mánadagur 7. februar 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 26 - 8. februar 2000
24
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 26 - 8. februar 2000
Bilur við skaða
til sølu til
hægstbjóðandi
Merki: Ford Fiesta Sport 1,3 bensin - 3
hurðar.
Árg.:
16.06.1995
KM:
76.474
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú,
og kann síggjast á bilverkstaðnum hjá
Mogens Petersen, 826 Trongisvágur.
tlf. 37 38 90
fax nr. 37 31 17
at hitta millum kl. 08.00-10.00
Bilur við skaða
til sølu
Merki: Ford Escort CLX 1,8 Diesel, 4
hurðar
Árg.:
25.10.1994
KM:
144.617
Bilurin verður seldur, sum hann stendur nú,
og kann síggjast á bilverkstaðnum hjá
Mogens Petersen, 826 Trongisvági.
tlf. 37 38 90 • fax nr. 37 31 17
hittist best millum kl. 08.00-10.00
NORÐURLANDAHÚSIÐ
Avloysarar
søkjast
Søkt verður eftir avloysarum. Ein til ljósarbeiðið og
ein til ljóðarbeiðið at byrja 15. februar 2000.
Starvstíðin verður til 1. september 2000.
Umsóknir verða at senda til:
Freistin at søkja er 12. februar 2000.
Norðurlandahúsið í Føroyum
Postboks 1260
110 Tórshavn
Att.: Zacharias Guttesen, árbyrgdarljósmann
Att.: Óla Jákup í Dímun, ábyrgdarljóðmann
DANNY TRANSPORT
- tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
Tlf. 319192
Kervisfyrisitari til
Almannastovuna
Almannastovuni tørvar ein dugnaliga kervis-
fyrisitara til setan sum skjótast eftir nærri
avtalu.
Kervisfyrisitarin skal vera við til at umsita
kervið á Almannastovuni á teimum deild-
um, sum eru knýttar at Almannastovuni.
Arbeiðið kemur millum annað at umfata:
• Installatión og rakstur av kervinum og
umsita onnur forrit á stovninum.
• Ábyrgd av tí dagligu driftini og trygdini á
edv-umráðinum
• Viðlíkahald og uppdatering av hardware
og software.
• Ráðgeva og hjálpa brúkarum á stovninum.
Førleikakrøv:
At tú:
• hevur royndir ella/og útbúgving innan IT
• kanst arbeiða sjálvstøðugt
• ert erliur og opin
• kann arbeiða undir trýsti
• hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar
uppgávur
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála mill-
um Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafel-
agið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Jaspur Langgaard, EDV leiðara, tlf.
315480.
Umsóknarfreist: 22. februar 2000, kl. 14
Umsókn:
Umsókn við prógvum, CV o.ø. skal sendast
til:
Almanna- og Heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Almanna- og Heilsumálastýrið
Grundskeið í boring
Tíðarskeið: 6. mars – 17. mai 2000
Grundskeið í boring er eitt ástøðiligt (teo-
retiskt) skeið innan boritøkni. Skeiðið gevur
ikki ein endaligan førleika at arbeiða innan
borivirksemi, men gevur eina ástøðiliga upp-
læring, ið saman við verkligari upplæring í
teimum einstøku fyritøkunum gevur førleika
til ymisk arbeiði sum t.d.
• tornarbeiði
• boridekksarbeiði
Skeiðið er ein fyrsta innføring í ymiskt bori-
tekniskt arbeiði, og tað er sostatt eitt fyrsta
stig á vegnum hjá teimum, sum ynskja at
sleppa at arbeiða á hesum øki.
Skeiðið verður hildið í samstarvi við Sta-
vanger maritime videregående skole, ið eis-
ini stílar fyri skrivligu próvtøkuni. Skeiðið
verður sostatt eisini góðtikið sum førleika-
gevandi av OLF (Olieindustriens Landsfor-
ening i Norge).
Skeiðsgjaldið er 10.000 kr, og fevnir tað um
undirvísing, undirvísingartilfar, eina viku
námsferð til Stavanger, har vitjað verður hjá
ymiskum fyritøkum v.m. og eitt 5 daga trygd-
arskeið. Lokið trygdarskeið er ein fyritreyt
fyri at arbeiða í frálandavinnuni.
Ein fyritreyt fyri at innskriva seg til skeiðið
er, at tú í minsta lagi hevur lokið SIT-út-
búgving ella hevur samsvarandi kunnleika-
støði. Viðkomandi verkligar royndir kunnu
síðustillast við SIT-útbúgving.
Skeiðið verður hildið á Tekniska Skúlanum í
Tórshavn.
Seinasta freist at innskriva seg til skeiðið er
24. feburar, og faldari um »Grundskeið í
boring« og innskrivingarblað fáast við at
venda sær til ein av stovnunum, sum eru
limir í Oljuútbúgvingarsamtakinum.
Meiri um skeiðið fæst at vita við at vitja
heimasíðuna hjá Maskinmeistaraskúlanum
(www.mec.fo) ella hjá einum av hinum skúl-
unum, ella við at venda sær til Undirvísingar-
og Mentamálastýrið, Falkavegur 6, Tórs-
havn, tlf. 355050.
Tórshavn 28. januar 2000
Oljuútbúgvingarsamtakið
Oljuútbúgvingarsamtakið, ið er eitt samtak millum Tekniska
Skúlan í Tórshavn, Tekniska Skúlan í Klaksvík, Maskinmeist-
araskúlan, Føroya Sjómansskúla og Undirvísingar- og Menta-
málastýrið, skipar fyri einum 7 vikur grundskeiði í boring í
døgunum 6. mars – 17. mai 2000. Skeiðið endar við próvtøku.
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATRØÐ
Børkuvegur, 620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16
Ársaðalfundur
Lýst verður til ársaðalfund í arbeiðsfelagnum
Fylking mánadagin 28. februar kl. 19.00.
Skrá samb. lógum felagsins.
Til umrøðu møgulig umbygging av hølum
felagsins.
Nevndin
Aðalfundur
Eftirlønargrunnur
Starvsmannafelagsins
hevur aðalfund beint eftir aðalfund Starvs-
mannafelagsins í Havnar Klubba 26.
februar.
Skrá:
1. Frásøgn um virki grunnsins í farna rokn-
skaparári.
2. Framløga av grannskoðaðum ársrokn-
skapi til góðkenningar.
3. Val av nevndarlimum
4. Ymiskt.
Nevndin
Aðalfundur
Ársaðalfundur
Starvsmannafelagsins
verður leygardagin 26. februar kl. 13.00 í
Havnar Klubba.
Skrá:
1. Frásøgn formansins frá farna ári.
2. Framløga av grannskoðaðum rokn
skapum til góðkenningar.
3. Virkisskrá.
4. Lógarbroytingar.
5. Møgulig uppskot frá limum og
nevnd.
6. Ásetan av limagjøldum.
7. Val av formanni.
8. Val av nevndarlimum og tveimum
tiltakslimum.
9. Val av roknskapargrannskoðara og
tiltakslimi.
10. Ymiskt.
Limir sum vilja hava uppskot til umrøðu á
aðalfundinum og møgulig lógaruppskot,
mugu senda nevndini hesi í seinasta lagi
leygadagin 19. februar 2000.
Uppskot til formann felagsins er:
Gunnleivur Dalsgarð
Varðabú 32
100 Tórshavn
Starvsmannafelagið
Suðurstreymoyar
Útróðrarfelag
Aðalfundur Suðurstreymoyar Útróðrarfelags
verður á sjómansheiminum í Havn tann 20.
februar kl. 14.00.
Nevndin
Dagstovnurin
Mýrifípan
Vit søkja eftir hjálparfólki skjótast tilber til
stovu við 20 børnum 3-7 ár 30 tímar um
vikuna fram til 30/6-2000.
Løn samb. sáttmála við Føroya Landsstýri
og Føroya Pedagogfelag.
Skrivlig umsókn við møguligum prógvi og
viðmæli verða at senda til stovnin áðrenn
17. feb.
Dagstovnurin Mýrifípan
820 Trongisvágur
Tel. 372700
Landssjúkrahúsið
FO-100 Tórshavn
1. assistentur
til B8
Eitt starv sum 1. assistentur til B8 coronar-
deildina er leyst til setan 1. mars 2000 ella
skjótast gjørligt aftaná.
Høvuðsábyrgdarøki hjá 1. ass. yvirfyri deild-
arleiðaranum er dagføring og ábyrgd av til-
fari við tilknýti til coronardeildina, ábyrgd av
upplæring hjá nýggjum fólkum á deildini,
luttaka í vanl. arb. á deildini.
Arbeiðstíðin er dagvakt yrkadagar, tó nátt-
arvakt 3. hvørt vikuskifti.
Viðkomandi, sum settur verður skal
hava:
• Innlit í røkt av sjúklingum við coronarsjúkur.
• Duga at arbeiða málrættað.
• Hava góð samstarvsevni.
Løn- og setanartreytir samb. sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og Sjúkrasystrafelag Før-
oya.
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda
sær til Annemi Joensen, deildarsjúkrasystir
á telefon 313540 lokal 108.
Umsóknarfreist er 23.02.2000, kl. 14.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum verður
at senda til:
Almanna- og heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn