Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 - 24. juli 2006 7 tíðindi – Menninir mangla eina beding og hana fáa teir her, so teir kunnu smíða skipið, sigur Gunnar Mohr, sjóri á Tórshavnar Skipasmiðju Arbeiðsmarknaður Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo – Tað er púra ógjørligt at smíða stál í Føroyum. Ongin á okkara leið smíðar skrokkar. So einfalt er tað, sigur Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju í samband við, at Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, sigur seg ikki reiðiliga trúgva uppá, at Skipasmiðjan ikki kann byggja, uttan at fáa arbeiðsmegi úr Póllandi. – Allar skipasmiðjur í Skandinavia er givnar at smíða stál og tað loysir seg als ikki at rokna uppá hatta, sigur Gunnar Mohr. – Menninir mangla eina beding og hana fáa teir her, so teir kunnu smíða skipið. Teir hava nokk av fólki, men bedingarnar eru bílagdar langt fram í tíðina. At teir so hava eitt kostnaðarstøði, ið ikki er tað sama, sum vit hava her heima hjá okkum, er so nakað annað, sigur Gunnar Mohr. – Hetta er ikke trælahald og ongin er tvingaður henda­ vegin at arbeiða, sigur hann. – Eg síggi ikki tað ómoralska í hesum og tá formaðurin í Starvsmannafelagnum førir fram, at arbeiðsmegin er tøk í Føroyum, tí m.a. ALS hevur útbúgvið sveisarar, so vildi eg fegin vitað, hvussu nógvir sveisarar eru tøkir hjá ALS, sigur Gunnar Mohr, sum vísir á, at allar skipasmiður á okkara leiðum, ið ikki hava latið aftur, smiða í lág­ lønarlondum. - Hetta er ikke bara talan um skrokk, men um eina grundreglu, eitt prinsipp. Í mínari verð røkkur solidaritetur kring allan heimin og ikke bara Innan okkara heimliga dunnuhyl, sigur formaður Starvsmannafelagsins, Gunnleivur Dalsgaarð í samband við, at sveisarar úr Póllandi koma til Føroya at arbeiða fyri lægri løn, enn føroyskir handverkarar Arbeiðsmarknaður Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tórshavnar Skipasmiðja skal byggja skip fyri felagið Thor í Hósvík. Eisini sjálvan skrokkin. Flest øll fegnast um, at tað er eydnast før­oysk­ ari skipasmiðju at fáa slíkan sáttmála, tí tað hevur verið ført fram, at tað eru mong ár síðani, at tað eru mong ár síðani seinasti skrokkurin var smíðaur í Føroyum. Men tó hevur málið ført til eitt sindur av rumbli og fakfeløg hava verið frammi vi ávaringum. Orsøkin er, at handverkarar úr Póllandi koma til Føroya at gera sveisiarbeiðið og at Skipasmiðjan rinder teim­­um polska løn og ikki løn efter føroyskum sátt­ málaviðurskiftum. Hetta meta føroyskir fak­ felagsleiðarar sum ræðandi gongd. Ingeborg Vinther úr Føroya Arbeiðarafelag hevur ávarað ímóti gongdini og eisini formaðurin í Føroya Handverkarafelag. Hóast sáttmálaøkið ikki er tengt at Starvsmanna­ felagnum, so hevur eisini Gunnleivur Dalsgarð, for­ maður, sagt sína hjartans meining. Ódámligt ­­– Og Gunnleivur kennir tað sum sína skyldu at gera vart vi hesi viðurskifti. – Gongdin er sera ódámlig. Til dømis hetta við at flagga skip út og at flyta vinnu til láglønarsamfeløg. Og nú er stigið tikið fult út vi at flyt fólk inn fyri lægri løn, enn ta føroysku, metir Gunnleivur Dalsgarð. – Vit eru annals ikke altíð so skjót at taka upp efter øðrum, men her er øðrvísi. Fakfeløg eiga at vera vernd­ ar­garður ímóti slíkum. Tað snýr seg um solidaritet, sigur Gunnleivur Dalsgarð. – Vinnan ger tað fyri at fáa penning í egnen lumma. Tað er einfalt og væl skiljandi. Soleiðis er tað og skal tað vera, tá snýr seg um vinnu, men spælið við opnum kortum, er áheitanin hjá formanninum í Starvsmannafelagnum. – Hetta gerst lættliga ein skrúva uttan enda, sigur hann. Moralurin – Tað snýr seg um moralin og hetta, sum nú hendur, er ómoralskt, sigur Gunnleivur Dalsgarð, i eisini undrast á, at arbeiðsmegi vi neyðugum førleika ikke finst í Føroyum, tí t.d. ALS hevur gjort nógv fyri at útbúgva just sveis­ arar. – Hvat so, tá okkara fólk dyga at sveisa og onki arbeiði er, mugu teir so av landinum at arbeiða? spyr formaður Starvsmannafelagsins, ið áður hevur ført fram, at póllendingar nú koma henda­veg at halda lív eini doyggjandi vinnu. – Eg trúgvi ikke rættiliga uppá, at Tórshavnar Skipa­ smiðja ikke klárar at byggja, uttan at gera slíkt, sigur Gunn­leivur Dalsgarð. – Hetta snýr seg ikke bara um ein skrokk, men um eina grundreglu, eitt prinsipp, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Mugu visa sømuligan atburð – Tá føroyingar fara aðra­ staðni at arbeiða, fáa teir góðar sømdir. Ofta betri sømdir enn í Føroyum. Vit hava skyldu at visa sømuligan at­burð, sigur formaður Starvs­ mannafelagsins í samband vi málið um handverkararnar úr Póllandi. – Eg eri samdur vi for­monnunum í Føroya Arbeiðara­felag og Føroya Hand­verkarafelag, i hava ávarað ímóti hesi gongdini. Hetta er ódámligt og kann lættliga skala fyridømi, og byggivinnan hevur lingu verið frammi í hes­ um viðfanginum, sigur Gunn­leivur Dalsgarð, ið sigur seg fegnast um, at samfelagshjólini eru í gongd, men sum hinvegin heldur tað vera at taka munnin ov fullan, tá oddagrein í Sosial­inum herfyri ynskir Tórshavnar Skipasmiðju tillukku við sáttmálanum og fær hetta hann enn einaferð at taka blaðið frá munninum í samband vi hetta mál. – Hendan gongdin er sera ódámlig og hóast eg fegnist um, at tað gongst vinnuni væl, so er hetta ikki moralskt rætt. Og sum fakfeløg hava vit skyldu til at gera vart vi slækt og at ávar, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum í stóran mun metir hetta snúgva seg um solidaritet. – Í mínari verð røkkur sol­idaritetur kring allan heim­in og ikke bara Inn­an okkara heimliga dunnu­hyl, sigur formaður Starvsmannafelagsins. Ræðandi og ódámlig gongd – Hetta er ikki trælahald – Í mínari verð røkkur sol­idaritetur kring all an heim­in og ikke bara Inn­an okkara heimliga dunnu­hyl, sigur formaður Starvsmannafelagsins Gunnleivur Dalsgarð – Hetta er ikke trælahald og ongin er tvingaður henda­ vegin at arbeiða, sigur Gunnar Mohr