Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 22. desember 2000 11 10 Nr. 247 - 22. desember 2000 BILAR Magnus Gunnarsson BMW bilverksmiðjan ar- beiðir í løtuni við einum rúmligum familjubili, ið verður bygdur yvir BMW- 500 plattformin. Vaksandi áhugi BMW hevur í longri tíð havt ætlanir um ein rúm- ligan familjubil. Áður eru gjørdar tvær prototypur, sum ikki blivu til nakað av teirri orsøk, at teir fóru at verða ov dýrir. Marknaðurin í Evropa er hesi seinnu árini broyttur, soleiðis at áhugin fyri hes- um bilum nógv vaksin, hóast teir eru dýrir at keypa. Prototypa er gjørd Nú hava teir so aftur gjørt eina prototypu, sum teir hava koyrandi inni á BMW verksmiðjuni, hesin bilurin er 1,74 m høgur, og sær út sum ein rættur BMW í MPV stýli. Bilurin er bygd- ur yvir ein BMW-500 platt- form, ið trekkjur á bakhjól- unum ella á øllum fýra hjólunum, eins og pláss er til ein V8 motor. Kelda: FDM / Motor ÚT AT KOYRA IMZA í Turkalandi Kendi danski bilasølu- maðurin, Nic. Christian- sen, hevur gjørt eina innflutningsavtalu við turkiska vinnufelagið IMZA, sum júst nú ger eina nýggja bilverk- smiðju, um at selja teirra bilar, ið koma á marknaðin um tvey ár. Kelda: Motor Magasinet Mondus 2 Hybridbilurin Mondus 2 er ein prototypa frá Renault, sum er ein kombineraður persón- og vørubilur, við 4 setr- um og motorinum framman. Kelda: Motor Magasinet Renault Operandi Operandi er eisini ein prototypa frá Renault við hybridtøkni. Hóast motorurin er aftan, er hann ein rúmligur vøru- bilur. Kelda: Motor Magasinet BILAR Magnus Gunnarsson Danskir bilainnflytarar hava í einum tíðindaskrivi hvassliga átalað, at FDM í seinasta nummari av lima- blaðnum Motor hevur funnist at rustverjuni á fleiri nýggjum bilmodell- um. Munur á kvalitetinum FDM limablaðið Motor hevur saman við svenska bilblaðnum Vi Bilägare, kannað, hvussu 97 ymisk bilmodell vóru rustvið- gjørd. Kanningin, ið varð gjørd av nýggjum bilum frá 1998 til 2000, vísti, at stór- ur munur er á kvalitetinum. Nakrir bilar eru konstruer- aðir soleiðis, at teir mangla neyðuga rustverju í fleiri holrúmum. Hetta kann føra til, at bilarnir fara at rusta seinni. Nordisk Antirustkodex Hóast galvaniseraðar stál- plátur eru betur vardar móti rusti enn vanligar stálplát- ur, vísa kanningar at plátur- nar skulu verða konstru- eraðar rætt og fáa neyðuga rustverju. Eisini hevur tað stóran týdning, at undir- vognurin verður hildin reinur, eins og skermkass- arnir og bilurin sum heild. Deildarleiðarin á teknisku deild hjá FDM, Jørgen Jørgensen, hevur í fleiri ár víst á, at ikki allir nýggir bilar eru nóg væl vardir móti rusti. Hann er annar av umboðsmonnunum hjá FDM í felags norður- lendska samarbeiðinum “Nordisk Antirustkodex 2000 for personbiler”, sum arbeiðir við at fáa bilverk- smiðjurnar at taka rust- trupulleikan í álvara. Broyta mannagongdina Ymiskt er, hvussu langt áramál bilverksmiðjurnar lýsa við, men tær flestu geva millum 6 og 10 ára garanti móti gjøgnumter- ing. Hóast mótstøðu frá “De Danske Bilimportør- er”, heldur FDM fast við sína niðurstøðu, og krevur, at tær bilverksmiðjur sum ikki rustviðgera sínar bilar nóg væl, broyta manna- gongdina í framleiðsluni soleiðis, at bilarnir framyv- ir verða rustviðgjørdir til at standa seg ímóti veðurlag- num í Danmark og Norður- londum sum heild. Kelda: Tíðindaskriv frá FDM FDM afturvísur átalu frá donskum bilainnflytarum BMW til alla familjuna Bilarnir mugu verða rustviðgjørdir til at standa seg ímóti veðurlagnum í Danmark og Norður- londum sum heild Land Rover Freeland- er er nummar eitt á listanum yvir teir best umtóktu 4- hjóls- trekkjarnar í Evropa, og nummar fýra í øllum heiminum. Bilurin hevur nú ein BMW turbodiesel motor við common rail innspræning. Eisini er bilurin heil- galvaniseraður, eins og hann hevur fingið nýggjan gearkassa. BILAR Magnus Gunnarsson Nógvar broytingar At síggja til er hesin nýggj- asti Freelander lítið broytt- ur, men tann sum fer ein royndartúr við bilinum, verður skjótt varðugur við at her eru fleiri broytingar til tað betra. Millum 40 og 70 prosent av lutunum í bilinum eru antin nýggir ella broyttir. Uttan at fara í smálutir merkist, at undir- vognurin er annarleiðis og bilurin er betur at koyra við. Freelander hevur góðar koyrieginleikar á vanligum koyrivegi, og off-road egin- leikarnir eru framúr góðir. Framkomin útgerð Freeelander hevur alt, ið hoyrir til ein off-roadara, sum til dømis ABS brems- ur, ETC (Elektronic Trac- tion Control), sum deilir kraftina til tað hjólið, ið hevur best vegtak, og HDC (Hill Descent Control), sum ger tað lættari og meira trygt at koyra í und- anbrekku, eitt nú í hagan- um. Sum nakað nýtt fæst Freelander við einum fram- komnum automat-gear- kassa, har til ber at skifta millum “drivemode”, “sportmode” og til Step- tronic, har man skiftir gear manuelt. Hesin gearkassin er standard útgerð til V6 motorin og fæst sum eyka- útgerð til dieselmotorin. BMW dieselmotor Ein onnur broyting er, at nú eru tveir nýggir motorar á skránni. Annar er ein 2,5 litrar V6 við 177 hk, hin ein 2,0 litrar BMW turbodiesel motorur við common-rail innspræning og 112 hk, sum er ein væl royndur og orkusparandi motorur. Inn- an virkar Freelander sera tiltalandi við ljósum litum. Instrumentini eru løtt at yvirskoða, kontaktir og knøttar sita har teir skulu. Eisini á baksetrunum er gott pláss. Um baksetrið verður lagt niður, verður viðførisrúmið heilar 1320 litrar. Freelander kann draga ein 2 tons trailara. ÚT AT KOYRA Land Rover Freelander 2.0 TDI Motorurin 4 syl. 2.0 litur diesel 112 hk v/ turbo og common rail innspræning 0-100 km/t 13,0 sek. Oljunýtsla 13,2 km/l Dekkstødd 195/80-15 Stødd og vekt Longd 438,2 cm Breidd 180,5 cm Hædd 175,7 cm Eginvekt 1550 kg Totalvekt 2075 kg Prísur kr. 269.000,- sum vøruvognur Søluumboð P/F D.B. Bilar Jónas Broncksgøta 15 FO-100 Tórshavn Tlf. 310600 Freelander – nú við BMW turbodiesel motori Innan er Freelander sera tiltalandi við ljósum litum Freelander fæst nú við BMW turbodiselmotori og Common-rail innspræning