mánadagur 24. juli 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 140 - 24. juli 2006
tíðindi
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Børn seldu gomlu leikurnar
Børn og foreldur hugnaðu sær óført á leikumarknaðinum, sum var í miðbýnumi
Havn leygardagin. Stór myndafrásøgn í blaðnum í morgin.
Í hesum døgum er ein
stór altjóða ráðstevnu á
Hotel Føroyum og í Norð
urlandahúsinum, har 120
fólk úr 18 londum taka lut.
Tað er felagsskapurin SIEC,
sum skipar fyri. SIEC er
altjóða felagsskapur, sum
virkar fyri samstarvi millum
hægri útbúgvingarstovnar
og vinnulívið bæði innan
lands og millum lond. Skúl
ar/virkir/stovnar og privat,
eitt nú lærarar, kunnu
vera limir. Heitið á ráð
stevnuni í ár er: Learning
Entrepreneurial Knowledge
in International Business
Education.
Higartil er tað mest
Handilsskúlin
og
fólk,
sum starvast har, sum hava
verið virkin, síðani SIEC-
Føroyar
gjørdist
sjálv
støðugur limur í 1997. Og
sambært
fyrireikarunum
sprettast nógvar millum
landa verkætlanir og nógv
samskifti burturúr felags
skapinum og Føroyar hava
eftir umstøðunum verið
rættiliga virknar.
Høvuðsinnihaldið í ráð
stevnuni er 21 ymisk verk
skeið, seminar og framløgur
og
8
fyrilestrar,
sum
ymiskir føroyingar halda.
Gestirnir sleppa eisini at
síggja landið og at vitja
stovnar, og so fáa teir eisini
ólavsøkuna við.
Ráðstevna um samstarv millum
útbúgvingarstovnar og vinnulívið
Foreldrini eru vegurin
til eitt lættari og sunnari lív
10 børn við vekttrupulleikum hava seinasta mánaðin verið á summarskeiði á Skarvanesi
saman við foreldrum og serfrøðingum. Har hava tey lært, hvussu tey kunnu fáa eitt
lættari og sunnari lív. Lesið reportaguna í Sosialinum hósdagin.