sunnudagur 23. juli 2006síða 39
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 21. juli 2006
39
vikuskifti 39
Ikki peningur í
Hásesong hjá einum gyklara sum Rógva er uppundir jól og um summarið, tá stevnur og onnur tiltøk eru
á skránni.
Hann hevur eisini verið at sæð í Sjónvarpi Føroya, har hann gjørdi átta sendingar saman við einum
dreka. Sendingin kallaðist “Rógvi og drekin” og var sera væl móttikin av børnunum.
Men er nakar møguleiki at liva burturav sum gyklari her á landi?
– Nei, tað er eingin møguleiki, slær Rógvi fast beinanvegin.
– Hetta er eitt ítriv sum eg geri í frítíðini. Í Føroyum er tað ikki gjørligt, men eg veit at gyklarar tjena
nógv í øðrum londum.
– Her heima fær ein nøkur fá oyru fyri framførsluna, og hesi oyruni brúki eg til at keypa mær triks fyri.
So tú sært, at tað er ikki nógvur peningur í at vera gyklari í Føroyum, sigur Rógvi.
sær eina við, at tey vaksnu eisini
fáa nakað burturúr.
Tá hann fer á pall hevur hann
eina ætlan í høvdinum, men tað
er ikki altíð at hon verður fylgd
fullkomuliga.
Tá Smyril Line skipaði fyri
gospeltúrinum var hann fleiri
ferðir á palli. Tí hevði hann
heldur styttri framførslur og
hevði altíð nógv nýtt tilfar við
hvørja einastu ferð.
– Tann besta upplivingin hjá
einum gyklara er, tá hann fær
áskoðararnar at halda, at teir
hava funnið útav triksinum. Men
tá til stykkis kemur er loysnin
ein heilt onnur, sigur Rógvi,
og nevnir triksið við ketsjupp-
dunkinum sum eitt slíkt triks.
Nýggj triks
Aðrir gyklarar hava sínar fyri
myndir, men hjá Rógva er øðr
vísi: Hann hevur fyri sovítt onga
serliga fyrimynd tá hann stendur
á palli.
– Tað finnast nógvir stórir
gyklarar úti í heimi, men eg havi
onga fyrimynd soleiðis beinleiðis,
greiðir hann frá.
Ein danskan gyklara, Rune
Klan dámar honum væl. Hann
hevur ein serstakan máta at skipa
framførslur sínar, ið serliga
venda sær til ung og vaksin.
Felags fyri allar gyklarar er tó
tað, at neyðugt er at venja hvønn
einasta dag.
– Fái eg eitt nýtt triks, so venji
eg tað nógv inntil eg dugi tað.
Eg kann so framføra tað nakrar
ferðir, og leggi tað síðani á hill
ina eina tíð.
– Skal eg taka tað framaftur,
dugi eg tað, men skal líka fríska
tað uppaftur.
Ein útlendskur gyklari
kann saktans koyra við somu
framførsluni í fleiri mánaðir og
enntá í ár, meðan hann ferðast
lond og ríki runt. Hinvegin so má
ein føroyskur gyklari duga ein
hóp av triksum.
– Tað er so skjótt at koma runt
til tey somu støðini, har fólk
hava sæð tað einaferð fyrr.
– Tú mást snøgt sagt duga
ræðuliga nógv triks. Tað ber ikki
til at hava eina ávísa framførslu í
alt ov langa tíð ísenn.
– Tað besta hjá einum gyklara er at fáa fólk at halda, at tey hava funnið út av triksinum – og so er tað als ikki tað
sama, sigur Rógvi
”
Tann besta upplivingin hjá
einum gyklara er, tá hann fær
áskoðararnar at halda, at teir
hava funnið útav triksinum.
Men tá til stykkis kemur er
loysnin ein heilt onnur