Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 140 - 24. juli 2006 Áhugaverdur sáttmáli Nú um dagarnar kom eitt av heimsins størstu oljufeløgum, Chevron við sera áhugaverdum tíðindum í tíðindaskrivi. Felagið, sum er við í leitingini eftir olju og gassi við Føroyar, boðar frá, at tað hevur gjørt ein sáttmála við Stena Drilling um leigu av boriskipi og boripalli fyri nærum 5 milliardir kr. við møguleika at víðka sáttmálan til eitt 8 ára skeið fyri umleið 10 milliardir. Hesar methøgu upphæddir vísa, at felagið vil nakað. Orsøkin til at hetta hevur okkara áhuga er tann, at boriskipið talan er um verður bygt í løtuni til serstakliga at arbeiða á djúpum vatni og í økjum við sera ringum veðri. Í tíðindaskrivinum stendur, at boriskip og pallur eru ætlað at brúka í leiting og vónandi eisini útbygging av oljufeltum á Atlantsmótinum tvs. vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar. Hóast mesta fokus í løtuni er á boringina á landgrunninum, har Statoilsamtakið er við at bora seg niður gjøgnum undirgrundina, so eiga vit ikki at undirmeta týdningin av umrødda sáttmála Chevron hevur gjørt við sama borifelag. Hann vísir, hvussu høgt eitt av heimsins størstu oljufeløgum raðfestir føroyska landgrunninum. Chevron, sum tey mongu seinastu árini hevur verið sera virkið á bretska landgrunninum, fekk tillutað leitiloyvi á føroyska landgrunninum í 2. útbjóðing. Tað er sama felag, sum herfyri gjørdi eitt stórt fund beint hinumegin markið. Tað er eftir øllum at døma hetta fundið saman við øðrum loyvum felagið hevur báðumegin markið, sum er orsøkin til, at Chevron nú vil gardera seg – tvs. vil tryggja sær at hava alla ta boriorku til taks, sum krevst fyri bæði at leita, bora avmarkingar- og metingarbrunnar og til seinast at brúka í eini útbyggingarætlan. At felagið hevur tryggjað sær boriskip heili átta ár fram frá 2008 kundi bent á, at hetta er liður í eini miðvísari leiti- og útbyggingarætlan fyri Atlantsmótið ella neyvari fyri leiting og útbygging báðumegin markið millum Føroyar og Bretland. Fyri Føroyar ein sera spennandi avbjóðing. Sosialurin Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov@ sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Ráðið fyri Ferðslu­ trygd heitir á polit­ iska myndugleikan um í stundini at for­ bjóða nýtslu og inn­ flutningi av Pocket- bikes í Føroyum. Tíðindaskriv frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd Í februar í fjør settu Ráðið fyri Ferðslutrygd, Politi’ið og Akstovan seg í samband við Vinnumálaráðið og kunnaðu um ein ferðslu­ trupulleika, sum hevur stung­ið seg upp í Føroyum. Talan er um sonevndar Pocket-bikes, sum eru lítlar motorsúkklur ætlaðar børnum niður í 10 ára aldur. Hóast súkklurnar eru lítlar, koyra tær rættiliga skjótt, 40-70 km/t, alt eftir hvat modell talan er um. Ætlanin við súkklunum er óivað, at tær skulu koyra uttanfyri alfaraveg, og tær verða heldur ikki skrásettar í akfaraskránni. Sambært ferðslulógini skulu akfør, sum koyra á vegunum verða skrásett, og tað er tí ólógligt at koyra á alfaravegi við hesum motorsúkklum. Veruleikin er tó, at børnini, hóast tað er ólógligt, koyra á vegunum við hesum Pocket-bikes. Omanfyri nevndu partarnir, ið varða av ferðslutrygdini, halda at tað er ein spurningur um tíð, áðrenn tað fær álvarsligar avleiðingar fyri hesi børn ella onnur, um einki verður gjørt fyri at venda gongdini. Men enn er einki hent og tað er framvegis loyvt at innflyta hesar súkklur, og tað er ikki óvanligt at síggja børn súkkla úti á alfaravegi til stóran vanda fyri bæði tey sjálvi og onnur. Hóskvøldið hendi so ein vanlukka í Stavanger í Noregi, tá ein nýggju ára gamal smádrongur, við Pocket-bike sínari, stoytti saman við einum lastbili. Slíkt má ikki henda hjá okkum, og tí má einhvør nýtsla av hesum súkklum forbjóðast í Føroyum. Nú hásummar er, eru nógv forvitnislig tiltøk at fara til. Ráðið fyri Brekað vil í hesum sambandi minna á, at tað er sera umráðandi at fyriskiparar hugsa um atkomuviðurskiftini. Øll eiga at fáa høvi at lut­taka, og soleiðis kunna verða ein virkin partur av øllum tí, sum verður bjóðað. Jú betri atkomuviðurskiftini eru, tess fleiri kunnu lut­ taka. Hetta er ikki minst gald­ andi, nú Ólavsøkan stendur fyri durum, og nógvir gestir vitja land okkara. Málið er m.a. at bróta niður tær forðingar, sum gera, at eitt nú røðrslutarnaði ikki sleppa framat. forkvinna fyri Ráðið fyri Brekað Barbara á Tjaldrafløtti Øll skulu hava møguleika ! Pocket-bike kostaði 9 ára gomlum lívið Nú kann tykjast sum um talan er um tað reina vrøvl. Men tað er tað als ikki. Búskaparliga er sam­ anhangurin rættiliga ein­ faldur. Lat meg sum bú­skap­ arfrøðing og petagok stutt greiða frá hvussu hetta hongur saman. Hetta mest tí fólk spyrja og ikki rættiliga síggja samanhangin. Jú, sakin hongur soleiðis saman, at eingin vil gjalda meira enn neyðugt. Í hesum føri verður goldið kr. 350 milliónir. Men hetta tal er jú tað ein forvæntar at kunna forrenta. Annars var keypsprísurin øðrvísi. Hægri ella lægri. So varð Krúnborg seld fyri ”ein slikk” vóru for­ vænt­ningarnir lig null. So argumentatiónin er nettup at høgt søluvirði merkir stórar forvæntningar. Og tað merkir stóra inn­ tjening. Les hagtølini fyri manningarhýruna. Impo­ner­ andi tøl. Ein stórur partur av teimum eru jú millióningar. Og skattur kemur í stríðum streymum. Kommunan kan profitera uttan at gera nakað sum helst. Peningur streymar bert inn. So Heðin M. og kammesjukkarnir skóvla pening inn uttan at røra ein fingur. Hann hevur nokk at gera bert við at tøma kassan og forera til vinstru og høgru. Jólamaður í juli so tað forslær. Óhoyrt góð forrætning. Vorin sum uppgáva! ”Other peoples money”. So um nú Krúnborg varð seld fyri 700 milliónir, so hevði tað verið enn betri. Ella 1 milliard, ja, hví ikki. Tað er jú heldur ikki tú ella eg sum gjalda. So teir um tað. Men at vit so hava eitt verri cirkus av politikki, sum ikki kann taka støðu til hetta skattapolitiska rokni­stykki, er nakað ein ikki kann lasta øðrum enn okkara politiska stýri. Men sum ein kendur mað­ur segið: ”stem kon­ servativt, så får du…… det du fortjener”! ein und­ir vang­an! Ein lúsing, ein yvir­ háling ella eina oyrafiku. Vel sjálvur. Eg kundi hóskandi lagt afturat: stemma uppá borg­­ar­­liga javn­aðar­flokk Jó­annes­ar, byrsu­berarar við Krút Kristiani á odda og tú fært tað tú fortjenar! Gordon Ejdesgaard ”Krúnborg” skuldi verið seld fyri 1 milliard