyri nøkrum vikum síðani fingu vit vitjan í prestagarðinum. Vit taptu í Føroya rætti, men hava altíð sagt, at sannleikin kemur altíð fram. Eitt par kom inn á gólvið, ið fortaldi okkum, hvør kvinnan var, sum meldaði okkum til barnaverndina, og hetta gjørdi, at vit avtalaðu við Klaksvíkar kommunu, at vit fóru ikki víðari við málinum, sigur prestur. Hann hevði annars lovað, at hann skuldi fara allan vegin til mannarættindadómstólin í Strassburg, gjørdist tað neyðugt. – Eftir stendur kanska, at vit hava tapt í Føroya rætti. Lat tað fara! Men eftir stendur eisini, at vit hava vunnið ein moralskan sigur. Í tvey ár vórðu vit drigin gjøgnum eitt runudíki. Hetta hevur ikki nakað síðustykki í Føroya søgu, metir Hans Eiler. Hann sigur seg ikki bera nakað hatur til kvinnuna, sum, hann heldur seg vitað, hevur meldað tey. Slatur Spurdur, um hann heldur, at viðkomandi kvinna, veit, at tey halda tað vera hana, sigur Hans Eiler, at tað ger hon helst ikki. – Viljað verið prestur fyri alla kir Í morgin prædikar Hans Eiler Hammer fyri seinastu ferð á Húsum á hesum sinni, áðrenn hann fer til Noregs. Hann heldur, at tíðin í Norðoyggjum hevur verið lærurík, men eisini trupul. Sosialurin hitti hann til eitt prát um tíðina í Klaksvík, slatur, starvsfólkapolitikk o.a. – Tað má vera eitt eindømi í Føroya søgu, at annar vongurin í kirkjuráðnum helt seg burtur í sambandi við mína fráfaringarguðstænastu, sigur Hans Eiler Hammer