Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-23, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. juli 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 21. juli 2006 37 vikuskifti 37 Men hann følir ikki, at tað er hansara uppgáva at seta seg í samband við hana, men leggur afturat, at hon altíð er vælkomin á gátt hjá teimum. Hans Eiler sigur, at hann las ákæruritið fyri nøkrum døgum síðani, og hann sigur seg kenna orðingar aftur frá hesi kvinnu, sum tey annars eisini høvdu illgruna til, hevði meldað tey. – Vit eiga nógvar góðar vinir í Klaksvík, og nógv, vit ikki høvdu væntað, eru komin inn á gólvið hjá okkum. Men tað hevur verið nógv slatur og sleyg. – Okkurt kundu vit kanska havt fyribyrgt sjálv. Eg veit ikki, um Klaksvíkin er verri enn aðrar bygdir, men her fær tað loyvi at liva. Men tað er ikki barnaverndarmálið, ið ger, at vit flyta. Vit søgdu allatíðina, at vit vildu ikki flyta, meðan harðast leikaði á, og vit eru glað fyri, at vit kunnu fara, av tí tað er okkara avgerð, og eingin hevur skúgvað okkum út, sigur ein avgjørdur Hans Eiler, sum ikki ivast í, at ein hægri leiðsla, sum hann kallar tað, hevur verið uppi í. – Eg søkti mitt meðan barna­ verndarmálið var í hæddini, tí tá var starvið í Norra leyst. Har var gott at vera, men bústaðar­ viðurskiftini vóru út av lagi. Tey bóðu meg so bíða við at svara endaliga. Í Norra eiga kommunurnar bygningarnar, men stiftsstjórnirnar seta treytir fyri bústaðarviðurskiftunum. Prestagarðurin varð síðani tikin niður, og ein spildurnýggjur bygdur ístaðin. – Eg spældi við opnum kortum fyri norrmonnum og segði, at vit vóru í einum rættarmáli við kommununa. Hetta var ikki ein trupulleiki fyri teir, og vildu teir geva mær ta tíðina, tað tók. Tá starvið varð síðan lýst leyst, vóru 4 umsøkjarar, og Hans Eiler varð einmælt innstillaður av kirkjuráðnum, prósta­dømisráðnum og bispa­ dømisráðnum. Hann sigur enntá, at starvið hevði verið lýst leyst aftur, um hann ikki tók av. Ráð til eftirmannin Spurdur, hvør man fara at vera eftirmaður ella -kvinna í embætinum, sigur Hans Eiler, at tað hevur hann onga meining um. Hóast hann veit um klaksvíkingar, sum hava lokið guðfrøðiprógv, fer Hans Eiler at flenna í kíki, tá hann verður spurdur, um hann hevur nakran krúnprins. – Ha, ha, nei tað havi eg ikki!! – Tað hevur ongantíð verið eingin, sum hevur søkt til Klaksvíkar, men heldur ongantíð verið nógv, men kanska kemur broyting í, nú tunnilin er komin. Tá eg søkti, vóru 4 umsøkjarar, og eg rokni við, at tað man fara at verða tað sama aftur hesaferð. Hvørji ráð hevur tú at geva tínum avloysara? – Skalt tú vera prestur í før­ oysku kirkjuni, so halt fingrarnar burtur frá nevndum, sum ikki eru ein beinleiðis partur av kirkj­uni, t.d. í missión ella hjálparfelagsskapum av onkrum slagi, tí tá verður tú bólkaður. Arbeiðir tú hinvegin út frá kirkjuni, so stendur tú fríur. Ert tú prestur og situr t.d. í stýrinum í Heimamissónini – og tað hava fleiri prestar gjørt – kanst tú m.a ikki tala í karismatiskum samkomum. Hetta er ein trupul­ leiki! Vantandi starvsfólka­ politikkur Hans Eiler metir tó, eitt tað størsta vandamálið við at vera prestur og serstakliga ungur prestur í føroysku kirkjuni, er, at hann als ikki metir, at nakar starvsfólkapolitikkur er. – Í 8 ár havi eg ikki verið til nakra starvsfólkasamrøðu. Eg var til eina setanarsamrøðu, men síðan er einki hent, sigur Hans Eiler, ið fýlist á, at prestarnir sjálvur noyðast at finna út av ymiskum. Eitt nú hevur hann verið úti fyri, at fólk úr Brøðrasamkomuni hava verið í uppskoti til faddrar. Sambært lógini, skal ein vera doyptur og limur í Fólkakirkjuni, um ein skal vera faddur, men hetta mugu prestarnir sjálvir finna útav. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki, ikki bert í Klaksvík, sigur Hans Eiler. Hans Eiler sigur seg gleða seg til at koma til Noregs og samanber viðuskiftini har og tey føroysku við nátt og dag. Í Noregi hava tey nevniliga ein orðaðan starvsfólkapolitikk, og hann sigur seg longu hava fingið eina innbjóðing til ein starvsfólkatúr til Skotlands. Harafturat sigur hann norsku prestarnar hava frí 4. hvørt vikuskifti. Men hevur ein prestur ikki valt sjálvur at arbeiða í vikuskiftunum? – Eg havi einki ímóti arbeiðs­ byrðuni, men man veit ikki, hvat er vanlig praksis í hesum økinum, og tí hava vit tríggir prestarnir í Norðoyggjum sjálvir praktiserað frídagar og annað. Hans Eiler heldur tað at vera umfatandi at vera prestur í Norð­ oyggjum, og bara í Klaksvíkar býi man hvør prestur hava einar 200 tænastur um árið í part. – Tað, eg serliga komi at sakna nógv, er lívið á bygd, á Kalsoynni, Kunoynni og í Árnafirði. Hesi hava verið míni frístøð, tí tey eru so glað, takksom og gestablíð. Tað er so sjáldan, tey hava prest, so tað er líkamikið, hvat er hent í kirkjuni, so hava tey verið líka fyrikomandi. Og so tað at vitja gomul og sjúk, hevur verið serliga gevandi, sigur Hans Eiler. Ætlar tú at koma heimaftur? – Eg og konan hava sagt, at ein skal ongantíð siga ongantíð. Men tað er tó so við familjuni, at tað er ikki gott at rykkja børnini upp fleiri ferðir. Kanska eg komi aftur at enda prestatíðina, men sum nú er hava vit ongar ætlanir. Hans Eiler sigur, at hann sum so ikki ætlar at blanda seg upp í føroysk kirkjuviðurskifti úr Noregi, og spurdur um, hvat hann heldur um ta ætlaðu yvirtøkuni av kirkjuni, sigur hann, at tað hevur hann onga meining um. – Tað, eg veit, havi eg fingið at vitað gjøgnum fjølmiðlarnar. Tó komi eg væntandi at hug­ leiða um tann vantandi starvs­ fólkapolitikkin í tí føroysku kirkjuni! - Annars haldi eg, at tað má vera eitt eindømi í Føroya søgu, at tann eini vongurin í kirkjuráðnum helt seg burtur í sambandi við mína fráfaringarguðstænastu í Klaksvík, endar Hans Eiler Hammer. Hans Eiler sigur seg ikki vita, um hann sjálvur kallar seg konservativan prest, hóast hann veit, at onnur helst vildu sett hann í ein slíkan bás. – Sjálvur kalli eg meg ein bíbliutrúgvan prest. Eg meini, vit hava fleiri ikki-bíbliutrúgvar prestar í Føroyum. Eg haldi tó, teir skulu sleppa at vera prestar. Men Orðið, ið skal vera sum svørð, er blivið til pappír, sigur Hans Eiler, ið heldur, at hesir ikki-bíbliutrúgvu prestar, sum hann kallar teir, heldur lurta eftir tíðini og samfelagnum enn Skriftini. Hetta er ein av teimum nýggjastu lestrarbókunum eitt gott dømi uppá, vil Hans Eiler vera við. – Men eg vil ikki nevna nøkur nøvn, og komi eg framvið hjá teimum, so støkki eg inn á gólvið, og vit drekka ein kopp av kaffi saman. Men er tað ikki neyðugt at tulka Skriftina? – Vit eru bíbliutulkarar í okkara tænastu, men hvør skal tulka fyri okkum? – Hvør skal avgera, hvat er tíðarbundið og ikki? Tað er farligt, um vit seta okkum sum harrar yvir Bíbliuni. Eru vit ikki harrar yvir tí, vit lesa? – Eg føli meg ikki sum harra yvir Skriftini, og hetta ger sítt til, at man spyr, hvat Bíblian sigur, og at øll sjónarmið hjá einum sjálvum eiga at verða avprøvað á bíbliunnar bókstav. Hans Eiler sigur seg einki hava ímóti kvinnuligum prestum. Hann metir ikki, at nakar skakandi dómur yvir kvinnuligar prestar verður feldur í Bíbliuni, sum hann tekur til. – Hinvegin er tað ein stórur trupulleiki, at vit hava prestar, sum eru uppafturgiftir eftir hjúnaskilnað. Serliga tá tað fær avleiðingar fyri samstarvið innan kirkjugátt, heldur Hans Eiler. – Tó vil eg siga, at eg dugi at skilja, at tað kunnu vera tveir mátar at lesa uppá. Ert tú samdur við teimum, sum halda at tað skal vera høgt til loftið og vítt til veggja í kirkjuni? – Tað veit eg ikki rættiliga. Man skal vera varin við at fella dómar, men hinvegin skal man vera bundin at tí, Skriftin sigur. Er tað ikki eins egna tulking, sum avger, hvussu tú tulkar Skriftina. – Jú, tað eru vit ikki ósamdir um. Men er eins tulking bundin at tí, teksturin sigur ella ikki? T.d. snúði prædikuteksturin seinasta sunnudag um eina ”gallup- kanning”, har Jesus spyr, hvønn fólk siga hann vera. Hvat er tað, vit síggja Skriftina sum, autoritativa ella ikki?, spyr Hans Eiler, sum sigur seg virða rættin hjá teimum, hann kallar ikki-bíbliutrúgvar prestar, at vera kallaðar sum prestar, men hann vil eisini hava rættin at sleppa at siga frá. Men er tað at virða hesar prestar at kalla teir ikki- bíbliutrúgvar? – Jú, eg kann virða hansara kall og rætt at vera prestur, men eg vil eisini behalda rættin at siga frá. Hóast vit kunnu vera ósamdir, so vil eg ikki arbeiða fyri, at hann verður koyrdur frá. Allir prestar í Føroyum eru kallaðir av sókn, vígdir av bispi og innsettir av prósti, og tí skulu vit góðtaka sjónarmiðini hjá hvørjum øðrum, sigur Hans Eiler, sum annars heldur, at tann meira liberala veinginum í kirkjuni ikki himprast við at koma við skotríðum av og á, sum hann málber seg. Hans Eiler leggur tó dent á, ein skal vera varin við at stempla nakran sum ikki- bíbliutrúgvan prest, men minnir á, at hóast hann ikki vil kallast dómadagsprædikantur, tekur hann ikki undir við at boða, at eitt glatanarríki ikki er til, og heldur rimmar fast um jomfrúføðingina, tí hetta er kjarnan í okkara kristnitrúgv. – Fleiri ikki-bíbliutrúgvir prestar í Føroyum rkjuna Las í Noregi Hans Eiler hevur annars verið prestur í Norðoyggjum síðan 1998. Tá var hann 28 ára gamal. Í 1987-88 var hann á háskúla í Noregi, og har hitti hann eisini gentuna, sum seinni bleiv kona hansara. Hans Eiler hevði ætlanir um at fara at lesa guðfrøði, men ivaðist í, um hann skuldi fara til Danmarkar ella Noregs. Hann valdi tað seinna, og hetta sigur hann seg vera glaðan fyri, tí hann metir útbúgvingina í Noregi vera meira praktiska, og hetta sigur hann kemur einum til góðar, um ein skal verða prestur. - Longu eftir hálvtannað og hálvttriðja ár skalt tú í praktikk, greiðir hann frá. Hetta fer fram í kirkju, fongsli ella á sjúkrahúsi. Tað er nógv týdningarmiklari, enn at høvdið er proppað við teori, vil Hans Eiler vera við. Hann las á Meinigheitsfakultetinum í Oslo, sum er ein privatur lærustovnur, sum minnir um eitt nú Dansk Bibelinstitut í Keypmannahavn. Munurin er tó tann, at í Danmark hava privatir lærustovnar ikki eksamiurætt, tvs. tú kanst ikki taka prógv har, men tað kanst tú í Noregi. Hans Eiler metir, at hetta helst er ein ideologiskur munur á Noregi og Danmark, men leggur afturat, at bróðurparturin av teimum, ið lesa guðfrøði í Oslo, lesa á Meinigheitsfakultetinum. Hini lesa á universitetinum, men øll eru kortini innskrivað á universitetinum. Hans Eiler sigur, at kjakið um, at privatir lærustovnar kunnu veita eksamiur, ikki er so nógv frammi í Noregi sum í Danmark, men hann leggur afturat, at fleiri av teimum fremstu norsku guðfrøðingunum koma haðani. - Eg havi havt 4 av teimum 11 norsku biskupunum sum lærarar, og tað sigur ikki so lítið, heldur Hans Eiler.