Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-23, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. juli 2006síða 42

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 139 - 21. juli 2006 Skrivstovufólk til Tórshavnar kommunuskúla Tórshavnar kommuna søkir við hesum eftir skrivstovufólki til Tórshavnar Kommunuskúla. Arbeiðið umfatar Vanligt skrivstovuarbeiði og roknskaparførslu. Førleikaprógv Umsøkjarin skal hava skrivstovuútbúgving, vera teldukønur, duga at arbeiða sjálvstøðugt og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og viðskiftafólk. Starvs- og setanarviðurskifti Starvið er parttíðarstarv og verður sett 1. sep. 2006. Løn sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hanus Joensen, skúlastjóra, tlf. 302580, ella Jákup Simonsen, deildarleiðara á trivnaðarfyrisitingini, tlf. 302010. Umsóknir saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, FO-110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. august 2006. Tórshavnar kommuna Leyst starv Lesið meira um størv á www.torshavn.fo/leysstorv www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo/leysstorv www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni Køksfólki til Býlingshúsið á Flat Søkt verður eftir einum køksfólki at arbeiða 15 tímar um vikuna at byrja 15. august 2006 ella eftir nærri avtalu. Umsóknarfreist: Mánadagin 7. august 2006. Setanarviðurskifti : Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jensu Højgaard Andreassen, stovnsleiðara, tlf. 318371. Pedagogur til Býlingshúsið í Maritugøtu Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrjað 15. august 2006 ella eftir nærri avtalu. Umsóknarfreist: Mánadagin 7. august 2006. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingu-Mariu Amandusardóttir, stovnsleiðara tlf, 302400, 272929 ella til Eydnu Wolles Andreasen, varaleiðara tlf. 302400 ella 302401. Arbeiðsmaður ella handverkari til lendisdeildina Søkt verður eftir fólki til urtagarðsarbeiði. Hetta er í høvuðsheitum lúking, grassláttur, planting og moldarbeiði. Tó kunnu uppgávur av sera ymiskum slag fyrikoma. Umsóknarfreist: Fríggjadagin 11. august 2006. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jógvan Olsen, røktarleiðara, tlf. 302010 ella fartlf. 273680. Pedagogar til Frítíðarskúlan Smílibýlið Søkt verður eftir tveimum pedagogum at arbeiða 30 tímar um vikuna, at byrja 7. august 2006 ella eftir nærri avtalu. Umsóknarfreist: Mikudagin 2. august 2006. Setanarviðurskifti: Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Barbaru Dahl, leiðara, tlf. 314879 / 214879. Tórshavnar kommuna Leys størv lýsingar