Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 22. desember 2000 9 8 Nr. 247 - 22. desember 2000 J. Broncksgøta 15 - Tlf. 310600 Vælkomin til ein óbindandi royndartúr Sosialurin - 311820 Royn tann sera vælumtókta og orkusparandi bilin Kr.116.800 Heilt upp til 20 Km/l 3 árs/100.000 km garanti Daihatsu bilurin er kendur fyri at vera ein tann mest orkusparandi, álítandi og slitsterki japanarin á marknaðinum. Útstýr: Servostýring - ABS - Airbags - El-spegl - Radio - Startsperru - Viskari aftan v.m. DAIHATSU SIRION Eftir 16 ár sum borgarstjóri fer Jógvan við Keldu úr starvinum á nýggj- árinum. Hann hevur vant seg við tankan um at fara frá, men hann kundi hugsa sær at komið aftur í starvið SAMRØÐA Eyðun Klakstein Á nýggjárinum fer Jógvan við Keldu frá sum borgar- stjóri í Klaksvík. Seinastu 20 árini hevur hann verið borgarstjóri í 16 ár, og hann hevur sitið við leiðsluni í Klaksvíkar kommunu, meðan samfel- agið fór ígjøgnum gyltu áttatiárini og lemjandi kreppuárini fyrst í nítíárun- um. 56 ára gamli Jógvan við Keldu er ein royndur polit- ikari. Hann kom í býráðið á fyrsta sinni í 1971, og nú hann fer úr borgarstjóra- sessinum er hann eisini løg- tingsmaður. – Undan valinum vóru tekin um, at summir býráðspolitikkarar vildu hava broyting í leiðsluni, og tí hevði eg fyrireikað meg uppá, at eg møguliga ikki koma at sita í hesum sessi næstu fýra árini, sigur Jógvan við Keldu. Hann situr á skrivstovuni hjá sær í býráðshúsinum, har hann seinastu dagarnar hevur ruddað, so eftirmað- urin kann flyta inn á nýggj- árinum. – Eg hevði gjarna viljað fingið ein setu afturat sum borgarstjóri, men tá valið var av, var ein nýggj saman- seting longu klár at taka yvir, og tað góðtaki eg. Eg fari eydnusamur og væl nøgdur úr starvinum, sigur hann. Byrjaði við almennum skrivi Politiska karrieran hjá Jógvan við Keldu byrjaði í 1970, tá hann gjørdi vart við seg í eini almennari áheitan til sóknarstýrið í Klaksvík. Evni í skrivinum, sum stóð í Norðlýsinum í august mánaði, var ætlaða svimjihøllin í Klaksvík, sum tað manglaðu pengar til at byggja. Jógvan við Keldu mælti til, at borgarar, virkir og stovnar í kommununi vóru við til at fíggja nýggju svimjihøllina, tí tað bar ikki til bert at krevja av teimum ráðandi. Eftir at skrivið hevði verið í Norðlýsinum, ringdi formaðurin í Fólkaflokkin- um, Hákun Djurhuus, til Jógvan og spurdi hann, um hann vildi stilla upp á næsta sóknarstýrisvalinum. Hes- um noktaði tann 26 ára gamli Jógvan við Keldu fyri. Men Hákun Djurhuus lat sær ikki lynda, og triðja dagin hann ringdi til Jógv- an, gav hann eftir. Jógvan við Keldu varð uppstillaður fyri Fólka- flokkin og kom í sóknar- stýrið sum triðji valdi. – Eg sat næstu fýra árini saman við monnum sum Páll á Dul, Asbjørn Joen- sen, Trygva Laksafoss og Hansy Jacobsen, so eg hevði góðar lærumeistarar, sigur Jógvan við Keldu, sum eisini sat saman við Kára Kjelnes og Olvheðin Jacobsen av yngra ættar- liðnum. Jógvan stillaði ikki upp á næsta valinum í 1975, men í 1980 varð hann aftur vald- ur í býráðið, og við ársbyrj- an í 1981 gjørdist hann fyrstu ferð borgarstjóri í Klaksvík. Hann sat næstu átta árini í hesum sessi. Síðani var hann burtur frá býráðspolit- ikki fýra ár – stillaði ikki uppaftur – men kom aftur í býráðið í 1992 og gjørdist borgarstjóri frá ársbyrjan í 1993. Nú Jógvan við Keldu skal lata borgarstjórasessin frá sær, er hann tann polit- ikarin, sum hevur sitið longst sum borgarstjóri í Klaksvík – samanlagt í 16 av seinastu 20 árunum. – Hetta hevur verið ein ómetaliga spennandi og mennandi tíð, men tað hev- ur eisini verið slítandi, sig- ur hann. Tann ringasti dagurin Jógvan við Keldu heldur, at áttatiárini hava ov ringt orð á sær, tí fólk bara tosa um lántøku, og ikki hvat kom burtur úr hesi tíðini. – Tá vit komu til í 1981 var alneyðugt við nógvum íløgum, og Klaksvík broytt- ist fullkomiliga næstu árini. Vit fingu góðar útstykking- ar, vegirnir vórðu gjørdir í betri stand, gøtuljós vórðu sett upp og so víðari. Nógv av tí, sum Klaksvík dúvar upp á í dag, varð gjørt í 80’unum, sigur Jógvan við Keldu. Fyrst í nítiárunum rakti kreppa Føroya land, og hon merktist eisini í Klaksvík. Jógvan við Keldu kom til aftur sum borgarstjóri í 1993 – júst tá kreppan leik- aði harðast á. Og tað var eisini í hesum árinum, at hann hevði sín ringasta dag sum borgarstjóra. – 9. februar vórðu vit noydd at siga nógvum fólki upp, og tað var ein ómetal- iga tungur og trupul dagur fyri meg. Men har var einki at gera. Inntøkan hjá kommununi fór eftir fáum árum úr 82 og niður í 52 milliónir krónur, og tí mátti sparast. Hesin myrki dagur- in kemur at merkja meg, so leingi eg livi, sigur Jógvan við Keldu. – Tað sigur eisini eitt sindur um álvarsomu støð- una, sum var tá, at eingi gøtuljós brunnu í Klaksvík næstu tvey árini. Síðani 1993 hevur gingið støðugt fram hjá Klaksvík- ar kommunu, sum hevur havt vaksandi inntøku á hvørjum ári síðani. Í dag er inntøkan um 90 milliónir krónur. Klaksvík kom á føtur aftur Er tað ein serligur dagur, sum fráfarandi borgarstjór- in kann peika á sum tann versti, so eru tað fleiri hendingar, sum hann dreg- ur fram sum góðar. – Nakað av tí besta, sum eg havi upplivað, meðan eg havi verið borgarstjóri, var tá Klaksvík menti seg aftur eftir kreppuna í 90’unum. Tað var ótrulig at uppliva, hvussu fólk stóðu saman um at fáa skipini, bátarnar og virkini í gongd aftur, sigur Jógvan við Keldu. – Vinnulívsfólk, fakfel- øg, politikarar, ja, øll tóku saman hendur fyri at fáa Klaksvík á føtur aftur, og tað eydnaðist eisini. Eg minnist, at ein bankastjóri segði, at Klaksvík fór at koma skjótt yvir kreppuna, tí soleiðis var fólkið her, og tað passaði eisini. Frá stórum hendingum í fortíðini, er Jógvan við Keldu eisini til reiðar at tosa um framtíðina. Hann heldur, at tvær sera spenn- andi avbjóðingar eru fyri framman. Onnur er slóbrót- andi verkætlanin Undir Kráarbrekku, sum er ein nýhugsan á eldraøkinum, og hin er sjálvandi undir- sjóvartunnilin um Lorvíks- fjørð. – Um vit bera okkum rætt at, hava vit ein undir- sjóvartunnil um fimm ár, og tá er tað umráðandi, at handilslív, vinnulív og fólk annars eru til reiðar til stóru avbjóðingina, sigur hann. Jógvan við Keldu hevur lagt stóran dent á samstarv- ið við vinarbýirnar í Norð- urlondum, og ein tann sein- asta almenna uppgávan hjá honum var í síðstu viku, tá hann var til vinarbýar- stevnu í Odense. Klaksvík er partur av vinarbýarketu millum Odense, Norrkøp- ing, Trondhjem, Tampare og Kópavág, og samstarvað verður á mentanarliga, vinnuliga og skúlaøkinum. Familjan fingið frið Um eina viku verður Jógv- an við Keldu ikki borgar- stjóri í Klaksvík longur, og so eru tað mong sum spyrja seg, hvat hann ætlar at tak- ast við framyvir. – Eg eri limur í løgting- inum, og tað arbeiðið ætli eg mær framhaldandi at passa. Fyrstu mánaðirnar ætli eg mær ikki at takast við annað. Eg ætli at hvíla meg eitt sindur, áðrenn eg fari í holt við nakað. Mær dámar væl at lesa og at ganga í náttúruni, og tað verða tað helst betri stundir til komandi tíðina sigur Jógvan við Keldu. – Eg havi fleiri hugskot, bæði tá tað kemur til tónlist og til vinnulív, men tað er ov lítið ítøkiligt til at siga meira um tað júst nú, sigur hann. Jógvan við Keldu er ser- stakliga fegin um, at gjøgn- um øll hansara ár sum borgarstjóri, hevur familjan ongantíð verið útsett fyri keðiligum hending orsaka av hansara starvið. – Hóast tað gjøgnum so nógv ár kunnu spyrjast nógvar ósemjur upp, so hevur familjan hjá mær ongantíð havt trupulleikar av hesum, og tað vísir ein moral og eitt støði hjá klaksvíkingum, sum eg eri bæði fegin um og stoltur av, sigur hann. Jógvan við Keldu ætlar sær framhaldandi at búgva og virka úr Klaksvík. – Eg havi ferðast nógv kring heimin, men fyri meg verður Klaksvík altíð perl- an, har eg ynski at verða, sigur hann. Men hóast hann er klaks- víkingur, gerst hann firtin, tá hann verður lagdur undir at mótarbeiða Havnini. – Eg arbeiði fyri Klaks- vík og ikki ímóti nøkrum, og tí er tað órættvíst at leggja meg undir at arbeiða ímóti Havnini, sigur hann avgjørdur. Tey 16 árini sum borgar- stjóri í Klaksvík hava ikki fingið hann at missa hugin fyri býráðspolitikki. Hann skal næstu fýra árini verða í minniluta, men hann hugs- ar eisini longur fram í tíð- ina. – Havi eg lív og heilsu, so hevði mær dámt væl at sloppið fram at aftur borg- arstjórasessinum seinni, sigur drúgvasti borgarstjór- in í Klaksvík, sum nú fer úr dreymastarvinum. Jógvan fer úr dreymastarvinum Jógvan við Keldu heldur røðu, tá nýggj bryggja varð tikin í nýtslu á vestara armi í Klaksvík í 1983 – Eg hevði gjarna viljað fingið ein setu afturat sum borgarstjóri, men tá valið var av, var ein nýggj samanseting longu klár at taka yvir, og tað góðtaki eg. Eg fari eydnusamur og væl nøgdur úr starvinum, sigur Jógvan við Keldu Havnar skúla- søga komin út í bók Søgan hjá skúlanum í Havn røkkur 450 ár aftur í tíðina. Í stóra verkinum, Tórshavnar Skúl- asøga, greiðir Jens Marius Hentze frá um skúlan, og tey fólk, ið hava havt við skúlan at gera BÓKAÚTGÁVA Eirikur Lindenkov Seinasta fríggjadag kom út bókin Tórshavnar Skúla- søga, sum Jens Marius Hentze í Havn hevur skriv- að. Bókin, sum er heilar 526 síður, greiðir við orðum, skjølum og myndum frá teimum korum, sum lærar- ar og næmingar í havnar skúla hava virkað undir seinastu 450 árini. Byrjað verður við presta- skúlanum í Kirkjubø, greitt verður frá latínskúlanum í Havn, frá danska skúla, frá almúguskúlanum og real- skúlanum. Umframt teir al- mennu skúlarnar, viðger bókin eisini privatskúlar og kvøld- og musikkskúlan. Eisini verður greitt frá skúl- asøguni á Argjum, Hvíta- nesi, í Hoyvík og í Kald- bak. Í bókini eri eisini lær- arayvirlit, sum við tíðar- gloppum røkkur aftur til umleið 1660. Gamli Almúguskúlin á Skúlareyni fyri góðum 100 árum síðani. Har var sera trongligt Úr kommunuskúlagarðinum í Havn í 1929. Aftanfyri sæst Meinigheitshúsið - nú býrðssalurin