Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 - 24. juli 2006 3 tíðindi Føroyska sildin er stór, og tey norsku virkini hava bara smáfallandi sild á goymslu. Tað kemur Kollafjord Pelagic til góðar. Sildin, sum tey føroysku nótaskipini fáa, er bæði stór og feit. Tann sildin, sum vigar meiri enn 350 gram, verður heilfryst, meðan hitt verður skorið til flak. Arbeitt verður í tveimum vaktum, og 30 fólk eru á hvørjari vakt. Ivan Fossabrúgv, sølu­leið­ ari á Kollafjord Pelagic, segði um vikuskiftið við Portalin, at í løtuni hevur virkið í Kollafirði ein fyri­mun fram um norð­ menn á marknaðinum. Norsku virkini hava bara smá­fallandi sild eftir á goymslu, og norsku skipini fara ikki á sild aftur fyrr enn í september. Tí er tað ein fyrimunur fyri virkið í Kollafirði, at tað hevur atgongd til stóra sild hesa tíðina, sigur Ivan Fossa­ brúgv. Og virkið í Kollafirði hev­ ur fingið nógva sild sein­astu tíðina. Seinastu dagarnar hava Saksaberg, Finnur Fríði og Jupiter landað á leið 1.500 tons tilsamans. Fyrr í mánaðinum hava somu skipini – umframt Høga­berg – landað til sam­ an s 1.400 tons. Tey føroysku nótaskipini fráa sildin í landnyrðing úr Føroyum og á Sandoyar­ bankanum, og tað er helst tikin um, at Norðhavssildin hevur tikið tað gamlað ferðamynstrið uppaftur. -árni Verksmiðjan á rækjutrol­ aranum Havborg fekk mun­andi skaða av eldi fríggjanáttina. Havborg hevði landað 300 tons av rækjum í Kalvfjord nærhendis Tromsø, tá eldur kom í verksmiðjuna. Nakrir av manningini vóru umborð, og tveir teirra lógu og svóvu, tá hinir varnaðust nógvan royk frá verksmiðjuni. Tað eydna­ðist monnunum at sleppa í land í øllum góð­ um, og sløkkiliðið kom á staðið og sløkti eldin. Tummas Justinussen, reiðari, sigur, at verk­ smiðjan hevur fingið so mikið stóran skaða, at skipið missir ein túr. Norsku skipasmiðjurnar hava so mikið nógv at gera, at tær hava ikki stundir til at umvæla skaðan, og tí kemur Havborg til Føroya, her skaðin skal umvælast. Tað er greitt, at eldur­in stóðst av einum skamm­ lopi í elskipanini, sigur reiðarin. – Men tað var heppið, at tað hendi, meðan skipið lá inni, tí annars kundi verið verri vorðið, sigur Tummas Justinussen. – Hatta var ikki tað, sum vit høvdu brúk fyri, sigur Tummas Justinus­ sen, reiðari. Eitt er, at eldurin gevur reiðarínum eykaútreiðslur, men skip­ ið missir eisinmi ein túr, sigur hann. Havborg hevði 300 tons hendan túrin. Tað hevur borið til higartil, men tað skal nógv til, tí oljuprísurin fer bara uppeftir, sigur Tummas Justinussen. Eldur á Havborg Føroyska sildin fyrimun á marknaðinum Talan er um góða og feita sild, sum føroysku nótaskipini hava fingið í ein landnyrðing úr Føroyum Tað kemur sum vera man illa við hjá reiðarínum, at eldur kom í Havborg fríggjanáttina