fríggjadagur 22. desember 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fiskasølumenn eru
bjartskygdir og
vænta, at góðu fiska-
prísirnir fara at halda
sær
FISKAPRÍSIR
Edvard Joensen
Samstundis sum fiskaprís-
irnir í Føroyum liggja á ein-
um støði, teir ongantíð hava
verið á fyrr, hevur ES gjørt
av einaferð enn at lækka
toskakvotuna í Norðsjón-
um. Hetta fer ivaleyst at
stabilisera okkara høgu
fiskaprísir, meta føroyskir
fiskasølumenn.
Føroyskur fiskur er kapp-
ingarførur við allan annan
fisk á europeiska marknað-
inum, og líkt er til, at føroy-
ingar hava skilt tey tekin,
marknaðurin sendir.
Kaj Leo Johannesen,
stjóri
á
sølufelagnum
Farex, sigur, útlit eru til, at
hesin høgi prísurin, vit
uppliva í dag, fer at halda
sær. Kappingin er øgilig, og
føroyingar eru í teirri støðu,
at eitt nú saltfiskurin hevur
fingið rættiliga gott orð á
seg.
Hetta kemst millum ann-
að av, sigur Kaj Leo Joh-
annesen, at føroyuski tosk-
urin er rættiliga tjúkkur og
hvítur, og tí góð søluvøra.
Men so sanniliga eisisni tí,
at føroyingar hava dugað at
lurtað eftir marknaðinum
og hava framleitt tað,
marknaðurin vil hava. Og
saltfiskamarknaðurin fer
við so at siga øllum toskin-
um, sum kemur upp á land.
Tað tykist mestsum ómøgu-
ligt, sigur Kaj Leo Johann-
esen, at fáa tosk at skera til
flak.
Eitt annað, sum hjálpir
væl upp á prísirnar, sigur
Kaj Leo Johannesen, er at
allar tær avtalurnar, sum
fyrr vóru millum ymsar
partar í fiskivinnuni, nú eru
burtur.
Í eitt nú Íslandi síggjast
enn summar av hesum av-
talum, hann sipar til. Tað
vil siga, at skip og virki eru
samantvinna við ognarvið-
urskiftum og tí heft hvørt at
øðrum.
Hesar avtalur eru millum
annað við til at gera, at ísl-
endingar ikki standa seg í
kappingini við føroyingar,
tí teir eru ikki nóg frælsir til
at kappast, vísir stjórin í
Farex á.
Hann nevnir sum dømi,
at hann sjálvur hevur keypt
lidna vøru frá íslendskum
virkjum, sum síðan er seld
aftur á europeiska markn-
aðinum fyri tann prís, før-
oyski marknaðurin fær.
Tað eru sjálvandi eisini
onnur ting sum gera, at
fiskamarknaðurin er góður,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Eitt nú at kjøtmarknaður-
in hevur tað ringt í løtuni,
nú neytaøði er farin at gera
um seg í Europa.
Eisini er nógv minni
fiskur til á heimsmarknað-
inum yvirhøvur, og tá plag-
ar prísurin heilt náturligt at
hækka.
– Og hjá okkum ráða
marknaðarkreftirnar
nú
100%, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Hann staðfestir, at upp-
boðssølan hevur hjálpt væl
upp á prísirnar, hóast hon
ikki hevur skapt kappingina
sum so.
Um akturellu støðuna við
kvotunum í Norðsjónum
sigur Kaj Leo Johannesen,
at enn hevur tað ikki merkt
støðuna hjá okkum so nógv,
tí hendan tíðin vanliga er
rættiliga góð sølutíð. Men
hann ivast ikki í, at tað fer
at stabilisera teir sera høgu
prísirnar, sum í dag eru á
fiskamarknaðinum. Hann
metir tað snøgt sagt fara at
vera løgið, um prísirnir fara
at lækka fyribils.
Útlitini so góð
sum ongantíð
Europeiskir fiska-
keyparar krevja vátt-
an fyri, at føroyskur
alifiskur ikki verður
fóðraður við fóðri,
sum gjørt er av
beinamjøli
FISKAMARKNAÐUR
Edvard Joensen
Europeiskir fiskakeyparar
tykjast nú eisini vera smitt-
aðir av neytaøði og eru
farnir at seta hana í sam-
band við aldan fisk.
Kaj Leo Johannesen,
stjóri á fiskasølufelagnum
Farex, sigur við Sosialin, at
franskur fiskakeypari, hann
hevur samband við, hevur
nevnt fyri sær, at marknað-
urin fyri alisfiski kanska
fer at verða ávirkaður
skeivan veg av málinum um
neytaøði. Brúkarin er so
smátt farin at blanda tingini
saman og torir ikki at keypa
aldan fisk av ótta fyri, at
fóðri kann hava partar av
beinamjøli ella blóðmjøli
frá neytum í sær.
Hetta kann gera, at eitt nú
laksaútflutningurin kann
fara at minka, metir frans-
maðurin.
Og okkurt tykist vera um
tosið. Í hvussu er sigur
Regin Jacobsen á Alistøð-
ini á Bakka á Glyvrum, at
keyparar hava kravt, at
teirra sølufelag skjalprógv-
ar, at hvørki beinamjøl ella
blóðmjøl verða brúkt í
fóðrinum, teirra laksur fær.
Og tað verður tað heldur
ikki, staðfestir Regin Jac-
obsen avgjørdur. Beinamjøl
hevur ongantíð verið brúkt
yvirhøvur. Og hóast blóð-
mjøl fyrr hevur verið nýtt í
laksafóðri, varð tað steðgað
longu í 1995.
Hetta hava kundarnir eis-
ini fingið skjalprógvað,
sigur Regin Jacobsen.
Tað sum hendir, sigur
Regin Jacobsen, er tað, at
tær stóru handilsketurnar í
Europa, sum eitt nú Ali-
støðin á Bakka selir til,
hava starvsstovur, sum alla
tíðina kanna vøruna, tær
keypa. Har verður vøran
flokkað eftir uppruna og
slagi, og eitt nú aldur fiskur
verður flokkaður saman við
øðrum aldum djórum sum
til dømis neyti og grísi.
Keyparin biður so um
váttan fyri, at fóðrið, kría-
túrið ella fiskurin hevur
fingið, ikki er gjørt úr
beinamjøli ella blóðmjóli.
Hesa váttan hevur Ali-
støðin á Bakka kravt og
fingið frá fóðurframleiðara
sínum. Síðan er hon send
sum skjalprógv til keypar-
an. Og tað hevur keyparin
verið nøgdur við, tí meira
hevur alistøðin so ikki frætt
um tað, sigur Regin Jacob-
sen.
Heldur ikki Føroya Hav-
búnaðarfelag veit nakað
um hetta, sum fransmaður-
in hevur borið upp á mál,
sigur Hans Jacobsen, for-
maður í Havbúnaðarfelagn-
um. Hann sigur, at hann
hevur als ikki frætt hasi tíð-
indini fyrr enn nú. Men
hann metir tó ikki at tey
hava so nógv upp á seg.
Hans Jacobsen sigur, at
Havbúnaðarfelagið fer ikki
undir nakað lýsingarátak
ella tílíkt at steðga slíkum,
tí tað hevur felagið ikki
pengar til. Men hann vísir
á, at norðmenn, sum jú
selja nógvan alifisk, hava
brúkt nógvar pengar upp á
júst slíka upplýsing.
Fiskakeyparar óttast neytaøði
Nr. 247 - 22. desember 2000
3
gult cyan magenta svart
2
Nr. 247 - 22. desember 2000
Leggur frá sær
eftir 30 ár
Mikudagin var seinasti
skúladagur hjá Ása Jacob-
sen á Tvøroyri. Ási fyllir 60
ár 1. jóladag, 25. desember
og hetta høvið brúkar hann
til at fara frá við eftirløn.
Ási er føddur á Tvøroyri í
1940, sonur Albert Jacob-
sen á Tvøroyri og Emilie
Jacobsen úr Fuglafirði.
Ási var ongin ársungi, tá
ið hann fór á læraraskúla.
Eftir lokna skúlagongd, fór
hann til Danmarkar, har
hann fór í grannskoðara-
læru, har hann var í eitt ár.
Men í 1961 fór hann í
danska herflotan, har hann
fór á yvirmannaskúlan. Í
danska herflotanum sigldi
hann við fleiri skipum, m.a
Peter Skram, Hvidbjørnen,
Rolf Krage, umframt við
seglskipum, minuleggjar-
um, o.s.fr.
Ímeðan hann gekk á yvir-
mannaskúlan, las hann eis-
ini týskt og latín á lærda há-
skúlanum í Keypmanna-
havn, men hetta sampakk-
aði ikki so væl við útbúgv-
ingini í herflotanum, so
hann gavst at lesa.
Men danski herflotin var
heldur ikki nakað fyri hann
- ella sum hann sjálvur sig-
ur so skemtiliga: “Je var
onki fyri danska herflotan”.
Sostatt helt Ási uppat á yv-
irmannaskúlanum í 1964,
men helt kortini fram í her-
flotanum til 1967. Tá ið
hann legði frá sær, var hann
sersjantur.
Tá ið hann fór úr herflot-
anum, fór hann á lærara-
skúla í Holbæk og har tók
hann prógv í 1970. Síðani
tá hevur hann verið lærari á
Tvøroyri, haðani hann so
nú leggur frá sær.
Á Tvøroyri hevur hann
mest undirvíst í máli,
donskum, týskum, enskum
og tí sindri, sum hevur ver-
ið av latíni.
Hann hevur eisini ferðast
dúgliga við næmingunum,
hann hevur verið við teim-
um á útferðum bæði í Skot-
landi, Onglandi, Tysklandi,
Luksemburg, Italia, Dan-
mark og Noregi.
Til stuttleika kann eisini
nevnast, at Ási Jacobsen er
eisini ein av teimum fáu,
sum bæði hevur málsigt og
matematiskt studentsprógv.
Hann tók fyrst nýmálsligt
studentsprógv, men tók síð-
ani matematiskt prógv upp-
á átta mánaðir.
Á Tvøroyri hevur hann
eisini verið virkin í felags-
lívi av nógvum ymsum
slag. Hann hevur verið for-
maður í bridgefelagnum á
Tvøroyri í nógv ár, hann
hevur verið formaður í
svimjifelagnum í eini 12 ár,
og hann var eisini venjari
hjá svimjarum eitt skifti,
hann hevur verið virkin í
Tvøroyrar Sjónleikarfelag
og hann hevur nevndarlim-
ur í Tvøroyrar Klubba í eitt
áramál. Hann hevur eisini
fleiri ferðir verið ferðaleið-
ari, tá ið útlendsk ferðafólk
hava verið á á rundferðum í
Suðuroy.
Hann sigur, at hann hevur
altíð havt nokk at gera, so
hann stúrir ikki fyri, at
hann fer at keða seg, nú
hann fer frá við eftirløn.
Umframt tað felagslív,
hann er uppi í, ætlar hann
sær at halda hús og heim.
Og so hevur hann bøkurnar
og tónleikin. So nú verður
betri stundir at pløga seg í-
gjøgnum rithøvundar, sum
Pontoppidan, Zweig, Bøll
og aðrar, sum honum dám-
ar væl. Og tá ið tónleikur
verður lagdur á, er tað mest
opera.
Men hann vísir ikki aftur,
at hann verður aftur at
síggja í skúlanum, skuldi
tað verið brúk fyri einum
vikari onkran einstakan
skúla.
Ási Jacobsen sigur, at
hesi 30 árini, hann hevur
verið lærari, eru tíðirnar
nógv broyttar .
– Eitt er, at børnini eru ó-
metaliga nógv broyttir.
Men tað skerst ikki burtur,
at tá ið ein hevur verið
lærari í nógv ár, broytist ein
eisini sjálvur. Og tað er ein
stórur spurningur, hvussu
væl eldri lærarir eru førir
fyri at laga seg til tær
nýggju tíðirnar.
Hann heldur, at teir, sum
skipa fyri skúlanum, áttu at
lagt á annan bógv.
– Í løtuni fáast myndug-
leikarnir mestsum bara við
at gera nýggjar fólkaskúla-
lógir til gamlar lærarar. Tað
rætta hevði verið at útbúgva
lærarar, so at teir eru betri
førir fyri at arbeiða undir
eini nýggjari skúlalóg.
Óluva Skaale 60
Óluva Skaale er vorðin
60ár. Hon er ein kend
kvinna í landinum og hon
er til umrøðu í hvørjum
einasta heimi í Føroyum
javnan. Hetta kemst av, at
hon saman við Marius
Johannesen
framdi
megnarverkið fyri skjótt
nógvum árum síðan at
skriva og útgeva eina
nýtiliga kókibók sum er
skrivað
til
føroysk
viðurskifti og sum ger
serliga nógv burtur úr heilt
vanligum føroyskum mati.
Matur og Matgerð
er enn gull verd í hvørjum
húsarhaldi. Er grind, so fær
tú at vita hvussu tú matgerð
við grind. Tú fær eisini ,at
vita hvussu tú hongur upp,
saltar, turrsaltar og so
víðari. Er tú ikki ættaður úr
fuglaplássi, so kann tú sum
einki fylla lunda upp á
gamla
máta
og
hava
fuglasuppu afturvið og
hesum kann tú millum
annað takkað Óluvu Skaale
fyri.
Óluva Skaale er
lærari og gjørdist heilt kend
sum sjónvarpskokkur, tá
Svf tók tey fyrstu fetini fyri
20
árum
síðan
og
føroyingar sum heild seta
hana í samband við mat.
Serliga
ráma
suðuroyarmálið setti seg
fæst fast í minnunum á
føroyinginum.
Og
um
nakar lesir hetta so ivist eg
ikki at hann hugsar: “Óluva
fyllir
ikki
tríssj,
men
trýýýsss.” Ikki tí, tað sæst
ikki á henni, at hon er ein
framúr kokkur, hon etir ikki
alt sjálv. Tillukku við
degnum og vit leingjast
eftir
einari
víðkaðari
útgávu
av
Matur
og
Matgerð.
je
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Dagbjørt S. Hansen dagbjort@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
DAGSINS MEINING
Menning uttan fyri
mistaðarøkið
Ein afturvendandi spurn-
ingur her á landi og í
flestu av londunum kring
okkum, er miðsavnanin av
fólki og virksemi til høv-
uðsstaðin ella økið nær-
hendis. Vit kenna hetta
tjakið úr Noregi, har Norð-
urnoreg stríðist fyri at yv-
irliva. Vit kenna hetta eis-
ini úr Íslandi, har tað gerst
alsamt trengri kring
Reykjavíkarleiðina. Her
heima hevur orðaskiftið
um bygdamenning verið
afturvendandi, men tað
tykist bert ganga tann eina
vegin, og tað er, at bygd
fyri bygd - øki fyri øki -
doyr út. Meðan tosað verð-
ur um, hvat kann gerast
fyri at steðga avtoftingini
og eitt nú stórar íløgur eru
og verða gjørdar í infra-
strukturin, so tekur avtoft-
ingin bara dyk á seg.
Tað er í hesum sambandi
at settir eru arbeiðsbólkar
at koma við uppskotum
um, hvussu man kann
venda hesi gongd. Í fyrsta
lagi verður kannað, hvussu
økini í landinum kunnu
mennast og í øðrum lagi
hvussu búsetingin í út-
oyggj ella smáoyggj kann
varðveitast. At neyðugt er
at seta arbeiðsbólkar at
kanna hesi mál vísir bara,
hvussu álvarslig støðan er.
Tí man skuldi trúð, at lok-
alpolitikararnir á tingi
vóru so mikið sterkir, at
teirra valdømi eisini fingu
sín ríkiliga part av samfel-
agskøkuni. Hóast hetta so
er helst so torført at stýra
útviklinginum verða ikki
munagóð tiltøk gjørd. Tvs.
við fríum marknaðarkreft-
um verður gongdin at
halda fram ótarnað. Fólk
flyta til tey størru plássini,
tí har er arbeiði, har er frí-
tíðarvirksemi osfr. Spurn-
ingurin er, hvat kann ger-
ast fyri at stegða hesi
gongd. Eitt er at smá-
oyggjar sum Fugloy, Skúv-
oy og Mykines líða undir
hesi gongd, annað er hvat
hendir við størri oyggjum
so sum Suðuroynni,
Sandoynni og Vágum.
Taka vit Vágoynna er har
nógv virksemi og er oygg-
in eisini kjarnan í flog-
flutninginum. Nú verður
gjørdur undirsjóvartunnil
til oynna. Sandoyggin var
illa fyri í kreppuni, men
okkurt røkist fyri, at oygg-
in er við at mennast aftur.
Nýtt skip verður eisini sett
inn har. Stóra "problem-
barnið" er helst Suður-
oyggin. Hvat kann gerast
fyri at skapa gróðarlíkindi
har? Nýtt Suðuroyarskip er
á veg og tað er ein sera
týðandi liður í at varðveita
búsetingina og menna
oynna. Spurningurin er
bara, um betran av
samferðsluni er nóg mik-
ið! Neyvan.
Hvat vit enn halda um fríu
marknaðarkreftirnar, so
mugu vit seta okkum
spurningin: eru tær ikki
við til at taka grundarlagið
undan smáoyggjum og á-
vísum økjum av landi-
num? Skulu vit t.d. menna
Suðuroynna eru vit so ikki
noydd til at stýra útvikl-
inginum og siga, at eitt nú
oljuvirkssemið ella stórur
partur av tí skal fara fram í
ella frá oynni! Tá meiriluti
ikki fekst fyri, at alt virk-
semið skuldi vera frá Suð-
uroynni var ein orðing
gjørd, ið sigur, at slíkt
virksemi skal eisini vera í
hesi oyggj. Nú fáa vit so at
síggja, hvussu leikur fer, tá
avgerðin skal takast um
oljubasan og alt tað virk-
semi, sum er knýtt at kom-
andi leiting og framleiðslu.
Spurningurin um komandi
oljuvirksemið er helst
nógv meira prinsipiellur
og álvarsligur enn mong
av okkum halda. Her er
ein møguleiki at fremja
økismenning. Vilja vit tað?
Hin mátin er at lata
marknaðarkreftirnar ráða,
og so er tað upp til politik-
arnar at prioritera íløgur-
nar til øki og smáoyggjar
uttan fyri miðsteðarøkið.
Fær Suðuroyggin einki
ella lítið oljuvirksemi, so
ber til at krevja, at oljuinn-
tøkur skulu brúkast til at
menna oynna uppá aðrar
mátar.
Sosialurin
NØVN Í VIKUNI