fríggjadagur 22. desember 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Menturnarnevndin
hjá Tórshavnar Býráð
hevur havt fund við
feløgini um eina
møguliga yvirtøku av
Ítróttahøllini á Hálsi
ÍTRÓTTAHØLL
Jákup Mørk
Tað er eingin loyna, at
Ítróttahøllin á Hálsi í Havn
nú er um at vera heldur
slitin.
Seinastu tíðina hava eis-
ini verið røddir frammi, um
at at stórar ábøtur eru neyð-
ugar, og nú er eisini líkt til,
at Býráðið av álvara er farið
undir at finna eina loysn á
málinum.
Okkurt má gerast
Ein møguleiki tykist vera,
at Býráðið yvirtekur høll-
ina, sum í dag er ein sjálvs-
ognarstovnur, og at býráðið
á tann hátt í størri mun
stendur fyri høllini.
Kaj Leo Johannesen, for-
maður í menturnevnd bý-
ráðsins, sigur við Sosialin,
at tey mikukvøldið høvdu
ein fund við feløgini, har
tey greiddu frá, hvørjar ætl-
anir
mentunarnevndin
hevði í so máta.
– Tað vórðu ongar av-
gerðir tiknar á fundinum.
Tað var meira soleiðis, at
vit settu feløgunum ein
fyrispurning um, hvussu
ein slík yvirtøka kann
fremjast, og síðani fara tey
at viðgera hetta á aðalfund-
um sínum, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Hann vísir á, at eftir
teirra tykki er tað skilabest,
at ábyrgdin fylgir fíggjar-
liga partinum, og tá tað
kortini er býráðið, sum skal
gjalda, so kundi hetta verið
ein loysn.
– Høllin er í dag í sera
ringum standi. Tað sært tú,
tá hondbóltsdystir og aðrir
dystir verða leiktir, og bara
tað at tetta hana fer at kosta
einar fýra til fimm millión-
ir. Skal høllin so eisini
svara tíðarkrøvunum, verð-
ur talan um munandi meira
pening, sigur formaðurin,
sum annars heldur, at høllin
sjálvandi eigur at liva upp
til navnið – Tórshavnar
Ítróttar- & samkomuhøll.
Missa einki
Ein spurningur, sum iva-
leyst er frammaliga í hug-
anum hjá feløgunum í hes-
um, er, hvørt feløgini fram-
haldandi kunnu varðveita
síni rættindi í høllini, um
hendan verður beinleiðis
ogn hjá Býráðnum.
Til hetta sigur Kaj Leo, at
tað sjálvandi er sera týdn-
ingarmikið, at feløgini,
sum jú hava lagt lunar undir
høllina, framvegis halda
síni rættindi.
– Tað verður ógvuliga
torført at taka nakrar hallar-
tímar frá teimum, og hetta
skal heldur ikki henda.
Verður talan um eina
slíka loysn, kunnu feløgini
kanska eisini fáa eina kær-
komna gávu frá Býráðnum.
Tó at formaðurin í mentun-
arnevndini ikki vil lova
nakað, so tykist tað ikki
óhugsandi, at hallarleigan
møguliga kundi verðið nið-
ursett eftir eina møguliga
yvirtøku.
– Hallarleigan kom í sín-
ari tíð fyri at høllin kundi
mala runt fíggjarliga. Nú
skal eg ikki fara at lova
nakað sum helst, men tað
má eisini verða eitt mál, at
ítróttafeløgini skulu sleppa
at hugsa um tað ítróttalliga
og tað sosiala í feløgunum,
heldur enn at nýta alla ork-
una upp á at fáa fíggjarliga
partin at hanga saman, sig-
ur Kaj Leo Johannesen at
enda.
Akkurát nær, hvussu ella
um yvirhøvur ein møgulig
yvirtøka skal fara fram, er
sostatt ikki greitt enn. Sum
sagt, so var talan í fyrsta
umfari um ein fyrispurning
frá Býráðnum, og væntandi
ganga einir tveir mánaðir,
áðrenn nakað meira hendir
við málinum.
Býráðið vil yvirtaka
ítróttahøllina
Høllin á Hálsi er í ringum standi, og millum annað er takið
ótætt, so tað dryppar niður á gólvið
Mynd: Álvur Haraldsen
Svartkjaftatrolarin Næra-
berg kemur væntandi til
Klaksvík fyrrapartin leyg-
ardagin – tollaksmessudag.
Næraberg fór til fiski-
skap síðst í november mán-
aði, eftir at hann hevði ver-
ið til umvælingar á norskari
skipasmiðju, har stórar
broytingar vórðu gjørdar á
fabrikkini.
Næraberg hevur fyri tað
mesta verið í føroyskum
sjógvi, og tá hann gavst at
fiska hósmorgunin, høvdu
tey framleitt 400 tons av
surimi og umleið 190 tons
av mjøli. Tá var nakað eftir
at framleiða, áðrenn trolar-
in fer at leggja veiðina upp
í Klaksvík.
73 fólk eru við Næraberg
hendan túrin, og av teimum
eru 13 konufólk. Skipari er
Ólavur Biskopstø.
ek
Flakatrolarin hjá JFK Trol,
Sundaberg, hevur í vikuni
landað 150 tons av flaki á
Kósini í Klaksvík. Haraft-
urat hevði hann eisini nak-
að av flatfiski.
Sundaberg fór til fiski-
skap 18. november og fisk-
aði í ein lítlan mánað. Hann
hevur verið í russiskum øki
í Barentshavinum. 32 fólk
vóru við hendan túrin.
Sundaberg fer aftur til
fiskiskap í Barentshavinum
millum jóla og nýggjárs.
ek
Næraberg heim til jóla
Sundaberg landað 150 tons
av flaki
Stoltleikin í føroyska
rækjuflotanum,
Hvilvtenni, hevur
verið á sínum fyrsta
túri. Kjartan Joensen,
reiðari og skipari, er
sera væl nøgdur við
nýggja skipið. Hann
heldur ikki, at før-
oyskir fiskimenn eru
serliga keddir av at
vera burtur á jólum. –
Teir hugsa heldur um
eina góða hýru enn at
ganga heima í
túninum í nakrar
dagar, sigur Kjartan
HVILVTENNI
Stefan í Skorini
Fyri nøkrum mánaðum
síðani stevndi Hvilvtenni
inn á Fuglafjørð. Hetta var
eftir at hava siglt tríggjar
ferðir runt við Leirvíks
bygd, har Hvilvtenni hevur
heimstað.
Kjartan Joensen, reiðari
og skipari á Hvilvtenni, lat
rækjutrolaran
byggja
í
Noregi. Skipið kostaði góð-
ar 100 milliónir krónur, og
tað hevur verið hvørja
krónu vert, heldur Kjartan.
Hvilvtenni
hevur
nú
verið á sínum fyrsta túri,
men enn hevur skipið ikki
verið aftur í Føroyum. Á
fyrsta fiskitúrinum var
Hvilvtenni á Flemish Cap.
Teir fingu eini 500 tons,
sum vórðu landað í New
Foundlandi.
Hóast Kjartan Joensen er
nøgdur við nýggja skipið,
so fílist hann á fiskiskapin,
sum hevur verið heldur
smáligur seinastu tíðina.
– Vit fáa eini trý tons av
rækjum um dagin. Slagið er
heilt gott, men fiskiskapur-
in er ikki nóg góður, sigur
Kjartan, sum hevur roynt
undir Eysturgrønlandi í
eina góða viku.
– Vanliga er nøgdin vaks-
andi frá miðskeiðis í de-
sember, men enn lata rækj-
urnar bíða eftir sær, sigur
Kjartan.
– Skipið riggar fínt, og
vit vóna tí, at vit bara
kunnu vera her í óav-
markaða tíð, sigur Kjartan.
Kjartan Joensen er tó
ikki heilt svartskygdur við-
víkjandi
fiskiskapinum,
sum hevur verið á einari
leið.
Kjartan sigur, at oljuprís-
urin er ov høgur, og tað er
ógvuliga tyngjandi fyri øll
føroysk fiskiskip. Prísurin
á olju til fiskiskip er meira
enn tvífaldaður seinastu
tíðina, eftir at hann hevur
verið í eini hampuliga fast-
ari legu seinastu tíggju
árini.
– Teir skýhøgu oljuprísir-
nir eru drepandi fyri fiski-
skipini, sum skula gjalda so
nógv fyri oljuna.
Hesin
túrurin
verður
væntandi av um ein mánað,
tá lagt verður inn í Íslandi.
Har fara teir at landa í
Reykjavík ella á Hafna-
firði. Tá fer ein partur av
manningini
eisini
av
bátinum, og nýggir menn
koma umborð.
Norðmenn fara heima
á jólum
Nú er leiðin løgd til Eyst-
urgrønlands, har fleiri onn-
ur føroysk skip eisini eru
stødd. Tey eru Sólborg,
Høgifossur, Ocean Castle
og Hvilvtenni. Hesi fýra
skipini fara at vera undir
Eysturgrønlandi um jólini.
Eini trý norsk skip hava
eisini verið har um leiðir,
men teir bátarnir verða allir
lagdir í Reykjavík, til jólini
eru farin afturum bak. Tað
hevur verið vanligt hjá
norðmonnum
at
leggja
bátarnar um jólini. Norsku
manningarnar fáa sostatt frí
í eina viku og flúgva heim
at halda jól saman við
familjuni.
Hetta hevur ikki verið
vanligt á føroyskum skip-
um.
– Tað hava vit ikki brúkt,
og eg haldi, at tað er bara til
órógv fyri fiskiskapin. Tað
er so stutt, og tú fært ikki
eina viku við hús, sigur
Kjartan.
– Føroyski fiskimaðurin
hevur sum heild ikki ilt við
at vera burtur á jólum. Teir
hugsa heldur um at fáa eina
góða hýru. Tað er eingin
trupulleiki at vera burtur
hesa tíðina.
Kjartan Joensen hevur
verið sjómaður í 37 ár, og
hesa tíðina hevur hann oft-
ari verið til skips enn heima
hjá familjuni á jólum.
Um líkindini eru til vild-
ar, so verður jólaaftan van-
ligur arbeiðsdagur.
Triði Hvilvtenni
1. mai fyri 25 árum síðani
kom tann fyrsti Hvilvtenni
til landið. Reiðaríið hjá
Kjartani hevur sostatt 25 ár
á baki innan rækjuveiðu.
Í 80-unum læt Kjartan
tann næsta trolaran byggja,
sum eisini varð nevndur
Hvilvtenni.
Í ár varð tann triði
Hvilvtenni liðugt bygdur
og er farin til fiskiskap.
Størsti munurin millum
hendan og teir báðar fyrru
er motororkan og støddin.
– Nú fiska øll við tveim-
um trolum og tí krevst
sjálvandi
eisini
størri
motororka, sigur Kjartan.
Motorurin á hesum trol-
aranum hevur 7500 hestar,
meðan tann fyrri bara hevði
3000 hestar.
Manningini á Hvilvtenni
verður ynskt eini gleðilig
jól og eitt gott nýttár.
Kjartan Joensen, skipari á Hvilvtenni:
– Vit arbeiða
jólaaftan
Hvilvtenni hevur verið á
sínum fyrsta túri, og Kjartan
Joensen, reiðari og skipari, er
sera væl nøgdur við skipið,
men fiskiskapurin kundi
verið betri
Mynd: Jens Kr. Vang
Nr. 247 - 22. desember 2000
5
4
Nr. 247 - 22. desember 2000
gult cyan magenta svart
Euro
Bonus
Hesar ferðir hjá
Atlantic Airways
telja við í
SAS EuroBonus
Føroyar
Keypmannahavn
Føroyar
Billund
Føroyar
Reykjavík
Føroyar
Stavanger
Føroyar
Aberdeen
Føroyar
London
Aberdeen
Keypmannahavn
Nú er avtalan millum Atlantic Airways
og SAS EuroBonus víðkað til at galda á
øllum farleiðum hjá flogfelagnum.
Endamálið við SAS EuroBonus skip-
anini er at geva teimum, sum ferðast
nógv nakrar avsláttarmøguleikar um-
framt nakrar fyrimunir,sum
kunnu lætta um ferð-
ingina.
EuroBonus
skipanin
EuroBonus
virkar
á
tann hátt,at
hvør
ferð
við einum
av flogfeløg-
unum í SAS
E u r o B o n u s
samstarvinum,
gevur tær nøkur
stig. Hesi stig verða so
samlað á einari EuroBonus
konto, sum tú og tín familja kunnu
brúka til bonusferðir.
Somuleiðis fær ein SAS EuroBonus
limur avsláttur frá ávísum hotellum og
bilútleigarum umframt ymisk sertilboð
frá EuroBonus.
Fyrimunir
Tað fylgja somuleiðis nakrir fyrimunir
við einum SAS EuroBonus korti.Eitt nú
framíhjárættur á bíðilistum, møguleiki
fyri eyka viðføri uttan meirkostnað og
nýtslurættur til fríðtíðartilboð frá SAS
EuroBonus. Nakrir av fyrimununum
eru tó treytaðir av,at tú hevur eitt ávíst
EuroBonus kort.
Tað finnast nevniliga trý sløg av SAS
EuroBonus kortum. Grundkortið fáa
øll, sum melda seg til,
meðan silvur- og gull-
kortini verða send
tær, tá tú hevur
spart
nóg
nógv
stig
saman.
1200 stig
fyri
hvørja
ferð
Ein
vanlig
einvegis ferð
við Atlantic Air-
ways gevur 1200
stig á tíni SAS EuroBon-
us konto,ímeðan einvegis av-
sláttarferðir geva 600 stig. Fyri at hava
rætt til eina bonusferð, sum er ein
tvívegis ferðaseðil á eini av far-
leiðunum hjá Atlantic Airways, skalt tú
hava spart saman 20.000 stig.
SAS EuroBonus faldari við tilmelding-
arskjali og fyribils korti fáast í
flogfarinum ella á skrivstovuni hjá
Atlantic Airways. Eftir at hava meldað
teg til,
fært tú eitt EuroBonus
grundkort sendandi, tá fyrstu stigini
eru komin á konto.
ALLAR LEIÐIR
GEVA STIG
Vágar
Í
sl
a
n
d
Lo
nd
on
D
a
n
m
ar
k
N
o
r
e
g
R
e
y
k
j
a
v
í
k
A
b
e
r
d
e
e
n
S
k
o
tl
a
n
d
Ke
yp
m
a
n
n
ah
av
n
S
t
a
v
a
n
g
e
r
F
ø
r
o
y
a
r
Bi
ll
u
n
d
SANSIR TEL 355 355