Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 140 - 24. juli 2006 tíðindi Løgreglutíðindi Lagt til rættis: Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð hevði G! festivalurin fingið loyvið at skonkt fyri gestunum. Og tað riggaði sera væl, segði Jón Tyril við Útvarpið í gjárkvøldið: – Á festivaløkinum rigg­ aði tað avbera væl, men á tjaldingarøkinum, har øll tóku rúsdrekka við sjálvi, var alt ov lítið skil á. So næsta ár, noyðast vit at styrkja um vaktarhaldið, tí har varð drukkið alt ov nógv, segði Jón Tyril mill­ um annað við Útvarpið í gjárkvøldið. Løgreglan í Runavík er samd við Jón Tyril og sigur, at alt ov lítið skil var á tjaldingarøkinum: – Tað skal ikki verða dult, at tað var ruðuleiki á tjaldingarøkinum. Fyri­ skipararnir høvdu lagt alt væl til rættis, men tað er einki at ivast í, at ætlanin miseydnaðist, legg­ur vakthavandi á løg­reglu­ støðini í Runavík dent á: – Orsøkin til hetta er helst, at tað vóru nógv fleiri fólk á tjaldingarøkinum í ár enn undanfarin ár. Vaktirnar mistu fullkomiliga tamar­ hald á økinum, og fleiri komu illa fyri. – Fríggjakvøldið stongdi barrin á økinum, tí barr­ vørarnir mettu ikki, at teir høvdu tamarhald á drekka­ rínum. Flest øll dragsaðu bæði øl og brennivín inn á økið í hópatali. Nógv duttu millum fløskurnar, fingu skaða og noyddust at fáa hjálp. Somuleiðis høvdu sjúkrabilarnir og Reyði Krossur nógv um at vera, tí so nógv fólk høvdu tørv á at fáa viðgerð og máttu millum annað fara til útpumpingar. Løgreglan vísti eisini eini 10 fólkum burtur frá økinum, tí tey skikkaðu sær ov illa, sigur vakthavandi í Runavík, og hann leggur afturat, at løgreglan hevur eina ávísa línu at halda seg til, og á festivalum er tann línan nógv longri, enn hon er vanligt: – Tey ungu sleppa at gera nógv meira á festivali, enn tey sleppa at gera eina vanliga nátt í býnum. Men onkuntíð er línan hjá okkum tó uppi, og vit noyðast at vísa tey burtur, sum skikkað sær sera illa. Á G! festivalinum koyrdu vit eini 8-10 fólk persónliga til hús. Spurdur, um rúsevni eisini vóru nýtt á tjaldingar­ økinum, sigur vakthavandi í Runavík, at rúsevni óiv­ að hava verið nýtt á tjald­ ingarøkinum: – Vit høvdu illgruna til rúsevnir, og nógv góvu okk­ um prei um rúsandi evni, men vit høvdu narkotika­ løgregluna við okkum, og teir hava óivað fingið hend­ ur á nógvum. Hvat kann gerast, so tjald­ ingarøkið verður meira friðarligt næsta ár? – Eg havi hoyrt, at á Roskilde Festivalinum er ein ávís kvota, sum sigur, hvussu nógv rúsdrekka, øll sleppa at hava við. Og tað hevði avgjørt verið eitt hugskot, at G! festivalurin møguliga hevði eina slíka kvotu næsta ár. Eini 15 øl hvør til allar dagarnar, hevði ikki verið út av lagi. Men eg havi prátað við nøkur ung, sum búðu á tjaldingarøkinum, og tey søgdu, at tað bar til at keypa øl frá ávísum tjøldum. Slíkt má somuleiðis steðgast, sig­ur vakthavandi á løg­ reglustøðini í Runavík at enda. Ruðuleiki á tjaldingarøkinum Ruðuleiki var á tjaldingarøkinum allan festivalin Mynd: Jan Müller Gloyma koyrikortið og selarnar Løgreglan gjørdi ferðslu­ kanningar ymsastaðni í Suðuroy leygarkvøldið. 23 bilførarar vórðu upp­ skrivaðir. Undir kanningunum steðgaði løgreglan um­ leið 100 bilum ymsa­ staðni á oynni. Úrslitið varð, at 23 bilførarar vórðu skrivaðir í bókina. 13 teirra koyrdu ov skjótt, níggju høvdu ikki koyrikortið uppi á sær og sjey høvdu gloymt at spenna trygdarbeltið. Ein bilførari bleiv upp­ skrivaður, tí hann tosaði í fartelefon, meðan hann koyrdi. Motorsúkkla rendi á bil Ein motorsúkkla rendi sunnunáttina á ein bil við rund­ koyringini í Kollafjarðardali. Bilurin fór illa, men eingin mannskaði stóðst av hendingini. Maðurin á motorsúkkluni var ávirkaður av rúsdrekka, og tá løgreglan kom á staðið, ákærdi hon mannin fyri rúsdrekkakoyring. Eldur settur á bil Sunnunáttina settu nakrir ungdómar eld á ein bil hjá felagnum Nordcar. Bilurin var vrak og skuldi tveitast burtur. Men eldurin gjørdist tó so mikið stórur, at skaði kom á bilin við síðuna av. Sløkkiliðið kom á staðið og sløkti eldin. Enn veit løgreglan í Havn ikki at siga, hvørjir gern­ ingsmenninir eru. Fimm ung í ferðsluóhappi Sunnukvøldið rendu tveir bilar saman við Statoilstøðina í Kollafjarðardali. Tann eini bilurin, har fimm ung vóru í, gjørdist vrak. Tey ungu vórðu øll við sjúkrabili flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Enn hava vit ikki frætt, hvussu tað er statt hjá teimum, men vit hava tó fingið at vita, at tey øll sótu í trygdarbelti, og at óhappið hevði verið verri, um tey ikki vóru íbundin. Springarar í Sandagerði Leygardagin klokkan sjey varnaðust menn nakrar spring­arar í Sandagerði. Men sýslumaðurin gjørdi av, at springararnir skuldu rekast út aftur: – Tískil vórðu teir riknir út aftur. Tað hevði verið meira møði enn føði at dripið teir, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Fyrimyndarligt festivaløki Hóast yvir 8000 túsund fólk vóru á G! festivalinum í ár, gav sjálvt festivaløkið ikki løgregluni í Eysturoynni so nógv høvuðbrýggj. – Hósdagin gekk tað tó ikki so væl. Girðingin, sum var um alt økið, helt ikki, og tað eydnaðist nógvum at snýta seg inn við rúsdrekka og uttan atgongumerki. Men fríggjadagin og leygardagin vóru fleiri á vakt, og alt gekk fyrimyndarliga fyri seg á festivaløkinum, sigur løgreglan, sum leggur afturat, at festivalurin í ár var sera væl skipaður: – Men hvat fór fram á tjaldingarøkinum er nakað heilt annað, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Runavík um G! festivalin.