mánadagur 24. juli 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 140 - 24. juli 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
maggi gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800
70 ár
Mánadagin 31. juli verður Pauli Lassen, Vágur, 70 ár.
Dagurin verður hildin við vælkomst heima hjá Oluffu
og Búgva
80 ár
Týsdagin 25. juli verður Mejnhardt Hansen, diakonur, á
Nesi 80 ár. Føðingardagurin verður hildin frá kl. 19 hjá
Dávid Reinert Hansen á Oyri.
Prógv
Salmina Arnoldson
hevur tann 5. juli
2006 lokið prógv
sum Bachelor of
Law (LLB Honours)
við University of
Aberdeen.
Betwixed
O, use me then, my Saviour, and inpart
me into council with the whole of heart.
I’m poor and I’m alone, quicken my soul,
and save me from this wordliness of foul.
O, take my heart and make it ever new,
in steadfastness and confidence, in You.
My love and all mine powers, spread abroad,
the lost bewildered men, lead with thy rod.
And when I come refreshed of all the years
from agony of suffering and tears:
In thankful praises sing you a new song,
I know You will return: It want be long.
Christian Fróði Djurhuus
tórshafn
null-sjey-tveyogtjúgu-fram
Jansy Feilberg, Fuglafjørður, fer til gravar úr
Fuglafjarðar kirkju týsdagin kl. 14. Tey, ið vilja
minnast Jansy, kunnu lata eina gávu til Heimið á
Mýrunum, Runavík; konta í Føroya Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
25. juli: Jákupsdagur.
Dagurin verður hildin til minnis um tann ápostulin, sum
verður róptur Jákup tann Eldri. Hann var sonur Sebe
deusar og bróðir Jóhannesar. Hann var tann fyrsti av
ápostlulnum, sum varð tikin av døgum fyri trúgv sína
(Ápostlasøgan 12, 1-2).
Halgisøgan sigur frá, at fyri deyða sín hevði Jákup
verið ferð í Spaniu, og har varð hann eisini jarðaður.
Vælt verður um bein hansara í kirkjuni Santago de
Compostela Í Galisiu í Norðurspaniu. Henda krikjan var
ein av teimum støðunum, har flestir pílagrímar virjaðu í
miðøldini. Jákup sjálvur er eisini ofta avmyndaður sum
pílagrímur, m.a. træskurðurin av honum á einum av
kirkjubøstólunum; har sæst hann við pílagrísmsstavi í
hendi og undir hatti, sum er prýddur við tí skeilini, sum
í Føroyum fekk navnið, jákupsskel.
Eisini er eitt føroyskt kvæði um, tá ið hann skal
kristna Garsialand, ið er føroyska navnið á Galisiu í
Norðurspanaiu.
Santa Jákup tekur í Várharra hon:
- drívur døgg, fellur nú ríman -
Tú lova mær at kristna Garsialand
Týdningurin av navninum Jákup er ókendur, men teir
halda, a ttað upprunaliga kemur av einum orði, ið merkir,
Guð verjir. Bíbilsku frásøgurnar siga, at hann er tann, sum
lumpar tvíburabróður sín Esau: tá ið teir vórðu føddir, helt
hann um hælin á bróður sínum; og eisini verður sipað til, at
hann vann sær frumburðarrættin frá Esau fyri ein ertnastam,
og at hann lumpaði signingina frá faðirinum.
Ein partur av Havn
arsøgu eru teir
sokallaðu pylsuvogn
anir. Í dag hava vit
eina stutta grein við
myndum, sum lýsa
ein part av søguni.
Eisini fara vit at heita
á fólk um at koma
við upplýsingum og
myndum
Pylsuvognar
Á Ólavsøku í ár, eru tað 71 ár
síðani fyrsti pylsuvognurin
sást á Havnargøtum.
Í 1935 søkti frú A. C. Djur
huus býráðið um loyvi at selja
heitar pylsur á gøtuni um
ólavsøkuna. Eftir at býráðið
hevði viðgjørt umsøknina,
varð henni játtað søluloyvi.
Um frú A. C. Djurhuus bert
hevði pylsuvognin ta einu
Ólavsøkuna, vita vit ikki.
(Veit nakar hvør frú A. C.
Djurhuus var ?)
Annar pylsuvognurin sum
kom til Havnar, var tann hjá
Heina Jacobsen, „Heina í
Kjøt“ sum hann varð róptur,
tann pylsivognurin kom í
1946. Heini Jacobsen keypti
pylsuvognin frá donsku fyri
tøkuni „Holberg“, hetta var
ein sokallaður „ein manns
pylsuvognur“ á hjólum,
pláss var bert fyri einum
persóni inni í vogninum.
Tey fyrstu nógvu árini var
pylsuvognurin bert opin
dansikvøld og so á ólavsøku,
sjálvandi. Vanliga stóð pylsu
vognurin á horninum Áar
vegur/Tinghúsvegur, fram
við garðinum hjá Lützen,
men á ólavsøku ráddi um
at vera har fólkið var, og
tí var Heini í Gundadali, tá
fótbóltur var, og á bryggjuni
meðan kappróðurin var.
Í 1958 lat Andreas Johan
sen, róptur „Lítli“ og
seinni Emly Johannesen
upp pylsuvogn í Kommunu
skúlagarðinum (tað er har
sum parkeringsøkið oman
fyri Býráðshúsini er í dag).
So hvørt sum pylsuvognar
nir blivu fleiri, vaks útboðið.
Frá 1935 og til 1958 var bert
møguleiki at keypa kókaðar
pylsur (tey fyrstu árini bert
við sinnop, ketchup kom
ikki fyrr enn seinni), men í
1959 komu steiktu pylsurnar
eisini. Sum tíðin leið øktist
útboðið, her skal nevnast, at
í 1967 varð fyri fyrstu ferð
steiktur „kyllingur“ at fáa.
Í 1960 bleiv ungdómurin
í Havn „amerikaniseraður“.
Danin Bent Lynge Olsen lat
upp fyrsta „búff“ vognin í
Havnini, og fyri fyrstu ferð
kundu havnarfólk keypa
„búff“ og „Coca-Cola“ (cola
kom fyrstu ferð til landið í
1960). „Búffvognurin hjá
Bent“ (soleiðis bleiv hann
róptur millum havnarfólk)
stóð framman fyri Gamla
Kommunuskúlan (har sum
traðarmaðurin stendur í
dag).
Í 60-unum bleiv býtt eitt
sindur um uppá teir ymisku
pylsuvognarnar, eina tíð
stóðu ikki minni enn tveir
pylsuvognar framman fyri
„Gamla Kommunuskúlan“.
Tá Tórshavnar Býráð í
1969 tók stig til at fríðka um
økið framman fyri „Gamla
Kommunuskúlan“, blivu
teir báðir pylsuvognarnir
sum har stóðu, fluttir oman á
keiøkið, nakað framman fyri
„Stefanson’s hús“, og seinni
aftur bleiv tann eini vognurin
fluttur longur út á havnaøkið,
har hann stendur enn.
Hettar var ein partur av
søguni um pylsuvognarnar
í Havn.
Uttan iva eru tað nógv fólk
av bygd, sum í dag minnast
aftur á teir dagar, tá tey sum
børn fóru til Havnar á ólav
søku, og hæddarpunktið
vóru tær reyðu pylsurnar á
Vaglinum. Um onkur hevur
viðmerkingar, so ring til
Birgar Johannessen á tlf.
314647 ella 214647.
PYLSUVOGNAR ER
IKKI NAKAÐ FÓLK VAN
LIGA TAKA MYND AV, TÍ
ER TAÐ ILLA STATT VIÐ
PYLSUVOGNAMYNDUM
Í HAVN. EG FARI AT
HEITA Á FÓLK Í BÝ OG Á
BYGD, UM AT SIGA FRÁ,
UM TEY MØGULIGA
HAVA ONKRA MYND,
HAR PYLSUVOGNAR AV
EINARI ELLA AÐRARI
ORSØK HAVA SNÍKT SEG
UPPÁ MYNDINA. UM SO
ER AT ONKUR EIGUR
EINA SLÍKA MYND, SO
RING ENDILIGA á tlf.
314647 ella 214647.
Tórhavnar alfrøði:
Pylsuvognar í yvir 70 ár
Myndin er frá 1962, og vísir hon pylsovognin hjá Heina. Leggið
merkið til, at mótin við føroysku troyggjunum, sum tá var, nú
er við at koma aftur í býarmyndina
Myndin er frá 1962, og vísir hon pylsuvognin hjá Bent. Sum tað
sæst á myndini, so var útboðið stórt. Teksturin á vogninum er á
bæði enskum, donskum og føroyskum