Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 140 - 24. juli 2006 tíðindi Kenda norska skaldsøgan “Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet?” skal møguliga gerast til sjónvarpsrøð. Stórur partur av upptøkunum skal eftir ætlan fara fram í Føroyum. Ungi høvundurin Johan Harstad sigur fyri Sosialinum, at møguleikin fyri hesum er 50-50 %. Skaldsøgan, sum fyri tann størsta partin fer fram í nútíðar Føroyum, við Gjógv, verður í hesum døgum umsett úr norskum til 10 mál - harímillum føroyskt. Mentan Johan Jacobsen Johan@sosialurin.fo Norski rithøvundurin var í vikuskiftinum í landinum. Hetta var í sambandi við bókmentatiltakið á G! Festival (les meiri um hetta í blaðnum í morgin), sum Out­sider Magazin m.a. skipaði fyri. Her bleiv tað nevnt, at skaldsøgan “Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet?” skal gerast til sjónvarpsrøð. Og í práti við høvundan Johan Harstad váttar hann, at teir arbeiða hart fyri at fáa hetta til veruleika. – Einki er avgjørt enn, men um alt gongur eftir ætlan verður hetta ein stór framleiðsla á 20 milliónir norskar krónir, sum NRK skal standa fyri. Harstad fortelur, at við jøvnum millumbilum fara tingingar fram við NRK-leiðsluna. Johan Harstad væntar, at ein endalig avgerð verður tikin av NRK einaferð í august ella septembur. Hann sigur, at um hesa tíð­ ina fer hansara bók at vera keypt av NRK, soleiðis at framleiðsluarbeiðið kann byrja. Harstad hevur samband við ein leikstjóra, ið dag­ liga starvast á NRK. Hes­ in fundast regluliga við leiðsluna í NRK um hesa stóru ætlan. Hann fortelur eisini, at møguliga verður samstarv tikið upp við DR um framleiðsluna av sjónvarpsrøðini. So eft­ir øllum at døma eru ambi­ tiónirnar stórar. Umboðar Føroyar uttaneftir Harstad er, hóast sín unga aldur á 26 ár, millum teir kendastu prosahøvundarnar í Noreg. Og við Buzz Aldrin fekk hann sítt altjóða gjøgnumbrot. Skald­søgan skal týðast til fleiri enn 10 mál. Hetta varð eisini umrøtt á for­ kunnuga bókatiltakinum á G! Festivalinum. Samstarv við filmskreftir í landinum Eisini sigur Harstad frá, at samstarv eisini skal fáast upp at standa við kreftir í landinum. Hann nevnir sjónleikarar og nútímans tón­leik sum dømi um hetta. – Alt hetta er treytað av um verkætlanin verður góðkend, slær Harstad fast Sjónvarpsrøð í Føroyu Stutt sagt Tænastuleiðari umborð á Smyrli Heini S. Kristiansen Í nærmastu framtíð verður ein tænastuleiðari settur umborð á Smyrli. Talan er um eitt nýtt starv, sum verður sett í samband við, at Strandferðslan fer at víðka um møguleikarnar við Smyrli. Strandferðslan hevur søkt eftir fólki, og starv­ið verður sett aftaná Ólav­ søku. Starvið kemur at líkjast tí, sum danskarar kalla fyri “Hovmeistari”. Viðkomandi skal standa fyri matstovuni, kafeteria, móttøkuni, kioskini og tí­líkum. Tænastuleiðarin verður settur, so at ferðafólkini kunnu fáa enn betri trivna umborð. Eisini er tað ein liður í ætlanini hjá Strandferðsluni um at víðka um virksemi hjá Smyrli. Teir vilja fegin bjóða Smyril fram til fundir og líknandi. Teir kanna aðrar møguleikar enn rutusigling, sum kunnu geva fleiri inntøkur. – Tað er eitt flott skip, og umstøðurnar eru sera góðar til fundir og tílíkt. Fólk hava tikið sera væl ímóti skipinum, og tey fara væl um, sigur Heini á Borg frá Strandferðsluni. Mýk tær vøddarnar í Brixini ! Rætting: Í grein í Sosialinum fríggjadagin stóð, at Oyvindur Brimnes á einum fundi í Miðvági hevði sagt, at foreldur ikki skulu blanda seg uppí ferðslupolitikk. Hetta er ikki rætt, tí at Oyvindur var als ikki á fundinum. Vit biðja um umbering fyri misskiljingina og biðja lesaran og Oyvind Brimnes halda okkum til góðar. Tað, sum Oyvindur Brimnes segði í útvarp­ inum um kvøldið tann 18. juli um vegastrekkið í Miðvági, var hetta: Tað er ikki bara tað fys­ iska, altso sjálvur vegurin, skelting og annað, sum ger ein veg tryggan. Tað eru bæði bilførarar, politi og tey, sum eiga børn, sum eru rundanum ein veg. Øll hava sína ábyrgd, so bara við asfalt og skeltum fáa vit sjáldan nakran veg púra tryggan. Leygardagin 1. juli læt nýggja vødda­mýkingar­ stovan Brixin v/ Ran­ vu Knudsen upp í Sal­ tangará. Ranvá bjóðar kundum sínum vøddamýking til allan kroppin. Viðgerðar­ stovan er fyri øll, bæði fyri fólk, ið hava knýttar vøddar, eru ring av høvuð­ pínu og myosum og fyri teimum, sum bert vilja njóta eina løtu í hugna­ ligum umgevilsum og slappa av. Vøddamýking er fyri øll - ung sum gomul. Til ber eisini at gleða onkran annan við at keypa eitt gávukort. Norsk Gyldendal upplýsir, at bókin verður týdd til: franskt, italienskt, týskt, hollendskt, russiskt, finskt, svenskt, danskt, føroyskt. (Harstad upplýsir, at tvey forløg úr Bretlandi og eitt úr USA hava víst áhuga í bókini.) FAKTA