Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 140 - 24. juli 2006 Borgarliga starvið sum skúlastjóri krevur sítt, og tí fer Páll Isholm á fundi í kvøld at leggaj frá sær sum borgarstjóri í Gøtu kommunu Kommunur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað verður helst ein leir­vík­ ingur, sum loysir ein havn­ ar­mann av sum borgarstjóri í Gøtu. Hetta tykist liggja í kortunum, nú innkallað er til bygdaráðsfund í Gøtu kommunu í kvøld. Við seinasta kommunuval kom Páll Isholm inn í bygda­ ráðið sum nývaldur, og síð­ ani nýggja bygdaráðið varð skipað, hevur hann røkt sessin sum borgarstjóri. Hálv tíð ov lítið Umframt starvið sum borgarstjóri, ið Páll hevur røkt hálva tíð, er hann eisini skúlastjóri á Handilsskúlanum á Kambs­ dali. Tað er sjálvandi eitt starv, sum krevur nógva tíð, og hetta – saman við vaks­andi arbeiðsbyrðuni í kommununi – er orsøkin til, at Páll nú velur at gevast sum borgarstjóri. – Tað er trupult at fáa tíðina at røkka, tá eg samstundis skal røkja stjórastarvið á Kambsdali. Og ein komandi samanlegging og alsamt vaks­andi arbeiðsbyrða hjá kommununum fara neyvan at lætta um í so máta. Tí verður eitt av uppskotunum á fundinum í kvøld, at borgar­stjórastarvið verður normerað til fulla tíð. Og tá eg ikki sjálvur havi møgu­ leika at røkja tann setningin, er betri at onkur annar tekur yvir, sigur Páll Isholm. Leirvíkingur verður borgarstjóri Páll vil ikki staðfesta, hvørt uppskotið um økta normering til borgarstjórastarvið verður samtykt. Og hann vil heldur ikki gera viðmerkingar til, hvat ið hendir, um uppskotið fellur. Men tað skilst tó á tí, sum vit hava frætt, at hetta er at kalla formalia. Og somuleiðis tykist spurn­ing­ urin um komandi borgar­ stjóran longu at vera avgreiddur. Talan verður nevnliga um ein leirvíking, sum skal loysa havnarmannin av í borgarstjórasessinum. Hans Mourits Foldbo tykist nevnliga vera maðurin, sum skal leiða Gøtu í saman­ leggingini við Leirvík, og í so máta er talan kanska um upplagt val til sessin. Og ein av fyrstu upp­gáv­ unum hjá nýggja borgar­ stjóranum verður eisini at stíla fyri vegleiðandi fólka­ atkvøðuni, har gøtufólk skulu taka støðu til eina møgu­liga samanlegging við Leirvík. Tann fólkaatkvøðan er sett at verða 9. september, og eftir hetta verður helst endaliga greitt, hvørt talan verður um samanlegging við Leirvík. Borgarstjórin í Gøtu fer frá Sjálvur heldur Páll Isholm, at tað er neyðugt at starvið sum borgarstjóri í Gøtu verður normerað í heila tíð