sunnudagur 23. juli 2006síða 40
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 139 - 21. juli 2006
Eitt starv sum ítrivsvegleiðari á setanarbrøki 0,5 í
tíðarskeiðnum 1. september 2006 til 31. desember
2006 er leyst at søkja.
Arbeiðstíðin er dagtímar mánadag til fríggjadag.
Førleikakrøv:
• Útbúgving sum ítrivsvegleiðari, ergoterapeautur
ella heilsurøktari.
• Hevur hug og hegni at starvast við eldri fólki og
at samstarva við ymiskar fakbólkar
• Kann arbeiða sjálvstøðugt og tilrættaleggja
dagin í mun til tørvin hjá tí einstaka brúkar
anum.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda
sær til økisleiðaran á telefon 333249 og 282249.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við
mælum v.m. verður at senda til:
Heimarøktin Vágar/Norðstreym
Økisskrivstovan
370 Miðvágur
Umsóknarfreist: 4. august 2006
HeimarøktiN og SerForSorgiN
HEIMARØKTIN
Ítrivsvegleiðari
til eldrasambýlið í Vestmanna
Móttøka av ull í
Vági, Kollafirði
og Klaksvík
Tann parturin av ullini, sum ikki kann gagnnýtast,
skal vera skildur frá og beindur burtur á staðnum
ella á rættini á forsvarligan hátt.
Gjørt verður vart við, at ullamóttøkan skilar sær
rætt til at geva lægri ella ongan prís fyri ull, sum
ikki kann gagnnýtast, t.v.s ull við skarni, sandi mosa
o.ø. í.
Flutningstuðul, á 2,00 kr fyri kilo, verður latin til
innlatarar sum nýta bát ella undirsjóvartunnil fyri
at koma til ullamóttøkurnar.
Royndarstøðin
(Stuðulsumsitari)
410 Kollafjørður
SIRRI tekur ímóti ull
í Vági frá 24. juli til 12. august
á Búnaðardeplinum í Kollafirði
frá 1. august til 12. august
mánadag – fríggjadag kl. 13.00 – 18.00
leygardag kl. 10.00 – 14.00
Fyri ull, ið er turr og væl hagreidd, verður latið
8,00 kr. fyri kilo í býti við vørur, og 4,00 kr. fyri
kilo við útgjald. Býtisseðilin skal nýtast innan 31.
desember 2006.
Umframt fær innlatarin 4,00 kr fyri kilo í stuðuls
ískoytið, sum verður flutt gjøgnum Gjaldstovuna
á upplýsta konto í peningastovnunum.
Ullin skal latast í sekkir umleið 10 kilo í hvønn, og
eigaranavn skal skrivast á.
SIRRI í Vági, tlf. 374006 og 224006
Spunavirkið FILANA tekur ímóti ull
í Klaksvík á gamla Dávavirkinum
frá 15. juli til 19. august
leygardagar kl. 13.00 – 18.00
ella eftir avtalu, ring tlf. 458500
Prísur, íroknað stuðulsískoyti, fyri kilo: 1. flokk
10,00 kr. 2. flokk 6,00 kr. 3. flokk 4,00 kr.
Ognarseðil verður latin við innvigingina og
avroknað ígjøgnum peningastovn 4 vikur seinni.
Spunavirkið FILANA, tlf. 458500
Sethús við
Sjagagarð í Vági
Plastklædningur/vindeygu og hurðar. Byggiøki 106
kvm. Byggiár uml. 1960.
Til sølu um hóskandi boð fæst.
Tlf. 573006 ella 373006
Vit átaka okkum
alt múraraarbeiði...
Nýtt múraravirki
Tórshavnar kommuna
Serstaka byggisamtykt nr. 3
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um
býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt
kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 29. juni 2006
samtykti broytingar í serstøku byggisamtykt nr. 3 og
aAlmennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.
Ætlaða broytingin er, at matr. nr. 735, við Traðabrekku,
Tórshavn, verður broytt frá D1 fríøki til A1 sethúsaøki.
Eisini er ætlanin at broyta serstøku byggisamtykt nr. 3
samsvarandi, fyri matr. nr. 735, frá C1 øki til alment
endamál til A sethúsaøki.
Harafturat er ætlanin at broyta serstøku byggisamtyktina
3 fyri matr. nr. 733b, 736a, 723a, 734a og part av 731,
Tórshavn, fyri at fáa samsvar við almennu byggisam-
tyktini fyri Tórshavnar kommunu, frá C1 øki (almenn
endamál við loyvi til bygging av einstøkum almennum
stovnum) til C2 øki (almenningur har ikki er loyvt at
byggja).
Tilfar sum ætlaðu broytingina liggur frammi í Snarskivuni
á Vaglinum, frá 24. juli til og við 14. august 2006, frá
mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag
tó til kl. 18.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda
Tórshavnar kommunu skrivliga áðrenn 24. oktober 2006.
Kunngerð
Viðareiðis skúli
FO-750 Viðareiði
Tlf. 588052 · Teldupostur: vid@skulin.fo
Lærarastarv í
Viðareiðis Skúla
Skúlaárið 2006/2007 er eitt tíðaravmarkað starv
vegna avlopstímar leyst at søkja.
Undirvísingartímatalið er umleið 16 tímar um vikuna.
Endaliga tímatalið verður fastsett í september.
Søkt verður eftir lærara, sum:
• undir ábyrgd leiðslunnar skal taka lut í dagliga
arbeiði skúlans
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• er fúsur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í
skúlanum
• er við í arbeiðinum áhaldandi at menna skúlan
Skúlanum tørvar lærara, ið kann átaka sær at
undirvísa í :
• føroyskum í 2. og 3. flokki
• ítrótti í 1. og 2. flokki
• næmingi við serligum tørvi
Førleikakrøv
Læraraútbúgving ella samsvarandi førleika í nevndu
lærugreinum.
Løn
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum
18.1 – 27.4.
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera
skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi fríggja
dagin 4. august kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Jensebeth Absalonsen, skúlaleiðara á
tlf. 58 80 52.
lýsingar