Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart 12 Nr. 247 - 22. desember 2000 Jóannes Eidesgaard Tað fer einki av einum manni, tá hann viðgongur, at hann hevur mistikið seg. Nú hevur Høgni Hoydal havt møguleikan síðan mánadagin at rætta sítt mis- tak, men hann rættar einki og letur bert ósannindini standa við. Leitar tú inn á heimasíð- uni hjá Tjóðveldisflokki- num, so finnur tú grein við heitinum "Nýskipan og sjálvstýrislógir gjørdar til bluff." Greinin er skrivað av professionella grein- skrivaranum Høgna Hoydal og er dagfest 15. nov. 2000. Eg veit ikki, um hon telist millum úrvalsgreinirnar í nýggju bókini "Frælsi er á- byrgd," men eitt veit eg, og tað er, at sannleikin er eis- ini ein ábyrgd. Lygnin er á- byrgdaleys, meðan sann- leikin er ábyrgdarfullur. Í nevndu grein kemur greinskrivarin til ta niður- støðu, at sjálvstýrislógin er tað reina bluff, tí tað hevur danska stjórnin sagt undir seinastu samráðingunum 26. okt. 2000. Hann sigur m. a., at tað er synd í teim- um flokkum, sum hava bygt sín politikk á ríkisfelags- skapin. Um okkara uppskot um eina sjálvstýrislóg sigur Høgni Hoydal, at hon er ein luftkastella, veruleikafjart dreymatos, ynskidreymar, sum danska stjórnin hevur skotið niður sum sápu- bløðrur. Hann endar nevndu grein við at endurgeva Sjúrða Skaale fyri at siga, at sjálv- stýrislógin er "Fupp og svindil". Hesin sami er í dag pressutalsmaður hjá landsstýrinum. Og ikki nóg mikið við hesi góðu grein, so trein Høgni Hoydal esini fram á sjónvarpsskuggan og feldi endaliga dómin yvir sjálv- stýrislógina. Hon ber snøgt sagt ikki til, ljóðaði dómur- in. Sjálvandi sótu mong av okkara fólki og ivaleyst eis- ini onnur, sum vóru sera hugstoytt av hesum, sum varaløgmaður endutók bæði í skrift og í talu. Og uttan iva hava mong hugsað sum so, at tað er nú ikki ein og hvør, sum sigur hetta, so okkurt er ivaleyst um hetta. Og tað var júst endamálið hjá varaløgmanni. Sáa ivan, so var slottið vunnið. Tískil tók eg stig til at seta forsætismálaráðharra- num tveir skrivliga spurn- ingar, sum hann svaraði skrivliga mánadagin. Men nú hava hvørki Høgni Hoy- dal ella fjølmiðlarnir sama áhuga í málinum longur, tí nú tænir svarið ikki enda- málinum. Væl vitandi um, at hetta lætt kundi gerast úrslitið, so setti eg eisini ríkisumboðsmanninum somu spurningar, so vit kunnu fáa eitt orðaskifti á tingi um hesi viðurskifti. Fyrri spurningur var, um sjálvstýrislógin kundi vera grundarlag undir ríkisrætt- arligu viðurskiftinum mill- um Føroyar og Danmark? Her svarar forsætismála- ráðharrin m.a. soleiðis: "Jeg opfatter rigsfæl-les- skabet som et fællesskab mellem ligeværdige parter, mellem tre ligeværdige folk, det færøske, det grøn- landske og det danske med klare rettigheder og pligter for alle." Víðari sigur danski forsætismálaráðhar- rin: "Efter regeringens op- fattelse vil der være ganske store og konstruktive mul- igheder at udvide og forme et fremtidigt færøsk selv- styre på en ny og ander- ledes måde inden for ram- merne af rigsfællesskabet. En sådan samlet ordning må bl.a. omfatte både lov- givningsmæssige, forvaltn- ingsmæssige og økonom- iske spørgsmål." Seinni spurningurin var um heimildirnar hjá Løg- tinginum? Her sigur for- sætismálaráðharrin: "Selv- styre kan på samtlige de sagsområder, der overtages, få overladt den lovgivende og administrative kompe- tence. Endvidere vil ny- ordningen statsretligt kunne forankres i et princip om uigenkaldelighed - og dermed i et princip om selvstyret som øverste myndighed på de overtagne områder." Júst hetta brotið er ein endalig uppgerð við gamla stríðsmálið um "delegati- ónina". Løgtingið verður á henda hátt hægsti myndug- leiki í øllum yvirtiknum málum, og hesa heimild kann eingin myndugleiki taka frá Løgtinginum. Eg skuldi kanska eisini nevnt, at forsætismálaráð- harrin sigur: "Det vil kunne meddeles alle FN´s med- lemslande, at det nuvær- ende hjemmestyre afløses af et nyt selvstyre." Javnaðarfólk og øll onnur hava við hesum svari fingið greitt at vita, at tað, sum er ført fram um, at okkara sjálvstýrislóg er ein sápu- bløðra og tað, sum verri er, ikki er sannleikin. Sann- leikan fingu vit svart upp á hvítt mánadagin, og hann er nóg mikið fyri okkum til at halda áfram í stríðnum fyri at fáa eina skilagóða loysn av ríkisrættarliga spurninginum. Eg fari hóast hetta ikki sum onkur annar at krevja Høgna Hoydal eftir einari treytaleysari umbering fyri sínar skeivu útleggingar og ósonnu tulkingar, men nú jólafriðurin leggur seg um landið, fór einki av honum, at hann viðgekk sítt mistak. Gleðilig jól. Høgni - tað var jú tú, sum bluffaði VIÐMERKING Magni Arge stjóri, Atlantic Airways Í samband við umrøðuna av lógaruppskotinum um tyrlu tilbúgving í Føroyum, bæði á tingi og í fjølmiðlum, harmar tað meg, at tað er sáddur ein illgruni um mot- ivini hjá Atlantic Airways í hesum málinum. Eitt nú er spurningur sett- ur við, hvørt prísurin er í lagi, meðan fleiri hava róð upp undir, at rættari var at bjóða tilbúgvingina út mill- um fleiri aktørar og spurn- artekin er sett við, hvørt hetta er tann rætta tyrlan. Onnur hava ført fram, at talan er um at lóggeva stuð- ul ella veðhald beinleiðis til felagið, meðan onkur annar tosar um fjalda bjargingar- ætlan fyri tyrlutænastuna. Lat okkum gera púra greitt, at Atlantic Airways hevur einki ímóti, at Fiski- málastýrið kannar prísir frá øðrum tænastuveitarum, og heldur ikki fara vit at seta okkum ímóti, at tilbúgving- in verður boðin út. Tað fara altíð at verða fleiri meiningar um, hvør tyrlan er tann rætta til upp- gávuna. Fiskimálstýrið setti ein bólk, við umboðum frá ymsum stovnum og stýrum, sum síðani mælti til tað valdu loysnina. Hesa kunnu vit ikki annað enn taka til eftirtektar. Sáttmálin um leiti- og bjargingartænastuna (SAR tænastuna), sum Fiskimála- stýrið og Atlantic Airways hava samráðst um - men ikki undirskrivað – bindir Atalntic Airways til at gera eina íløgu uppá umleið 55 milliónur krónur til keyp av eini serútgjørdari tyrlu. Til tess at forrenta eina tílíka í- løgu, krevst ein sáttmáli yvir fleiri ár, men afturfyri binda vit okkum til at standa tilbúnir innan ein tíma hvønn dag í tíggju ár. Kapitalkostnaðurin sam- an við tryggingarkostnaði- num svarar til á leið níggju milliónir krónur um árið. Fiskimálastýrið fær eisini 170 flúgvitímar árliga við í prísium. Til at veita hesa tænastu skulu setast fleiri pilotar og mekanikarar, sum allir skulu útbúgvast og javnan venja og uppdat- era sín førleika. Umframt hetta skal Atlantic Airways sjálvsagt eisini rinda fyri umsiting og annan rakstr- arkostnað. Vit meta ikki, at hendan verkætlanin einsamøll gev- ur stórt fíggjarligt íkast í fyrsta umfari, men seta kortini okkara álit á, at fel- agið í longdini kann fjøl- tátta búskaparliga grundar- lagið við teirri vitan og før- leika, sum hendan verkætl- anin kann geva felagnum. Innanhýsis í felagnum er stór orka løgd í at menna tyrlutænastuna seinastu ár- ini. Tað er mín fatan at starvsfólk og felag hava sýnt bæði góðan vilja og á- ræði til tess at skipa eina føroyska tyrlu tilbúgving, við støði í teimum umstøð- um, sum vit hava at virkað undir. Men tað tænir hvørki umdøminum hjá Atlantic Airways ei heldur motivati- ónini hjá starvsfólkunum, at so nógvir ivi er sáddur um rættleikan í verkætlan- ini. Tí hava vit eisini mælt myndugleikunum til at brúka ta tíð og tær kreftir, sum eru neyðugar til tess at rudda burtur ivan. Hevur hetta við sær, at tilbúgv- ingin verður boðin út, ella myndugleikarnir kanna prísir frá øðrum veitarum, so góðtaka vit hetta treyta- leyst. Blíðar heilsur Viðmerking til málið um tyrlutilbúgving KONSERT Tíðindaskriv 2. jólakvøld fer vælumtókti klaksvíksbólkurin Aria á pall í ítróttarhøllini á Kambsdali. Nú er nakað síðan at klaksvíksbólkurin, Aria, hevur verið á palli seinast. Men 2. jólakvøld verður so aftur møguleiki at hoyra frálíka tónleikabólkin, tá teir trína á pallin í ítróttar- høllini á Kambsdali í sam- band við stórt dansitiltak. Og tað lovað tónleikararnir, at tað verður. - Aria fer at spæla fjølbroyttan dansi- tónleik, ætlandi bæði tí yngra og tí eldra ættarlið- num. Tey góðu og kendu heimagjørdu løgini verða at hoyra. -Tann góði og al- tjóða kendi dansitónleikur- in, sum tónleikararnir í Aria eru óførir í at framføra, verða eisini á skránni, um- framt okkurt jólalag. Vanliga plaga nógv fólk at koma í dans 2. jólakvøld, og fyrireikararnir vóna, at í ár verður einki undantak. Og tónleikararnir skuldu í øllum førum gjørt sítt til, at mong fólk verða at síggja í ítróttarhøllini á Kambsdali 2. Jólakvøld. Er áhugi mill- um klaksvíkingar í Klaks- vík, at uppliva ARIA á Kambsdali 2. jólakvøld, so kann hetta lata seg gera. Fyrireikararnir hava nevn- liga gjørt avtalu við Alfa Pilot um at sigla millum Klaksvík og Leirvík í sam- band við dansin. Alfa Pilot siglur tó bert um nóg stór undirtøka er fyri tí og sjálv- sagt eisini um veðrið verð- ur til vildar. Lýst verður nærri seinni. Dansitiltakið á Kambs- dali 2. jólakvøld byrjar kl. 23.00. Aria aftur á pall Jólaskipið í Klaksvík Í dag kl. 18.00 kemur jólaskipið á Klaksvík. Hetta er áttanda árið á rað, at Jólaskipið vitjar Klaksvíkina. Skipi,ð sum verður væl skrýtt, siglur so langt inn, sum tilber og haðani fara jólamenni- nir niður í smærri bát- ar, sum so sigla teir móti landi. Jólamenninir koma upp á land niðan fyri Kappróðarneystini. Klaksvíkar Kapp- róðrarfelag skipar fyri kaffisølu og øðrum í- meðan fólkini bíða. Tá jólamenninir eru komir upp á land, verður farið í skrúðgongu niðan í Vágstún. Í skrúðgonguni verða hornorksetur skótar og nissugentur á hestbaki. Tá skrúðgongan er komin niðan í Vágstún, verða jólaminninir bodnir vælkomir til Klaksvíkar og felags- sangir verða sungnir. Tiltakið endar við, at øll børnini fáa ein jóla- pakka í part. Seinasta ár stovnaðu fyrireikarnir av jóla- skipinum ein grunn, sum verður nevndir jólaskipagrunnurin. Hesin grunnur hevur til endamáls at veita fíggj- arligan styrk til fólk, sum av vanlukkutil- buri, sjúku, ella øðrum ávum eru komin illa fyri fíggjarliga og hava ein átrokandi tørv. Fyrireikarnir siga í tíðindaskrivi, at øll eru vælkomin at seta pen- ing í henda grunn. Grunnurin hevur konto í Føroya Banka og Norðoya Sparikassa. Frá fríggjadegi 22. desember til hósdagin 28. desember Tror du på julemanden Alice i eventyrland Jólamenninir tosa við børnini Leygardagin kl. 17 verður sjómanssendingin Vitin aftur á skránni. Fimm mans fara at vera í útvarpsstovuni í Bøkjarabrekku. Teir fara at hugleiða um jólini og um munin millum at vera á sjógvi og á landi um jóltíðir. Tosað verður um jesusbarnið, einglar, jólatónleik og pakkar. Annað gott, sum hoyrir jólunum til, verður eisini tikið fram. Í hesi sendingini ætlar verturin at bjóða landkrabbum eins og sjógørpum eina hugnaliga og øðrvísi sending. M.C. Restorff leggur sendingina til rættis. Við langfaraskipi á Flemish Cap 1:2 Nú jólini veruliga nærkast, setur hetta sín serstaka dám á okkara fjølmiðlar. Frá morgni til myrkurs eru jólini á skránni við tónleiki, frá- sagnum, samrøðum og ikki minst lýsingum fyri øllum tí, ið jólamaðurin skal hava til okkum. Tað ljóðar møguliga troyttandi, tá tingini verða sett upp soleiðis. Men eg haldi ikki, at ov nógv verður gjørt burturúr. Hetta er myrkasta tíðin á árinum, vit eru júst farin um stytsta dag, og eg havi altíð hildið, at jólini eru eitt ljós í myrkr- inum. Tó hava nakrar ónollur stungið seg upp í hesum sambandi, treyðugt so. At handilsfólk lýsa við teirra vørum er ein sjálvfylgja, tað er teirra yrki. Men at okkara listafólk, tónleikarar sum rit- høvundar, enn hava eina turkatrúgv uppá, apropos jólini, at tað bert er møguligt at selja undan jólunum, tað eri eg troyttur av. Mær dámar sera væl umm- æli av tónleiki og bókum. Sjónvarp, útvørp og bløð gera eisini nakað við henda tátt. Men tað kemur so nógv út undan jólum, at bitin verður alt ov stórur hjá miðlunum at gloypa. Tú hevur heldur ikki ein verðsins kjans at keypa alt tað, ið kemur út. Víst nýta føroyingar nógvan pening til jóla, men, harragud, teir nýta pening hvønn dag. Tað hevði verið hugaligari at fingið ein javnari streym av útgávum og harvið ummælum. SvF hevur sína sending, ið nevnist Bókajól. Henda varð send mánakvøldið í bestu senditíð. Ein góð og fjøl- broytt sending, har Kári Sverrisson greiddi frá fløgu síni við gomlum skjaldrum. Áhugaverd og lítillátin var frásøgnin hjá Henningi Thomsen um bragdið við Samheitaorðabókini. Gleðiligt at hoyra, at hann ikki gevst her, men hevur sett sær sum mál at laga nýggjar bøkur til skúlabrúks. Malan Johannesen tók sær av sjón- leikunum hjá Hanusi og Steinbirni. Hetta greiddi hon væl, men eg meini, at SvF skuldi gjørt meira við at fáa onnur fólk á skýggjan. Vit vita næstan frammanundan, hvat teir nógv nýttu kapasi- tetarnir meina um tingini. Tað sama er við Carl Jóhan Jensen, ið eftir øllum at døma verður dyrkaður sum ein guru av sjónvarpsleiðsl- uni. Maðurin veit nógv, og hann sigur sína meining utt- an himpr, men tað finnast onnur, ið eisini kundu havt okkurt at sagt. Eg meini eis- ini, at tað ber brá av bein- leiðis av hugmóð, at seta seg á skíggjan at kjakast um eitt yrkingasavn hjá Tóroddi Poulsen, sum kom út fyrr í vetur, uttan at geva síggjar- unum betri kunnleika um innihaldið í savninum. Sjálvsagt skuldu nakrar ein- stakar yrkingar verið lisnar upp saman við tekstunum á skíggjanum, tí eitt er heilt víst: tað eru tey fáu, ið hava lisið hetta savn. Soleiðis er nú einaferð við yrkingasøvnum. Eivør Pálsdóttir slapp eisini framat, og merkisvert var at hoyra, hvussu henda unga stjørna er búnað innan tónleikalistina. Hevði bert roknað við at sjónvarpsupp- tøkurnar vóru gjørdar har, sum myndirnar til fløgu- húsan vóru tiknar, í Blása- stovu í Norðragøtu. Latum okkum njóta føroysku fjøl- miðlarnar um jólini og minn- ast til, at í einum parti av landinum er Rás 2 til . Meiri um hetta seinni. Gleðilig jól. Jól í miðlunum Árant Hansen ummælir 1. Jóladag kl. 13.35 Jólaaftan kl. 10.05 1. Jóladag kl. 20.00 Tollaksmessudag kl. 19.00 Sjómanssendingin: Vitin