Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-23, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. juli 2006síða 41

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 21. juli 2006 41 Toll- og Skattstova Føroya Starvsfólk til Fíggjarmálaráðið Søkt verður eftir tveimum starvsfólkum til Fíggjarmálaráðið at byrja 1. september 2006. Starvsfólk til móttøkuna Høvuðsuppgávur í móttøkuni eru: - at svara telefonunum hjá Fíggjarmálaráðnum, Gjaldstovuni, Hagstovuni og Toll- og Skattstovuni - at avgreiða viðskiftafólki, sum koma í Fíggjarmálaráðið - at svara fyrispurningum frá borgarum og virkjum, og senda skrivligt tilfar til borgarar og virkir - at gera aðrar fyrifallandi uppgávur fyri stovnarnar í Fíggjarmálaráðnum Førleikakrøv Tann, sum settur verður, skal hava 9. floks prógv. Royndir frá líknandi starvi eru ein fyrimunur. Tað setti skal vera fyrikomandi, kundavinarligur og hava góðan málburð á føroyskum, donskum og enskum. Setanartreytir Lønar- og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið er flokkað í 1. lf., og er fulltíðarstarv. Setanarøki Núverandi setanarøkið er Stýrið, men fevnir annars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Reingerðarfólk Vit søknast eftir einum reingerðarfólki til Fíggjarmálaráðið at arbeiða 20 tímar um vikuna. Viðkomandi, ið settur verður, skal skal vera sjálvstøðugur og arbeiðssamur. Royndir frá líknandi starvi er ein fyrimunur. Setanartreytir Lønar- og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Nærri frágreiðing um størvini Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Birgit Hansen á tlf. 352600. Umsóknir Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, ummælum og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir, skal vera Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 11. august 2006 kl. 12.00. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Postrúm 2151 FO-165 Argir Merk brævbjálvan: “Umsókn” Í Fíggjarmálaráðnum húsast sjálvt Fíggjarmálaráðið, Føroya Gjaldstova, Hagstova Føroya og Stýrið fyri Toll- og Skattstovu Føroya. Í Fíggjarmálaráðnum starvast 90 fólk. Í deildunum hjá Toll- og Skattstovuni kring landið starvast 110 fólk. Lýsingin sæst eisini á heimasíðu okkara www.tollskatt.fo E-mail: tollskatt@tollskatt.fo Pedagogar til Býlingshúsið Norðasta Horn Tórshavnar kommuna søkir eftir einum pedagogi 35 tímar um vikuna og einum pedagogi 30 tímar um vikuna til Býlingshúsið Norðasta Horn. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal verða stovninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 31. juli 2006. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Óla Midjord, stovnsleiðara, tlf. 210906. Tórshavnar kommuna Leys størv Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo/leysstorv www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni lýsingar Internet Sosialur www.sosialurin.fo in Internet