Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 22. desember 2000 7 6 Nr. 247 - 22. desember 2000 – Arbeiðsmenn í Kollafirði vilja ikki upp í Havnar Ar- beiðsmannafelag.Tað fer at fáa avleiðingar, sigur Karl Johansen, formaður í havnar Arbeiðsmannafelag FAKFELAGSSTRÍÐ Áki Bertholdsen – Vilja arbeiðsmenn í Kollafirði ikki melda seg úr Føroya Arbeiðarafelag og koma upp í Havnar Ar- beiðsmannafelag, fer tað sjálvsagt at fáa avleiðingar. Tað sigur Karl Johansen, formaður í Havnar Ar- beiðsmannafelag. Hann sigur, at nú Havnin og Kollafjørður eru løgd saman, kann tað ikki góð- takast, at Kollafjarðar Ar- beiðsmannafelag ikki eisini meldar seg uppí Havnar Arbeiðsmannafelag. – Skulu teir framhaldandi verða limir í Føroya Ar- beiðarafelag, koma vit at hava tvey feløg, sum eru í somu kommunu. Somu- leiðis koma vit at hava tvey feløg, sum hava samráðing- arrættin til arbeiðsmenn- inar í somu kmmunu. Og tað kann eisini hugsast, at sáttmálarnir verða ymiskir, og so koma arbeiðsmenn í somu kommunu at arbeiða undir ymsum treytum, og tað gongur ikki, sigur Karl Johansen Hann sigur tí, at tað fer at fáa avleiðingar, um koll- firðingar halda fast við sína støðu um at blíva verandi í Føroya Arbeiðarafelag. – So fara vit sjálvsagt ikki at góðtaka, at kollfirð- ingar koma til Havnar at arbeiða. Tað fer eisini at fáa avleiðingar, fyri tær tænast- ur, sum limir í Havnar Ar- beiðsmannafelag, gera, og fara at gera í Kollafirði, eitt nú ruskkoyring, busskoyr- ing, kavarudding, o.s.fr., tí tær tænastur fara ikki at halda fram, sigur hann. Eru ikki spurdir Karl Johansen fýlist eisini harðliga á mannagongdina í hesum máli. – Vit høvdu fund við Kollafjarðar Arbeiðs- mannafelag og Føroya Ar- beiðarafelag. Tá upplýstu tey bæði feløgini, at koll- firðingar høvdu ikki tikið støðu til limaskap í Havnar Arbeiðsmannafelag, men at purningurin skuldi leggjast fyri limirnar til avgerðar. – Men tríggjar dagar seinni, upplýsa tey, at málið varð avgjørt, longu á aðal- fundi í oktober. – Spurningurin er nú, um Føroya Arbeiðarafelag og Kollafjarðar Arbeiðs- mannafelag, siga ósatt. Ella um tað er ósatt, at málið hevur verið viðgjørt á aðal- fundi. Í hvussu so er, veit eg onki um, at tað var á skránni á aðalfundinum hjá felagnum. Karl Johansen sigur, at tað einasta, hann vil, er, at málið verður lagt fyri lim- irnar í Kollafjarðar Ar- beiðsmannafelag til av- gerðar. Sannleikin er tann, at málið hevur ongantíð verðið lagt fyri limirnar í Kollafjarðar Arbeiðs- mannafelag og tað heldur hann var tað allarminsta. Hans Madsen, sum er formaður í Kollafjarðar Ar- beiðsmannafelag, sigur at spurningurin er viðgjørdur á limafundi í Kollafjarðar arbeiðsmannafelag og nið- urstøðan er, at teir vilja ikki upp í Havnar Arbeiðs- mannafelag. Fær avleiðingar fyri kollfirðingar Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at tað verður ikki góðtikið, at kollfirðingar blíva verandi í Føroya Arbeiðarafelag. Halda teir fast um tað, fer tað avleiðingar, sigur Karl Johansen Búskaparráðið held- ur, at føroyskir hand- verkarar ikki skulu hava fyrimun av at arbeiða uttanlands ARBEIÐSMEGI Eyðun Klakstein Eftirspurningurin á ar- beiðsmegi í Føroyum er so stórur, at Búskaparráðið heldur tað verða skeivt, at til dømis føroyskir hand verkarar hava fyrimun av at arbeiða uttanlands. Hetta sigur ráðið í nýggju frágreiðing síni, sum kom fyri viku síðani. Uttanlandsfrádrátturin hevur við sær, at eitt nú handverkarar hava fyrimun av at arbeiða í útlondum. - Hetta er serliga óheppið í tíðum við stórum eftir- spurningi á arbeiðsmegi sum heild, og kanska ser- liga í byggivinnuni. Frá- drátturin eigur tí at skerjast og helst takast heilt burtur, sigur Búskaparráðið. Arbeiðsstyrkin vaksandi Støðugi eftirspurningurin á arbeiðsmegi ger, at tað framvegis koma fólk í ar- beiði. Hetta eru antin fólk, sum hava verið arbeiðsleys, ella fólk sum flyta heim- aftur til Føroya og fáa ar- beiði. Arbeiðsloysið er so gott sum burtur. Í september mánaði vóru 748 fól skrá- sett sum arbeiðsleys, og tað svarar til 3% av arbeiðs- styrkini. Hetta er ein mink- ing upp á eitt prosentstig samanborið við sama mánað í fjør. Fleiri føroyingar flyta heimaftur, sum fóru undan kreppuni, og pláss er fyri fleiri, sigur Búskaparráðið. Frá januar til september var nettoflytingin til Føroya 374 fólk. Frádráttur skerjast ella takast av støðirnar kring landið Í Gundadali tel. 31 47 70 Í Kollafirði tel. 42 10 83 Í Saltangará tel. 44 91 33 Í Klaksvík tel. 45 73 53 Í Sørvági tel. 33 20 01 Í Leirvík tel. 44 33 60 Í Skálafirði tel. 44 12 00 VIKA 51 VIKA 51 1 60 Sekunder 1 60 Sekunder 2 Gladiator 2 Gladiator 3 Scr 3 Scream 3 eam 3 4 The Patriot 4 The Patriot 5 The Insider 5 The Insider 6 Beethovens tr 6 Beethovens tredje edje 7 Any Given Sunday 7 Any Given Sunday 8 Erin Br 8 Erin Brockovich ockovich 9 Bowfinger 9 Bowfinger 10 Double Jeopar 10 Double Jeopardydy p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0 60 Sekunder Gladiator Scream 3 Løgtingið hevði fleiri uppskot um skattalættar at taka støðu til mikudagin. Hóast eljustríð stóðst um okkurt teirra, endaði viðgerðin við, at samgongan fekk sítt uppskot um skattalætta ígjøgnum. Andstøðuuppskotini vórðu feld SKATTALÆTTI Magnus Dam Hóast 2.000 krónur meira í barnafrádrádrátti eina løtu hótti við at forkoma sam- gonguni, so funnu sam- gongutingmenn stevið aftur og samdust um uppskotið frá Karsten Hansen um at lækka skattin. Uppskotið hjá fíggjar- málaráðharranum ber í sær, at føroyingar fáa umleið 50 milliónir krónur meira eftir í lummunum eftir skatt næsta ár. Í 2002 lækkar skatturin eitt vet afturat, og tá verða umleið 31 millión- ir krónur meira eftir til nýstlu, metir Fíggjarmála- stýrið. Uppskotið er skrúvað so- leiðis saman, at skattapros- entini fyri trý tey niðastu stigini í skattastiganum verða lækkað nakað yvir tvey ár. Harumframt verður botnfrádrátturin í lands- og kommunuskattinum hækk- aður. Botnfrádrátturin hækkar 2.000 krónur 1. januar næsta ár, og 1. janu- ar 2002 hækkar hann aftur 2000 krónur – upp í 21.000 krónur. Uppskotið broytir eisini inntøkumarkið í skattastiganum, sum áður var 140.000 krónur, upp í 150.000 krónur. Samgongutingmenn hóttu Hóast hetta uppskotið var tað, sum at enda varð sam- tykt, so vóru eisini onnur uppskot á borðinum, sum skuldu lætta um skatta- og avgjaldstrýstið. Uppskotið, sum elvdi til størstu ósemjuna, var tað frá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum um at hækka barnafrádráttin 2.000 krónur. Hetta var nakað, sum hóvaði fleiri fólkafloksmonnum, og tá ið málið kom til aðru viðgerð, boðaðu Óli Breckmann og Rúna Sivertsen frá, at tey kundu hugsað sær at at- kvøða fyri andstøðuupp- skotinum. Hetta var ikki júst tað, sum meirilutin í fíggjarnevndini hevði mælt til, og øði kom nú í Tjóð- veldisflokkin og Sjálvstýr- isflokkin. – Fólkaflokkurin kundi ikki fara uttan um sína egnu samgongu og atkvøða fyri einum andstøðuuppskotið, søgdu hinir báðir sam- gonguflokkarnir. Orðið samgonguslit var fleiri ferðir nevnt undir harð- mæltu viðgerðini, og tað var helst hetta, sum rak teir báðar samgongutingmenn- inar aftur í rætt. – Flongdir hundar, kall- aðu andstøðutingmenn Óla Breckman og Rúnu Sivert- sen, sum kúvendu, tá ið málið eftir ein stuttan nevndarfund kom aftur úr fíggjarnevndini. Tá hevði Karsten Hansen verið í fíggjarnevndini og greitt frá, at Fíggjarmálastýrið ar- beiðir við at endurskoða barnafrádráttin. Hetta var nóg góð trygd hjá Óla Breckmann, sum annars fegnaðist um, at tað eydnaðist at samtykkja skattalættan hjá Karsten Hansen. Bensinprísurin tann sami Eitt uppskot frá Henrik Old um at lækka avgjaldið á blýfríum bensini elvdi eis- ini til rættiligt kjak á fund- inum týsdagin. Hetta upp- skotið hóvaði eisini fleiri samgongutingmonnum, men tá samanum kom, rest- aði ein atkvøða í til at fáa uppskotið samtykt. Við 12 atkvøðum fyri og 12 ímóti, var atkvøðan hjá Óla Breckmann avgerandi at- kvøðan. Hann valdi at at- kvøða blankt, og sostatt fall eisini tað málið. Uppskotini frá andstøð- uni um at lækka skattastig- an á øllum inntøkum upp til 140.000 krónum við tveim- um prosentum varð somu- leiðis felt. Hevði tað verið samtykt, so hevði tað sam- an við hækkaða barna- frádráttinum givið vanliga føroyinginum umleið 84 milliónir krónur meira at liva fyri næsta ár. At enda feldi løgtingið eitt uppskot um at hækka serliga pensj- ónista-frádráttin, sum hevði givið pensjónistunum um- leið 10 milliónir krónur meira at liva fyri næsta ár. Hetta var eisini eitt and- støðuuppskot, og eisini her vístu samgongutingmenn á, at Fíggjarmálastýrið ar- beiðir við skatta- og av- gjaldsspurningum í breiðari høpi. Eftir tingfundin miku- dagin er greitt, at tað verður nakað bíligari at vera føroy- ingur komandi tvey árini. Og lítil ivi er um, at trýstið á Karsten Hansen um at lyfta lokið á landskassanum eitt sindur afturat, er vorðið uppaftur størri enn tað var áðrenn tingfundinum. Poul Nyrup Rasmuss- en gjørdi í gjár umfat- andi broytingar í stjórnini hjá sær, eftir at Niels Helveg Peter- sen og Hans Hække- rup fara frá sum ávikavist uttanríkis- ráðharri og verju- málaráðharri STJÓRNARBROYTING Magnus Dam Tveir ráðharrar fingu dura- fjórðingin, og pláss var fyri fimm nýggjum andlitum, tá ið Poul Nyrup Rasmsussen í gjár boðaði frá broyting- um í stjórnini. Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri, boðaði fyrradagin frá, at hann leggur frá sær, tí hann ikki metir seg vera rætta mannin at umsita uttanríkispolit- ikkin hjá Danmark, eftir at danir atkvøddu nei til evruna. Helveg er heitur talsmaður tøttum evrope- iskum samstarvi, og hann heldur ikki, at hann er tann rætti at tæna áhugamálun- um hjá Danmark, sum á fleiri økjum hevur valt at standa uttanfyri evropeiska samstarvið. Hans Hækkerup fekk herfyri nýtt starv sum ST- ovasti í Kosovo, og Nyrup kundi tí fara at hugsa um at gera tær útskiftingarnar í stjórnini, sum fólk leingi hava bíðað eftir. Tann týdningarmiklasti ráðharrin hjá Nyrup, Mogens Lykketoft, skal í nýggju stjórnini taka sær av uttanríkispolitikkinum í staðin fyri Niels Helveg Petersen. Saman við Nyrup er tað framum øll onnur Lykketoft, sum myndar politikkin hjá stjórnini, og hann hevur verið fíggjar- málaráðharri, líka síðani Nyrup gjørdist forsætisráð- harri í 1993. Pia Gjellerup, vinnnumálaráðharri, skal avloysa Lykketoft í Fíggjar- málaráðnum. Nýggjur verjumálaráð- harri fyri Hans Hækkerup verður Jan Trøjborg, sum hevur verið menningar- málaráðharri. Stavad verður sitandi Hóast hann er millum teir mest umstríddu ráðharrarn- ar í stjórnini, so hevur Nyrup valt at varðveita skattamálaráðharran Ole Stavad. Hann verður kortini fluttur í Vinnumálaráðið, og við hesum vónar Nyrup helst, at hann ikki verður so ofta í andgletti longur. Hann ber orð fyri at krevja alt tað inn í skatti, sum krevjast kann – og so eitt sindur afturat. Hetta hevur givið andstøðuni í Fólka- tinginum høvi til nógv álop á Nyrup-stjórnina, og eitt komandi Fólkatingsval fer helst í stóran mun at snúgva seg um høga skatta- og avgjaldstrýstið í Danmark. At taka sær av skattavið- urskiftunum hevur Nyrup valt sær Frode Sørensen, sum er rættiliga nýggjur í politikki. Hann hevur verið bankamaður alt sítt lív, og kom ikki í Fólkatingið fyrr- enn á valinum í 1998. Í bankaheiminum ber hann orð fyri at vera ein dugna- ligur maður. Fimm nýggj andlit Frode Sørensen er eitt av fimm nýggjum andlitum, sum verða at síggja í nýggju stjórnini. Yngsti ráðharrin er tann 27 ára gamla Lotte Bundsgaard, sum verður nýggjur íbúðar- málaráðharri. Hon avloysir Jytte Andersen, sum hevur fingið durafjórðingin frá Nyrup. Ein annar umstrídd- ur ráðharri, sum rýkur út, er Sonja Mikkelsen, heilsu- málaráðharri. Í hennara stað kemur Arne Rolighed, sum hevur drúgvar royndir á heilsuøkinum. Hann tók í ár við starvinum sum for- maður í danska Felagnum móti Krabbameini. Pláss verður eisini fyri tveimum nýggjum radikal- um ráðharrum. Landsfor- maðurin í Radikala Vinstra- flokkinum, Johannes Le- bech, verður nýggjur kirkjumálaráðharri, og Anita Bay Bundegaard verður nýggjur menningar- málaráðharri. Hon starvast í løtuni á blaðnum Politi- ken. Styrkir ikki um Nyrup Spurningurin er, um Nyrup við nýggju stjórnini hevur styrkt um støðuna hjá flokki sínum, sum stendur seg sera illa í donsku velj- arakanningunum. Anders Fogh Rasmussen vil fegin sleppa framat forsætisráð- harrasessinum, og gongst sum veljarakanningarnar spáa, so verður hann næsti forstætisráðharrin í Danmark. Við broytingunum í stjórnini vónar Nyrup at vinna álitið frá fólki aftur, men hesum ivast donsku fjølmiðlarnir í. Fleiri bløð skriva í oddagreinunum í dag, at broytingarnar ikki muna nóg nógv, og at Nyrup ikki stendur styrktur eftir dagin í gjár. Løgtingið lækkar skattin Útskiftingar í donsku stjórnini Skattalættauppskotið hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, varð samtykt í tinginum mikudagin Við broytingunum í stjórnini vónar Nyrup at vinna álitið frá fólki aftur, men hesum ivast donsku fjølmiðlarnir í