mánadagur 24. juli 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 140 - 24. juli 2006
5
tíðindi
Eingin av samgongu
flokkunum sigur
seg taka undir við
uppskotinum hjá
Tjíðveldisflokkinum
um at selja fiskiloyvi á
uppboði. Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður í
fiskivinnumálum,
heldur tað vera
spentan upp á upp
skotið, men metir, at
avleiðingarnar kunnu
vera miðsavning, og
at pengarnir fáa mest
at siga
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í vikuskiftisblaðnum skriv
aði Sosialurin, at Tjóð
veldisflokkurin
arbeiðir
við einum uppskoti um
nýggja fiskiveiðilóggávu.
Tórbjørn Jacobsen, fram
søgufólk í vinnumálum
hjá Tjóðveldisflokkinum,
segði, at enn var uppskotið
ikki liðugt orðað, men
at ætlanin er at gera
eina liberala skipan, har
fiskiloyvi verða seld á
uppboðssølu.
Um Tjóðveldisflokkurin
verður liðugur at orða
uppskotið fyri ólavsøku,
verður tað væntandi lagt
fyri Løgtingið, tá tingfólk
kemur saman á ólavsøku.
Tjóðveldisflokkurin kann
tó neyvan rokna við, at eitt
tílíkt uppskot fær undirtøku
í tinginum.
Sum Sosialurin skilir, er
lítil áhugi í samgonguni at
stuðla einum tílíkum upp
skoti.
Bjørn Kalsø, landsstýris
maður í fiskivinnumálum
fyri Sambandsflokkin, sigur
seg vera spentan upp á at
síggja uppskotið og fegnast
um, at Tjóðveldisflokkurin
kemur við einum greiðum
fiskivinnupolitikki,
sum
hann málber seg, tí heldur
hann hevur vantað.
–
Tjóðveldisflokkurin
hevur brúkt nógva orku
upp á at fýlst á, so tað
er positivt, at tey koma
við einum uppskoti, sigur
Bjørn Kalsø.
Staðfesta ognarrættin
Landsstýrismaðurin undir
strikar, at tað sjálvandi er
torført at gera viðmerkingar
til eitt uppskot, sum hann
ikki hevur sæð, og sum ikki
er endaliga orðað. Men hann
metir tað verða torført at
broyta fiskivinnupolitikkin
frá degi til dags.
Bjørn Kalsø metir, at
tá privatir selja fiskiloyvi
sínámillum, kann landið
eisini selja.
– Tað er týdningarmikið,
at fáa staðfest ognarrættin,
men vinnan skal hava brúks
rættin, sigur Bjørn Kalsø.
Hinvegin metir lands
stýrismaðurin, at uppboðs
søla kann føra til størri mið
savnan, tí sambært honum
verður tað neyvan ein og
hvør, sum fær møguleika at
fáast við skip, um pengarnir
fáa ein avgerandi leiklut.
Bjørn Kalsø fer sjálvur
sum fiskimálaráðharri at
leggja uppskot fram í hesi
tingsetuni, sum inniber, at
landið kann selja fiskiloyvi,
men loyvi verða ikki tikin
inn aftur, sigur hann. Vænt
andi verður uppskotið lagt
fyri tingið í heyst.
Bjørn Kalsø undirstrikar
sum nevnt, at hann ikki
hevur sæð uppskotið hjá
Tjóðveldisflokkinum, men
heldur tað vera áhugavert
at fáa eitt orðaskifti, sum
hann tekur til. Hinvegin
heldur hann, at radikalar
broytingar mugu gerast líð
andi.
Henrik Old úr
Javnaðarflokkinum
heldur tað ikki vera
skilagott at selja
fiskiloyvi á uppboði.
Hann metir, at
hetta fer at taka
grundarlagið undan
teimum smærru
virkjunum
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Henrik Old er formaður í
vinnunevndini í Løgting
inum og framsøgumaður
í fiskivinnumálum fyri
Javnaðarflokkin.
Hann væntar, at uppskotið
hjá Tjóðveldisflokkinum
um at selja fiskiloyvi á
uppboði verður trupul at
praktisera, men vísir á, at
hann sjálvandi ikki hevur
sæð uppskotið enn.
Hann vísir á, at sum er
hava skipini eitt 10 ára loyvi,
og at hetta verður trupult
at taka frá teimum. Henrik
Old vil vera við, at tað var
Tjóðveldisflokkurin heitti á
táverandi fiskimálaráðharra
at taka loyvið frá Jógvan S,
tí annars skuldi hetta fáa
avleiðingar fyri viðkomandi
landsstýrismann.
Hetta
kostaði sum kunnugt lands
kassanum 2,6 milliónir.
Henrik Old undrast eisini
á, at hetta upskotið kemur
frá Tjóðveldisflokkinum.
– Teir hava sitið við
buktini og báðum endum
og átt allar møguleikar at
gjøgnumført hatta, sigur
Henrik Old, og heldur fram,
at Tjóðveldisflokkurin var
við til at gera núverandi
skipan.
– Ein maður var ímóti
hasum, tað var Heini O.
Heinesen, men hann var
trumlaður niður av sínum
egnu, sigur Henrik Old.
Javnaðartingmaðurin
heldur, at um fiskiloyvi
verða seld á uppboði, fer
útjaðarin í Føroyum ongan
fisk at fáa.
– So kunnu til dømis
Hvalba og Vág bara pakka
saman, sum hann tekur til.
Tann sterkasti vinnur
Henrik Old heldur, at ein
slík skipan fer at miðsavna,
og tað verða tey, sum
mest brúk fyri fiski, tey
størstu virkini og ta størstu
skuldina, sum fara at kunna
keypa.
– Hevur tú 230 milliónir í
skuld, er tað klárt, at bankin
fer at játta lán til fiskidagar
ella –loyvi, so skuldin kann
gjaldast aftur. Tað verður
tann sterkasti, sum vinnur.
Tað fíggjar ikki ein kjaftur
eitt skip, sum ikki hevur
loyvi, sigur ein bersøgin
Henrik Old.
Eins og Anfinn Kallsberg,
sigur hann seg stúra fyri, at
útlendskur kapitalur fer at
gera seg galdandi gjøgnum
føroyskur strámenn, hóast
tað eisini kann koma fyri
undir núverandi skipan.
– Er hetta ringt, so verður
tað verri, heldur formaðurin
í vinnunevndini.
– Vit fara ongantíð at
ganga við til at taka frá
teimum smærru virkjunum,
sigur Henrik Old, og vísir
á, at avleiðingin verður, at
so fara tey stóru virkini
einsamøll at avgera prísin,
tí tey kunnu avtala hann
innanhýsis. Henrik Old sig
ur seg hava avreitt uttan
lands í meira enn 35 ár
og kennir líknandi dømi
aðrastaðni.
– Vit skulu hava upp
boðssølu av fiski, ikki av
loyvum. Vit vilja ikki taka
grundarlagið undan teimum
smáu, tí so verða tað teir
við størst skuld, ið sleppa at
keypa, sigur Henrik Old.
Samgongan tekur ikki undir við upp
skotinum hjá Tjóðveldisflokkinum
Anfinn Kallsberg,
formaður
Fólkafloksins, sigur
seg ikki kunna
taka undir við, at
fiskiloyvi verða seld
á uppboði
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Tað verða neyvan Anfinn
Kallsberg ella restin av
Fólkaflokkinum,
sum
fara at trýsta á ja-knøtt
in, tá atkvøðast skal um
uppskotið hjá Tjóðveldis
flokkinum um nýggja
fiskiveiðilóggávu.
Hóast Tórbjørn Jacobsen
segði í Vikuskiftis-Sosial
inum, at uppskotið var
liberalt, so himprast for
maður Fólkafloksins ikki
við at kalla tað vinstra
vent.
– Hatta er tað mest
sosialistiska uppskotið í
longri tíð, men tað er gott
at
Tjóðveldisflokkurin
avdúkar, hvør hann er.
– Men tað er kanska eitt
sindur nógv at krevja, at
ein gjøgnum-sosialistiskur
flokkur skal vera samdur
við ein borgarligan flokk,
sigur Anfinn Kallsberg,
og sipar serliga til teirra
støðu til vinnuøkinum.
Anfinn Kallsberg er
sostatt ikki samdur við
Tjóðveldisflokkin í hesum
máli.
Hann vísir á, at fiski
vinnan hevur brúk fyri
tryggleika, og tað metir
hann ikki, at hetta nýggja
uppskotið fer at geva vinn
uni.
– Eitt loyvi uttan skip
er einki vert, og eitt skip
uttan loyvi er heldur
einki vert, sigur Anfinn
Kallsberg, sum sigur seg
stúra fyri, at útlendskir
keyparar fara at gera seg
um seg og keypa loyvi
við hjálp frá føroyskum
strámonnum.
Anfinn Kallsberg sigur
seg annars ikki tíma at
brúka tíð og orku upp á
hetta uppskotið frá tí størsta
andstøðuflokkinum,
og heldur, at fiskivinnu
politikkur skal viðgerast í
samgonguni.
– Hetta er alt ov vigtugt
til at viðgera í bløðunum,
sigur Anfinn Kallsberg.
– Fiskivinnupolitikkurin
skal viðgerast
í samgonguni
– Vit fara ikki
at taka grundar-
lagið undan
teimum smáu
Væntandi fer Bjørn Kalsø at leggja uppskot fyri tingið í heyst
Anfinn Kallsberg metir, at
fiskivinnan hevur brúk fyri
tryggleika, og tað heldur hann
ikki, at hetta nýggja uppskotið
hjá Tjóðveldisflokkinum fer at
geva vinnuni
Henrik Old heldur, at um fiskiloyvi verða seld á uppboði, fer
útjaðarin í Føroyum ongan fisk at fáa