Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-23, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. juli 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 21. juli 2006 38 vikuskifti Rógvi Dam av Argj­ um hevur gyklað og undir­hildið børn og vaksin seinastu mongu árini. – Tað er serliga stutt­ ligt er at fáa reak­ tiónir frá børnunum. Tað er simpelthen tað feitasta ein kann uppliva sum gyklari, sigur 19 ára gamli gyklarin Gyklari Orð&myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo – Hyggið nú her. Nú skal eg vísa tykkum eitt triks, sum tit ongantíð hava sæð áður. Vit eru stødd umborð á Norrönu ein seinnapart í mai mánaði, tá árligi gospeltúrurin var á skránni. Á tí stóra pallinum stendur ein lágvaksin unglingi við einum posa í hondini – einum vanligum pappírsposa. Nú skal hann gykla. – Eg havi nakað í hesum posan­ um, sum tit heilt sikkurt ikki kenna. Hyggið bara! Úr posanum tekur hann fyrst ein lummakklút og gyklar hann síðani burtur. Nú tekur hann brádliga proppin upp og síðani meginpartin av einum ketsjupp- dunki. Her gongur sjón fyri søgn. Hetta er ein løgin posi. – Ketsjupp!, rópar ein drongur í áskoðaraflokkinum. – Hatta er ein ketsjupp-dunkur. Einki skeg! Rógvi letst ikki um vón. Koyrir dunkin spakuliga niður aftur í posan. Tosar eina løtu aftrat, og endurtekur síðani handlingina. Okkurt av børnunum byrjar at venda sær við, tí tað er jú einki serligt gykl við at taka ein slíkan dunk upp úr einum posa og síðani koyra hann í aftur. Tað høvdu tey eisini klárað! – Var hetta ikki fantastiskt?!, spyr Rógvi út í salin. Svarið er givið uppá forhond. Men so er tað at gyklarin vísir, hví hann kann rópa seg gyklara. Hann tekur nú posan og rukkar hann væl og virðiliga saman, og tveitir hann burtur. Hvar í víðu verð fór ketsjupp-dunkurin? Eingin dugir at siga tað. Bert Rógvi veit tað! Børnini og tey vaksnu hava nevniliga verið vitni til eina grein innan gykl, hvørs endamál er at fáa lutir at hvørva fyri eygunum á áskoðarunum. Jú, Rógvi dugir sítt gykl! Pápin lærdi At Rógvi byrjaði sum gyklari hevur hann helst mest pápa sínum fyri at takka. – Hann plagdi at undirhalda meg við ymiskum korttriksum. Hetta virkaði ógvuliga impo­ ner­andi uppá meg – tá, væl at merkja. Men í dag síggi eg, hvussu lætt og einfalt tað í veru­ leik­anum var. – Men tá eg hugsi um mína egnu byrjan, so mundi tað vera fyri eini 4-5 árum síðani, tá eg fekk eitt gyklarasett í jólagávu frá onkrum. Síðani vant tað bara uppá seg, greiðir Rógvi frá. Hann gjørdist meiri og meiri hugtikin av hesum, og tá hann síðani hitti tveir av okkara egnu gyklarum kom rættilig ferð á. Hesir báðir vóru Ásbjørn Berthelsen av Strondum og Finn Johannesen úr Klaksvík, sum er í familju við mammu Rógva. – Teir fingu meg við í eina av teirra framførslum, eina ólavsøku í Badmintonhøllini. – Eg var eitt sindur smábangin hesa fyrstu ferðina, men tað gekk væl. Síðani tá havi eg havt nógvar framførslur. Men ein minnist altíð aftur á ta fyrstu framførsluna, sigur Rógvi. Fyri trimum árum síðani byrjaði Rógvi av álvara fyri seg sjálvan sum gyklari. Hetta var mest í samband við føðingardagar og tílíkt, og hann var eisini við á gospeltúrinum, sum Smyril Line skipaði fyri í mai mánaði. Reaktiónirnar avgera Skal ein fyrireika seg til eina framførslu sum gyklari so krevur tað eitt stórt arbeiði frammanundan. Men fyri Rógva hevur tíðin og royndirnar lært hann, hvussu hann kann fyrireika seg uppá hansara egna máta. – Tú finnur bara útav, hvat tú ert góður til. Tú veitst hvørji triks tú dugir og hvørji tú ikki dugir nóg væl. So eg pilki bara burtur úr rúgvuni, og tað er so tað sum verður framført, tá eg standi á palli. – Tað sum eg framføri er tí bara toppurin á ísfjallinum av øllum tí, sum eg kann, greiðir Rógvi frá. Ein stórur partur í framførsluni er at kanna, hvørjir áskoðararnir eru, og hvussu hann skal fáa samband við teir. – Hvussu eg geri tað? Ja, man lærir so líðandi hvussu tey reagera. Eg veit nøkurlunda, hvat skal til, og hvat er spennandi og hvat er minni spennandi. – Eg síggi tað á teimum. Serliga stuttligt er at fáa reak­ tiónir frá børnunum. Tað er simpelthen tað feitasta ein kann uppliva sum gyklari, sigur hann. Øll fáa nakað burturúr Flestu tiltøkini hjá Rógva venda sær til børnini, men vaksin fólk eru altíð við, og tí leggur Rógvi Tú mást duga ræðuliga nógv triks – Tað krevur nógva fyrireiking at vera gyklari. Ein kann nú ikki ferðast runt oyggjarnar við somu framførsluni í langa tíð, sigur 19 ára gamli Rógvi Dam av Argjum